mánadagur 23. februar 2015síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 9 l 23. februar 2015
23
lýsing
ToyoTa yaris 1,3
Til sølu
Bilurin hevur nýTT úTsToyT,
góð píkadekk
Áhugað kunnu ringja 284444
Sum tað er greitt frá fyrr her í
blaðnum, so fær nýggja bókin
á enskum um D.J. Danielsen
og hansara stríð fyri fólkið í
Congo stóra viðurkenning frá
fólki sum varar av hesi søgu.
Ein heilt serlig viðurkenning
kom nú um dagarnar, og hon
hevur eina sera sjáldsama
søgu.
Á jólum var Svenning av
Lofti á ferð í Ísrael saman
við einum ferðalagi. Har vitj
aði bólkurin synagoguna í
Kapernaum. Her varnast tey,
at á gólvinum eru flísar, sum
vísa landakort av Congo. Tey
koma so á tal við nøkur dimm
fólk, sum eisini høvdu áhuga
fyri hesum. Tað vísir seg, at
hesi eru ættað úr Congo, men
eru búsitandi í London. Tey
komu á tal, og føroyingarnir
kundu so greiða frá um Doll
an og hansara samband við
Congo, sum tað er greitt frá
í bókunum um hann.
Serliga ein av hesum
congolesarum gjørdist so
áhugaður, at hann ynskti at
fáa bókina sendandi.
Hetta var sjálvsagt eingin
trupulleiki, og hann fekk send
andi nýggju ensku bókina um
Dollan. Nú um dagarnar fekk
Svenning ein teldupost frá
Tshibangu Mukumbay, eisini
kallaður Tshims, sum takkaði
fyri hesa eftir hansara tykki
frálíku bókina, sum hann helt
vera sera áhugaverda. Hann
skrivar annars:
»Eg havi als ikki vitað um
D.J. Danielsen, sum var undan
gongumaður at gera vart við
ta viðferðina, sum fólkið fekk
í Congo um hesa tíðina. Tað
undrar meg, at hann kann hava
verið fullkomiliga gloymdur av
søguni. Eg havi tí ikki vitað av
hesum, tá ið eg sjálvur havi
havt fyrilestrar um hetta evni
á. Tá havi eg nevnt Edmund
Morel, sum skrivaði nógv um
viðferðina, sum fólkið í Congo
fekk, og Joseph Conrad, sum
skrivaði eina skaldsøgu um
hesi viðurskifti.
Men nú fari eg at taka
Danielsen við í mínum kom
andi fyrilestrum, so henda
søga kann verða kend millum
mínar landsmenn.«
Hann endar við at skriva:
»Mær hevði dámt at vitja
teg og høvundan av bókini í
Føroyum fyri at heiðra henda
stóra Guds mannin, sum rind
aði prísin fyri at tala søkina
hjá fólkinum í Congo.”
Tshims biður Svenning
minnast seg í bønum og sendir
annars heilsan til Brøðrasam
komuna í Føroyum.
Ikki minni áhugavert er, at
hann greiðir frá, at hann er
eitt møguligt valevni til for
setavalið í Congo, sum verður
komandi ár. Hann er 48 ára
gamal.
Tað kann annars fáast
meira at vita um hann og tí,
hann stendur fyri, á heima
síðuni: www.upardc.org
Sum tað skilst er hesin
maður ikki hvør sum helst, og
tað er hugaligt, at hann hevur
fingið ein slíkan áhuga fyri
avrikinum hjá Dollan, sum her
kemur til sjóndar.
Hann hevur fingið at vita,
at hann skal vera vælkomin
at vitja Føroyar nær tað skal
vera.
Annars er søgan um Dollan
við at koma inn í útlendska
søguskriving. Beint nú er
komin út bókin Humanitarian
Photography. Her er í tveim
um førum víst til tað, sum er
skrivað á enskum um Dollan.
Í heyst kemur út bókin hjá
amerikanska søguprofessar
anum Dean Pavlakis »British
Humanitarianism and the
Congo Reform Movement,
1896-1913«. Í hesi bók fær
Dollin eisini eina fittliga um
røðu, eins og tað verður víst
til bókina »Daniel J. Danielsen
and the Congo: Missionary
Campaigns
and
Atrocity
Photographs.«
Forsetaevni í Congo
vil heiðra Dollan
Forsetavalevnið í Congo, Tshibangu Mukumbay, hevur hug at koma til Føroya
at heiðra Daniel J. Danielsen fyri tað, sum hann gjørdi fyri hansara fólk.
eblaðið
sos.fo