týsdagur 24. februar 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. februar 2015 · Nr. 23
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Í sínum útgangsstøði veit læknin
ikki, hví tú kemur, men hjá nøkrum
læknum er tað meira vanligt, at
tú upplýsir, hvat tær bagir, tá tú
bíleggur læknavitjan.
Men, tað eru ikki øll, sum eru
erlig, tá tey tosa við læknaskrivaran,
og tað er heldur ikki óvanligt, at
orsøkin til læknavitjanina ”broytist”
frá bílegging til sjálva viðtaluna.
Tá viðtalan so byrjar, er skilagott,
at sjúklingurin greiðir frá sínari
heilustøðu.
Læknin hevur tagnarskyldu -
eisini um, hvussu nógv søtmeti,
tú etir, hvussu nógv alkohol, tú
drekkur, hvussu nógvar sigarettir,
tú roykir, at tú heldur kynsliga
samveru vera keðiliga - ella, at tú
einki skil hevur á tínum fíggjarligu
viðurskiftum.
Rammurnar fyri tí ”normala”
eru ógvuliga víðar, og tí kemur tín
lækni - fyrr ella seinni - at hoyra um
øll møgulig viðurskifti frá sínum
sjúklingum.
Um tú erliga greiðir frá tínari
alkoholnýtslu, alternativum við
gerðum og vantandi motión, hev
ur læknin best møguleikar at
hjálpa tær við tínum heilsuligu
avbjóðingum. Heilivágur og aðrar
viðgerðir kunnu ávirkast av tínum
lívsstíli, og tí er tað umráðandi, at
læknin fær neyðugu kunningina.
Læknin ikki dómari
Tað er ikki uppgávan hjá læknanum
at vera dómari. Líkamikið, hvussu tú
livir títt lív, kann læknin hjálpa tær
við tínum heilsuligu trupulleikum,
og tað er ikki avgerandi, um tú
sjálv/-ur er sek í tínari støðu ella ei.
Ráðini eru tí at fara til lækna, tá tú
ert sjúk/-ur - eisini, um tú sjálv/-ur
ert orsøk til trupulleikarnar.
Hevur tú eina fótfinnu, eitt
løgið útslett ella fepur er tað
kanska ikki so trupult at greiða
støðuna, men í fleiri førum eru
sjúkueyðkennini meira ógreið og
vísa seg bert í serligum støðum.
Í slíkum førum kann tað vera ein
góð hjálp, um tú skrivar niður,
hvørji eyðkenni tú upplivir - og í
hvørjum samanhangi. Flestu sjúku
greiningar verða stillaðar eftir
teimum sjúkueyðkennum, soleiðis
sum sjúklingar lýsa støðuna. Hin
vegin
verða
kanningar
oftari
brúktar til at staðfesta ella avsanna
tey sjúkueyðkenni, ið eru.
Spyr neyvari
Merkir tú kanska, at læknin ikki
leggur í tíni sjúkueyðkenni? Heldur
tú, at læknin er avvísandi um tað,
tú heldur tær bagir?
Orsøkin kann vera, at sjúku
eyðkennini ikki hava ”relevans”
hvørt til annað - ella, at onkrar av
tínum staðfestingum eru vanligir
og ikki vandamiklir trupulleikar,
sum vanliga ganga yvir og í øllum
førum ikki krevja viðgerð.
Skilagott er at spyrja neyvari,
um tú upplivir, at læknin er av
vísandi um okkurt av tí, tú fortelur
honum.
Viðhvørt kann tað vera soleiðis,
at trupulleikarnir í egnum lívi
hópa seg upp, og tá kann tað vera
freistandi at royna at finna eina
loysn, sum fevnir um allar trupul
leikarnar undir einum. Men, undir
teirri skipan, sum praktiserandi
læknin arbeiðir, eru rammurnar
við 15 minuttum í viðtalu ikki
eggjandi. Tað kann eisini kennast
ørkymlandi síðuleypandi at skula
til nógvar ymiskar kanningar hjá
serlæknum. Kennur tú teg at hava
nógvar ymiskar trupulleikar, eigur
tú at taka teir allar við og saman
við læknanum kunnu tit leggja
eina ætlan um, hvussu hesir verða
loystir, ein fyri og annar eftir. Tú
eigur at lata læknan vita, hvør tín
størsti trupulleiki er, og skilagott
kann vera at royna at loysa tann
trupulleikan fyrst.
Far aftur og aftur
Alt ov nógvir sjúklingar fara eina
ferð til lækna, og um trupulleikin
ikki verður loystur á hesi vitjan,
følir sjúklingurin, at læknin ikki
megnar at loysa trupulleikan.
Men, í nógvum førum eru fleiri
møguleikar fyri viðgerð fyri somu
pínu ella líðing. Um ein viðger ikki
virkar, kann saktans vera, at ein
onnur virkar. Læknin hjá tær fær
heldur ikki afturmeldingar um
gongdina frá øðrum enn tær, og
fortelur tú ikki, at trupulleikin er
har framvegis, kann læknin ikki
vita, hvussu vorðið er. Tí er skilagott
at fara aftur og aftur til læknan, til
trupulleikin er loystur - ella, at tú
finnur ein ella annan skilagóðan
hátt at liva við trupulleikanum.
Er trupulleikin ikki einfaldur,
men kanska tunglyndi, óstýrandi
blóðsukur ella líknandi, kann tað
vera eitt gott hugskot at gera avtalu
um regluligar læknavitjanir yvir
eina tíð, soleiðis at tú og læknin
kunnu tosa um, hvussu viðgerðin
skal verða.
Hjá læknanum er tað tú, sum
skal taka avgerð um, hvat tú vil
og ikki vil í samband við heilsu.
Læknin hevur eina rúgvu at vitan
um, hvørjar avleiðingar tíni val
kunnu viðføra, og hann hevur eis
ini møguleikar at vísa tær á við
gerðir og serlæknar. Men, tað er
lítil meining í, at læknin gevur
tær eina resept, um tú ikki tekur
heilivágin ella fylgir viðgerðini.
Tað er títt val, tí læknin kann bara
bjóða sær at hjálpa tær at loysa
trupulleikarnar, men tað er tú sum
sjúklingur, ið eigur avgerðina, hvørt
tú vil hjálpast ella ei.
Tað kann vera trupult hjá
læknanum at finna fram til eina
aðra viðgerð, um læknin ikki veit,
hví tú ikki vildi fylgja fyrra til
mælinum um viðgerð. Í nøkrum
førum noyðist tú sum sjúklingur
at gera upp við teg sjálvan, um tú
yvirhøvur vilt vera við til at loysa
tínar heilsutrupulleikar - ella, um
tú helst vil hava tína fríheit at liva
títt lív, soleiðis sum tað nú einaferð
er.
Tú tú kemur inn í viðtaluhølið, er,
sum áður nevnt, lítil tíð til prát við
læknan, og er talan um persónlig
viðurskifti, situr tú skjótt við einum
klumpi í búkinum. Summi hava lætt
við at gráta og onnur kunnu byrja
at skelda. Uppaftur onnur gerast
eyðmjúk og kunnu hava trupult
við at seta krøv, bæði til lækna og
viðgerð. Tað rættasta, tú gert, er at
vísa læknanum álit.
Uttan fyri viðtaluhølið er ikki
vanligt at fortelja um harðan lort
ella gylliniæðr (hæmoritur) upp
á 15 minuttir, men soleiðis er hjá
læknanum. Tá tú heldur, at tað
er trupult at fortelja læknanum
um slíkt, er gott at vita, at tað er
náttúrligt at vera lotur ella flovur,
men slíkt upplivir ein lækni alla
tíðina.
Eisini menniskju
Heldur tú, hóast øll góð læknaráð,
at læknin hjá tær ikki kann hjálpa
tær við tínum trupulleikum, eigur
tú at umhugsa at skifta lækna.
Í viðurskiftunum millum sjúk
ling og lækna er neyðugt, at álit
og helst sympati er - serliga frá
sjúklingi til lækna. Læknin hevur
lættari við at halda sær pro
fessionelt til ein sjúkling, og tí er
tað sjáldan læknin, sum biðir teg
finna ein nýggjan, men tað kemur
fyri.
Tað stutta er, at hevur tú ikki
neyðuga álitið á tínum lækna,
eigur tú at fara til ein annan, sum
tú hevur tað betri við.
Kelda: www.helse.dk
Tá tú ert til læknaviðtalu, hevur tú vanliga einar 15 minuttir av
tíðini hjá læknanum. Hesa løtu skal tú bæði fortelja, hvat tær bagir,
og læknin skal antin fremja ella leggja eina ætlan um viðkomandi
kanning, eins og tosast skal um møguliga viðgerð. Við eitt sindur
av fyrireiking, kann læknavitjanin kortini gerast ein góð uppliving
Tú mást brúka orku – fyri at fáa orku
Tað er vælkent, at skalt tú fáa orku, noyðist tú eisini at brúka orku. Motión er ein av bestu keldunum til orku, men hvaðani skal orkan
koma til at íðka motión? Tey spurdu í einari danskari kanning halda, at arbeiðið krevur so nógva orku, at tey ikki fáa íðka motión í
frítíðini. Ein av stóru avbjóðingunum er, at fólk ikki hava høvi at røra seg nóg mikið á arbeiðsplássinum. Avleiðingin er, at fólk kunnu
koma at dragast við pínu og aðrar trupulleikar í kroppinum. Í gerandisdegnum kann strongd og arbeiðstrýst vera við til at veksa um
sjúkufráveru, og tað minkar um produktivitet og trivnað. Strongd er eisini ein stór avbjóðing á fleiri arbeiðsplássum, sigur kanningin.
Kelda: www.helse.dk
Soleiðis fært tú meira
burtur úr læknavitjanini
heilsa
Heldur tú, at tín lækni ikki kann hjálpa tær, eigur tú at umhugsa
at skifta lækna. Hevur tú ikki neyðuga álitið, eigur tú at fara
til ein annan lækna, sum tú kanst hava størri álit á
Tú noyðist at gera upp við teg sjálvan, um tú yvirhøvur vilt vera
við til at loysa tínar heilsutrupulleikar - ella, um tú helst vil hava
tína fríheit at liva títt lív, soleiðis sum tað nú einaferð er