týsdagur 24. februar 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. februar 2015 · Nr. 23
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takki til tykkum øll, sum gleddu
meg á mínum 80 ára føðingardegi.
Takk til øll, ið hjálptu til.
Vinarlig heilsan
Sofus Boesen
Froðba
nøvn
Tá eg nú siti og hugsi aftur
og minnist míni barnaár – og
nú hesi síðstu árini eg sum
ungur fekk loyvi at hava
abba her, so er tað ein sera
aktivur abbi, sum vísir seg.
Fyrstu ferð, eg slapp at
sita aftan fyri eitt róður á
einum bili og stýra bilinum,
var tá omma og abbi búðu í
Danmark, tá hevði abbi ein
Mercedes bil, eg helt tað var
fantastiskt, at abbi vildi lova
mær tað.
Abbi hevði so nógv jørn
í eldinum altíð, og eg haldi,
at tað var ein blanding av
tí og at eg var so ungur, at
vit báðir ikki fingu eitt so
tætt samband, fyrr enn hesi
seinastu árini, men tá fekk
eg eitt so tætt samband við
abba, sum eg í dag eri sera,
sera takksamur fyri.
Fótbóltur var ein felags
áhugi hjá okkum báðum, og
tá vit tosa føroyskan fótbólt,
so slitu vit okkara fyrstu
fótbóltsgaggur í sama felag,
nevniliga HB, og abbi plagdi
at minna meg og nú eisini
Petur, yngra beiggja mín,
á, at hann bert var 16 ár, tá
hann fyrstu ferð stóð í mál
hjá besta liðnum hjá HB, og
at bæði eg og Petur vóru 17
ár, tá vit fingu møguleikan
... tann góðsligi mátin, hann
segði hetta, elskaðu vit!
Tá tað var enskur fótbólt
ur vóru vit ikki samdir.
Hann helt við Liverpool, og
vit brøðurnir halda við Man
chester United. So leingi
hann orkaði og kundi, høvdu
vit samskifti bæði áðrenn og
aftaná at okkara lið spældu ...
hann dugdi at arga upp á ein
máta, sum ongin annar, við
fáum orðum segði hann tað
so beinrakið, og vit toldu tað
bara, tá hann segði tað.
Hesar síðstu nógvu mán
aðirnar stytti tað abba um
manga løtu, at hann kundi
fylgja við í fótbólti í sjón
varpinum.
Hann fylgdi mær eisini so
tætt, hvat arbeiði viðvíkti, og
tá tað var okkurt, eg skuldi
taka støðu til og kanska
skuldi hugsa um, áðrenn eg
tók avgerð, ja so dámdi hon
um so væl, tá eg fortaldi hon
um tað, og hann fekk loyvi at
geva mær ráð.
Hann dugdi so væl at
lurta, og hann dugdi so væl
at seta seg í støðuna, hvat
tað so var, so kundi eg søkja
mær ráð hjá abba og manga
fortróliga samrøðu høvdu vit
sjúkralegu hansara.
Hann fylgdi eisini væl við
í, hvussu gekk hjá mær at
døma í hondbólti, og tá út
varpað varð frá dysti, har eg
dømdi, ja so legði hann seg
eftir at lurta, hvørji skoðsmál
vit dómarar fingu.
Saknurin er ósigiligur, nú
abbi ikki er hjá okkum longur.
Eg sakni ikki at kunna fara
inn antin í Hósvík hjá ommu
og abba, á LS ella á Mørkina
og sita har og fáa eitt prát
við abba, lætta hjartað fyri
honum um eitthvørt, ella
tá telefonin ringir, at tað
ongantíð aftur skal standa,
at abbi ringir, tað er so hug
tungt at vita.
Hóast tómrúmið er so
ósigiligt, so er tað eisini gott
at vita, at abbi nú er har ongin
sjúka er, tí tað var virkuliga
tungt at síggja, hvussu abbi
bara kundi minni og minni.
Í tí landi ei tár skulu renna,
ongin pína og sjúka skal
níva, har ei særandi sorg er
at kenna, um eitt bil, ja, so
eri eg har.
Ei skal gleðinardagur har
halla, ei skal ivin tá tyngja
mítt sinni, aldri meira vit
snáva og falla, um eitt bil, ja,
so eri eg har.!«
Ærað veri minnið um abba
mín, Thomas Juul Askham.
Abbasonur tín
Thomas Juul
Minningarorð um abba mín
Thomas Juul Askham
Føddur 9. juli 1944 – Deyður 17. januar 2015
Tøkk
Vit vilja hervið takka tykkum øllum
hjartaliga, sum gleddu okkum við at
hátíðarhalda gullbrúdleyp okkara saman
við okkum og familjuni.
Takk fyri gávur, blómur og heilsanir. Takk
tit, sum komu at syngja fyri okkum, takk
til tykkum, sum sungu og spældu uppá.
Takk til okkara barnabørn, sum sungu og
spældu so fitt fyri okkum. Eisini ein tøkk
til familjuna, sum sang fyri okkum um
morgunin.
Tit vóru øll við til at gera okkum dagin so
sera góðan og hugnaligan.
Heilsan
Arnhild og Hilmar Johannesen
155 ára føðingardagur
í sambandi við at Jóna á Horni gjørdist 75 ára gomul 24.
desember og at Sveinbjørn á Horni verður 80 ára gamal 3.
mars halda vit 155 ára føðingardag saman í Lonini í Fuglafirði
leygardagin tann 7. mars kl 18. Øll er hjartaliga vælkomin
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 1. mars verður
Jóhanna Petersen, Saltnes,
90 ár. Dagurin verður hildin
leygardagin 28. februar kl.
17.00 á Teymavirkinum í
Søldarfirði. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
90 ára føðingardagur.
Hósdagin 5. mars verður
Adela Jacobsen 90 ár. Dagur
in verður hildin í missións
húsinum libanon í Sørvági
frá kl 18. Øll eru vælkomin.
85 ára føðingardagur
Leygardagin 28. februar fyllir
Hildigarð Nattestad 85 ár, tey
ið ynskja at heilsa uppá hana,
eru hjartaliga vælkomin í
kjallarin á Missiónshúsinum
í Hvalba millum kl 12.00 til kl.
17.00
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 1. mars verður
Martin Tórgarð 90 ár. Dagurin
verður hildin á Tjarnagarði,
har tey, ið ynskja at heilsa
uppá Martin, eru vælkomin
til ein drekkamunn ímillum
kl. 14:00 og 17:00