Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. februar 2015 · Nr. 23 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hví sigur tú at heilsuverkið hevur nokk av pengum? Jenis av Rana ... hendan spurning fekk eg frá einum vælmeinandi vini, sum hevði hoyrt hetta sum tíðindi í útvarpinum. Eg tók mær tíð at greiða henni frá øllum, hví og hvussu, og hugsaði at luta hetta við onnur, sum kanska hava áhuga fyri tí. Tað var á fiski­vinnu­fund­ inum í Klaksvík mikukvøldið, at eg vísti á, at tað ikki er so, sum onkur førðir fram, at onki av tí ríkidømi, Skap­ arin seinastu árini hevur givið okkum, kemur í lands­ kassan, men at alt fer í hend­ ur teirra fáu, sum enntá ong­an skatt gjalda. Eg vísti á, at vit tvørturímóti hava kravt út móti 500 mió. inn í landskassan sum tilfeingisgjald frá vinnuni hesi árini. Harumframt er arbeiðsloysið minka óhoyrt nógv, vinnuvirki eru bygd runt landið og avleiddar vinnur skapa trivna og lív, har áður var um at verða útdeytt. Og at 300 av hesum 500 mió. eru fluttar á fíggjarlógina til almannaverkið, heilsuverkið og skúla- og gransking, bara fyri at nevna nøkur øki! Eg nevndi víðari, at heilsuverkið hevði fingið sín stóra part av hesum, at játtanin til hetta týdningarmikla økið var hækk­að hvørt einasta av teimum árum, vit hava havt ábyrgd av tí, og ikki, sum fjølmiðlar og onnur hava ført fram, vorðið skorið við 22 mió., sum er eitt av tølunum, sum er vorðið brúkt. Spurningurin hjá fjøl­ miðla­fólkunum kom bein­ an­vegin: hevur heilsu-verk­ið nokk av pengum? Mót­ spurn­ingur mín var ”nær hevur man nokk?”, men eg fekk spurning teirra aft­ ur í høvdið. Eg svaraði, at við tí eykajáttan, sum vit góvu undir 3. viðgerð av fíggjar­lógini og vitandi, at heilsumálaráðið og lands­ stýrismaðurin í løtuni fyri­ reika eina umbøn um nýggja, metti eg ja. Og eg ivist onga løtu í, at hendan umbønin um eykajáttan, einar 3-4 mió., fær breiða undirtøku í Løgtinginum. At formaður javnaðar­ flok­sins leitaði aftur til viðgerðina í fíggjarnevndini, áðrenn vit undir 3. viðg. av hesari játtaðu meira pening til heilsuverkið, hoyrir við til andstøðupolitikk, og má skiljast sum so. Men hetta gav mær møguleika at rætta hann, ein rætting, sum journalistarnir ongan áhuga høvdu í at endurgeva, eins lítið sum at siga søguna frá byrjan. Tað kundi jú havt tikið broddin av ætlan teirra, so teir kanska enntá livdu upp til Public Service skylduna- men hví skuldu teir bráddliga farið at gjørt tað? Summa summarun, so vísti eg á, at tær 22 mió í niðurskurði, sum vit verða løgd undir at fremja, er ósatt, og at vit tvørturímóti hava hækka játtanina til heilsuøkið munandi- frá 894 mió. í 2012 til 951 mió. í 2015 (tvs. 57 mió. fleiri)! Nú sigur onkur, at hasar 22 mió. stava frá kørmunum fyri 2016, til tað er at siga, at karmauppskotið fyri 2016 verður ikki lagt fyri Løgtingið fyrrenn í marts. Og eg kann longu nú tryggja øllum, bæði føroya fólki sum heild, men eisini journalistum og andstøðu, at hvørki landstýrismaður Mið­ floksins ella løgtingsmenn Miðfloksins fara so mikið sum at umhugsa at verða við í slíkum, ella øðrum, niður­ skurði innan heilsuverk okk­ara komandi ár! Vit fara miðvíst, sum vit hava gjørt tað higaril í hesari sam­ gonguni, at verða trygdin fyri, at veiku økini, herundir alt heilsuverkið, verða tryggj­ aði! kjak Ja, nær er tað nokk? Signar Dam, kommunulækni Tvøroyri Í hvussu so er ikki á Lands­ sjúkrahúsinum! Eitt rættiliga hitað kjak hevur í seinastuni ging­ið um játtanina til Lands­sjúkra­hús­ ið. Nú nýliga komu tveir politikarar úr ávíkavist minsta og størsta sam­ gongu­flokkinum og siga, at Landssjúkrahúsið fær nokk av pengum tí, játtananir eru øktar ár um ár. Hvat er hetta fyri eitt merkiligt – men gott borgar­ ligt - argument? Játtanin er nevniliga ikki stór nokk, fyrr enn økið er forsvarliga nøktað sæð, frá bæði læknasíðu og patientsíðu! Tað er tað so langt frá. Spyr bert tey kønu á Landssjúkrahúsinum, og spyr t. d. giktasjúklingarnar! Lat meg lýsa hetta við ein­ um dømi: Áðrenn 1999, tá fyrsta bio­logiska giktamedisinið (Remicade) varð góðkent í EU, vóru árligu medisin­út­ reiðslurnar til ein liða­gikta­ sjúkling (hetta er ógvuliga leysliga uppsett ): Ibuprofen 600 mg x 3 dgl svarandi til 1.600 kr árliga. Í 1999 varð giktaviðgerðin revolutionerað, tí tá kom tað sokallaða biologiska medi­ sinið á marknaðin, men tað var dýrt – sera dýrt. Henda viðgerðin kostar einar 150.000 kr árliga fyri hvønn sjúkling. Seta vit so, sum eitt dømi, at Lands­sjúkra­ húsið, áðr­enn 1999 viðgjørdi 50 liðagiktasjúklingar ár­liga, so fáa vit eitt sam­metingar­ rokni­stykki sum sigur, at: 50 sjúklingar á 1.600 kr kosta i alt 80.000 kr við teirri gomlu (og minni góðu viðgerðini) með­an 50 sjúklingar á 150.000 kr árliga við nýggju (og nógv betri viðgerðini), kosta íalt 7,5 mill kr árliga. Altso 80.000 kr móti 7.500.000 kr! Ein munur uppá góðar 7 milliónir krónur! Økja Jenis av Rana, Helgi Abrahamsen og Bárð­ur Nielsen játtanina við 4 milli­ ónum, so kunnu teir siga - halda teir- at teir hava økt játt­anina til Lands­sjúkra­hús­ ið munandi, og tað hava teir eisini. Men tað er ikki nokk! Tí teir hava ikki loyst problemini hjá sjúklingun­ um. Teir hava hugt upp á hesi stóru tølini og sagt: Nei hetta hava vit ikki ráð til!! Vit verða noyddir til at lata onkran svíða! Og tað verða sjúkling­ar­ nir! Samgongan hevur valt: Vit hava ikki ráð at hava eitt vælfungerandi Lands­sjúkra­ hús! Hetta er bert eitt dømi frá Landssjúkrahúsinum, sum lýsir tann rívandi og kostnaðarmikla útviklingin, sum fer fram á medisinska økinum. Vit vita jú, at tað eru fleiri økir á Landssjúkrahúsinum, sum ikki kunnu fylgja við útviklinginum. Ikki tí tey ikki duga ella tí tey ikki vilja, men tí tær ymisku játtananir ikki strekkja til. Ikki tí – pengar eru til. Bara hetta valskeiðið eru inntøkurnar vaksnar við 2,5 milliardum krónum, sum jú ikki eru smápengar, so tað er ikki tí, at vit ikki hava ráð til at hava heimsins besta og tryggasta vælferðarsamfelag, tað krevur bara tað, at Jenis, Helgi, Bárður og hini í samgonguni velja tað. PS: Onkur hevur spurt meg. Hvat feilar? Tú skrivar so nógv fyri tíðina. Ætlar tú at stilla upp til heystar? Nei eg kann vissa øllum, sum hava handa tankan um, at eg ætli mær ikki at stilla upp. Men sum ein sum var við, tá okkara tá góða sosial­skip­ an varð fødd í 1959, og sum minnist tá P. M. Dam legði grundarsteinin til núverandi Landssjúkrahús, so orki eg ikki at síggja tað sum fer fram, uttan at blanda meg uppí.