Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 25. februar 2015 · Nr. 23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FISKIVINNA: Stór virði kastað fyri borð Reimund Langgaard Tingmaður fyri Sambandsflokkin Fyri nøkrum døgum síðan varð Enniberg tikin, tí at ill­gruni er um, at teir hava tveitt fisk útaftur. Skiparin um­bar seg við, at talan ikki var um heilan fisk, men bara um høvd og fráskurð. Veru­leikin er jú tann, at hesi skipini í dag einans gagnnýta áleið 36% av fiskinum, meðan heili 64% verða blakaðir út aftur í havið. Fiskur er meir enn bara flakið Samlaða kvotan í Barents­ havinum er áleið 30.000 tons. Samlað er sostatt talan um áleið 10.000 tons av flaki, sum í dag verður gagnnýtt. Afturat hesum er talan um áleið 8.700 tons av høvdum, 5.100 tons av ryggjum, 3.000 tons av kílum, 1.800 tons av livur og 600 tons av inn­vøl­ um. Flakini hava eitt út­flutn­ ingsvirði á áleið 400 mió.kr., með­an restin, sum verður blak­að í havið, hevur eitt samlað útflutningsvirðið á áleið 150 mió.kr. Høvdavirkið Havi tosað við stjóran í Faroe Marine Products, og sigur hann, at teir uttan trupulleika kundu framleitt og selt tann partin, sum í dag verður kastaður í havið. Hann leggur afturat, at hetta nokk hevði givið eini 70 eyka ársverk í virkinum. Eisini vildi hetta givið grundarlag fyri, at ordiligt lív kom í, á høvdavirkinum í Suðuroy. Flakatrolarar mótvegis virking á landi Sum støðan er í løtuni, brúka flakatrolararnir sum sagt einans 36% av fiskinum, og verður eitt flak í løtuni selt fyri áleið 40 kr. kg. Hetta svarar til, at útflutningsvirðið av Barentshavstoskinum, sum verður flakaskorðin um­ borð, liggur um 14 kr. kg. av heilum fiski. Til samanberingar verður toskurin seldur fyri áleið 15 kr. kg. á fiskamarknaðinum á Toftum – og varð hann virk­aður í Føroyum, vildi út­ flutningsvirðið verið nærum 25 kr kg. Havi tosað við ein virkis­ leiðara, sum vísti á, at teir brúktu áleið 4 kr. í arbeiðsløn pr. kg. Um vit so roknað 4 kr. kg. og býta hetta við 165 kr. um tíman, so svarar tað til, at teir brúka áleið 24 tímar til eitt tons av fiski. Um vit so falda hetta við 30.000 tons, so fáa vit 720.000 tímar. Um vit so siga, at eitt ársverk er 1.600 tímar, so vildu vit við hesum kunnu skapt 450 eyka ársverk, um allur hesin fiskurin bleiv skorin til flak í Føroyum. Samlað kunnu vit sostatt fáa fleiri enn 500 ársverk afturat á landi burturúr ver­andi Barentshavskvotu – tó mugu vit ikki gloyma at mótroknað, at vit so høvdu eini 100 færri mans við flaka­ trolarunum. Her kann eg tó líka leggja afturat, at partur av Barentshavs-kvotuni ikki verður flakaskorin, men tikin heilur til landið. Men av hesum partinum sleppa kinverjar at bjóða javnt við føroysk virkir, og bjóða tey t.d. 2 oyru meir, so fer fiskurin til Kina at verða virkaður. Her áttu vit avgjørt eisini at lagt eitt gjald á, soleiðis at Landskassin fær eitt nú 2 kr. eyka í tilfeingisgjaldi, um fiskurin fer óvirkaður av landinum. Reiðarin og manningin Í kjakinum um at fáa alt til lands, hava bæði reiðarar og manning víst á, at so skal tað eisini loysa seg fyri teir. Teir tíma ikki at taka eitt nú høvd ella livur til lands, um teir ikki eisini fáa góðan vinning burturúr hesum – hetta gevur teimum jú eyka arbeiði og útreiðslur. Til hetta er at siga, at tá teir fáa kvotuna ókeypis frá landinum, so átti landið at kunnu sett sum treyt, at tit fáa einans loyvi at fiska hetta, um tit eru sinnaðir at taka alt til lands. Eg eri sannførdur um, at um verandi skip ikki vóru sinnaði at fara út at fiska, uttan so at tey sleppa at blaka 64% av virðinum í havið, so høvdu vit funnið annan reiðara og aðra manning, sum var sinnað at fara út eftir hesum virðunum við tí treyt, at alt kom til lands. 805 milliónir fólk hungra Higartil havi eg einans víst á, at tað fíggjarliga er best fyri Føroyar, at øll virðini koma til lands. Men afturat hesum, er eisini eitt sera sterkt etiskt argument. Áleið 805 milliónir fólk fáa ikki nóg mikið av mati sambært The Uni­ted Nations Food and Agri­cul­ ture Organization – hetta samstundis sum vit tveita fleiri 10-tals milliónir máltíðir aftur í havið. Og her kann man leggja afturat, at júst høvdini og ryggirnir eru tann parturin av fiskinum, sum eitt nú fólk í Afrika hava ráð at keypa. Hetta skal verða ein av nógvum broytingum, sum skulu fremjast í einari kom­ andi fiskivinnunýskipan, sum sjálvsagt skal verða gjørd í einari breiðari semju í Løgtinginum. kjak