Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 9 l 23. februar 2015 Ókeypis lýsingarblað 22 Bedford bussur í Skálavík Skipssøga Bilurin við Óla Olsen Í 1803 keypti Nólsoyar Páll á uppboði rovini av einum skipi (Sally & Polly), ið farið var á land í Hvalba. Burtur úr hesum vraki og øðrum vrakviði smíð­ aði hann á Fløtuni fríðu í Vági saman við øðrum monnum nýtt skip. Tað fór av bakkastokki 6. august 1804 og fekk navnið Royndin fríða. Hetta er fyrsta deksfar, vit við vissu vita at siga verða smíðað í Føroyum. Nólsoyar Páll greiddi seinni frá, hvussu gingist hevði at smíða Royndina. Tilfarið høvdu teir noyðst at samráða seg til »af hist og her indstrandede skibsvrag;« ikki vóru amboð, heldur ikki skipasmiðir, og eingin teirra hevði fingist við slíkt hand­verk áður. Ikki var bara trupult at fáa tilfarið, tað var eisini ringt at fáast við; sumt var av stórum skipum, sumt av smáum. Skonnartin var 23 alin og tríggjar tummar long millum stevnini, 7 alin breið miðskips og tríggjar alin og 9 tummar djúp undir dekkinum. Hetta hevur sostatt verið eitt skip um 25 tons stórt. Í 1807 hevði Royndin fríða 248 tunnur av korni úr Keyp­manna­ havn, sum vóru skipaðar upp í Hvalba. Nólsoyar Páll lá í Keypmannahavn við skipi sínum, tá ið bretar tóku høvuðs­ staðin og fóru avstað við danska herflotanum hetta sama árið. Royndin hevði verið fýra uttan­ lands­ferðir – eina til Noregs og tríggjar til Danmarkar – tá ið hon á veg til Danmarkar summarið 1808 varð tikin av bretskum herskipi og fórst. Nólsoyar Páll leitaði tá til London við kravi um at fáa nýtt skip. Hann fekk játtandi svar, men á ferðini til Føroya við nýggja skipinum hvarv hann og spurdist ikki aftur. Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sos.fo Myndin hesa vikuna er av einum Bedford, sum er umbygdur til buss í Skálavík. Hesin kom landið sum lastbilur uttan at lastin var sett á. Síðan varð hann umbygdur til buss í Skálavík í 1953 av Steinbjørn Davidsen og Steingrím Poulsen. Bjálkar og stútt­ ur vórðu gjørdar úr eik, og uttan var bussurin klæddur við aluminiums­ plátum. Fleiri av bussunum sum koyrdu í Føroyum eftir kríggið og mong ár fram vórðu lastbilar, sum vórðu um­ bygdir til bussar. Tað var P/F Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu, sum umboðaði Bedford í Føroyum. Myndaeigari: Palli Dalsgaard Royndin fríða – skip Nólsoyar Páls Anton Petersen úr Vági hevur smíðað snøgga modellskipið Royndina fríðu. Anton, ið áður plagdi at sigla og arbeiða ymist á landi, hevur undan Royndini fríðu smíðað fleiri onnur modellskip