týsdagur 24. februar 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 25. februar 2015 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Aksel Johannesen ber í bøtuflaka
fyri skeivar pástandir í KvF
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Nú ætlanin tykist at vera
miseydnað, og pástandir
nir afturvístir, er Aksel Jo
hannesen farin í blekkhúsið,
í royndini at verja ágang
in frá KVF ímóti føroysku
fiskivinnuni og undirritaða.
1: Løgtingið samtykt
sølu av veiðiloyvum
Handil
við
veiðiloyvum
hevur verið vanligur, eisini
áðrenn lógin um vinnuligan
fiskiskap kom í gildi í 1994,
og hetta hevur hildið áfram
síðan.
Mál hava verið roynd í
rættarskipanini. Í Føroya
Banka málinum varð stað
fest, at tá siðvenjan var,
at veiðiloyvið fylgir við til
nýggjan eigara av skipi í
fríari sølu, er tað ikki sakligt
at taka aftur veiðiloyvið við
eigaraskifti, sum fór fram við
tvingsilssølu.
Við
lógarbroytingini
í
1998, løgtingsmál nr. 3/1998,
varð grein 8 í lógini broytt
grundleggjandi, m.a. fyri at
gera handlar av veiðiloyvum
lættari (serliga grein 8, stk.
2). Hetta, saman við broyt
ingunum í greinunum 14 og
15, gjørdi, at umsetiligheitin
endaliga var staðfest í lógini.
2-3: Vinnunevndin
og Løgtingið samd
um umsetiligheit
Við at lesa álitið frá Vinnu
nevndini í løgtingsmáli nr.
3/1998 sæst, at ein samd
Vinnunevnd, eisini umboðið
hjá Javnaðarfl., tók undir við
broytingunum.
Ósemjan í Vinnunevndini
snúði seg um ásetingina
av fiskidøgum fyri fiski
árið 1998/99, grein 1, nr. 24,
umframt umseting av fiski
døgum millum undirbólk
arnar 3 og 4B og onki annað.
Hetta kemur eisini týðu
liga til sjóndar við atkvøðu
greiðsluni við 2. viðgerð:
“3/1998 Uppskot til løg
tingslóg um broyting í løg
tingslóg
um
vinnuligan
fiskiskap
Broytingaruppskot
frá
samdari Vinnunevnd til § 1,
nr. 17 (§ 14, stk. 1 og 2) og nr. 18
(§ 15) samtykt 26-0-0. § 1, nr. 17
og nr. 18 soleiðis broytt sam
tykt uttan atkvøðugreiðslu.
Broytingaruppskot
frá
meirilutanum
í
Vinnu
nevndini til §1, nr. 24 (§ 29,
stk. 1) samtykt 16-0-10. Broyt
ingaruppskot frá minnilutan
um í Vinnunevndini til § 1, nr.
24 (§ 29, stk. 1) burturdottið.
Uppskot
landsstýrisins
soleiðis broytt samtykt 16-
10-0. Uppskotið fer soleiðis
samtykt til 3. viðgerð.”
Hetta vísir eisini, at Løg
tingið var samt um um
setiligheitina, greinarnar 8,
14 og 15.
4: Makrelbýtið
kann broytast:
Eg kann broyta makrelbýtið,
men fyri at hetta skal
kunna gerast, skulu saklig,
lóglig og viðkomandi atlit
leggjast til grund. Tað, at ein
vinnurekandi ger avtalu um,
at ein annar fiskar kvotuna,
er ikki grundarlag nokk til,
at hesin ikki skal fáa kvotu
árið eftir. Tað átti Aksel
Johannesen at vita.
5: Øll skulu
rinda skatt:
Sjálvsagt skulu øll rinda
skatt. Eg fari ongantíð at
verja nakran, sum ikki vil
rinda skatt. Eg segði onki
um, at feløg ikki skulu rinda
skatt.
Eg eri ikki fyri, at útlend
ingar skulu eiga í feløgum,
sum hava rætt til at gagnnýta
fiskiríkidømið.
Eg vardi fyritøkuna í
Klaksvík, tí eg helt, at við
gerðin í KVF av fyritøkuni
ikki var røtt.
6: Landsstýrismaðurin
framdi makrelbýtið:
Eg framdi makrelbýtið í 2012.
Yvirskipaðu meginreglurnar
vórðu viðgjørdar í politiska
fylgibólkinum. Tað kunnu
limirnir í bólkinum váttað.
Eg hevði ikki dokumen
terað tað, sum eg gjørdi í
2012 nóg væl. Tí hevði Um
boðsmaðurin torført við at
síggja, hvørji saklig, lóglig
og viðkomandi atlit lógu til
grund fyri býtinum. Hesin
feilur var rættaður árið eftir,
tá makrelbýtið fyri 2013 fór
fram.
Makrelbýtið í 2012 bygdi á
saklig, lóglig og viðkomandi
atlit.
Umboðsmaðurin
segði,
at tað var ólógligt, tá Fiski
málaráðið í 2012 flutti veiði
loyvir til línufiskiskap á skip,
sum høvdu verið ídnaðarskip.
Hetta varð eisini rættað í
samb. við makrelfiskiskapin
í 2013.
Eg fari ikki at taka dag
ar ímillum, hvør hevur rætt,
umsitingin í Fiskimálaráð
num ella Umboðsmaðurin,
men vit taka niðurstøðuna
hjá Umboðsmanninum til
eftirtektar.
Uppáhaldið hjá KVF um,
at línuskip ikki kunnu fiska
makrel, var eisini skeivt.
Tað vístu upptøkurnar, sum
Eyðstein Poulsen hevði gjørt
umborð á Ågot í 2012.
Aksel Johannesen kundi
hóskandi greitt lesaranum
frá, hvussu makrelbýtið í
2011 fór fram, tá hann var
mitt í rokinum, og hevði
tann heiður at skipa fyri
virkseminum hjá Lafayette,
sum keypti og tók ímóti
makreli og sild í føroyskum
sjógvi.
7-8: Fiskivinnan gagn
ar øllum samfelagnum:
Aksel Johannesen gevur fólki
ta fatan, at tey vinnurekandi
í fiskivinnuni onki annað
gera enn at selja/keypa fiski
rættindir, men so er ikki.
Nærum øll rættindini verða
gagnnýtt av teimum, sum fáa
atgongd til kvoturnar.
Vit eru vælsignað við
stórum fiskiríkidømi. Stóð
tað til Aksel Johannesen
og Javnaðarfl., høvdu vit
ikki “makrelríkidømi” sum
grundarlag
undir
okkara
búskapi.
Tá vit í 2010 fóru undir at
vinna tjóðini størri rættindir,
stríddist Javnaðarfl. ímóti av
øllum alvi. Tann søgan kann
bíða til eina aðru ferð.
Lesarin
kann
sjálvur
ímynda sær, hvussu støð
an hevði verið í m.a. Heilsu
verkinum, um vit ikki høvdu
vunnið okkum rættindir til
“makrelríkidømið”.
Samanberingin við polit
isku teoriina “trickle down”
er heilt burturvið.
Málið
hjá
okkum
er,
at øll skulu fáa ágóðan
av tí ríkidømi, sum tjóðin
eigur. Tí fegnast vit um
tey arbeiðspláss og tann
framburð, sum er skaptur í
fiskivinnuni kring alt landið.
Vinningurin,
pengarnir,
arbeiða í vinnuni og skapa
vøkstur, og harvið vælferð
til okkum øll.
Alt hetta sæst aftur í
teimum lyklatølum, sum eyð
kenna ein sunnan búskap.
Vit handla rætt til frama
fyri flest, og taka ábyrgd av
tí vit gera. Aksel Johannesen
er tíverri farin upp í kórið
hjá teimum, sum seinastu
vikurnar hava sátt iva um
arbeiðið, hugburðin og ætl
anirnar hjá teimum, sum
arbeiða í fiskivinnuni.
Hanus Samró
Løgtingsmaður fyri
Fólkaflokkin
Sjúrður Skaale, fólkatings
maður, skírir um vikuskiftið
løgmann fyri at skaða før
oyska
umdømið.
Tað
er
enn eitt greitt dømi um, at
Sjúrður arbeiðir ímóti før
oyskum áhugamálum. Løg
maður gjørdi bara tað, sum
Atli Dam, fyrrverandi løg
maður og formaður í Javn
aðarflokkinum, gjørdi í 1977.
Russland
27. november tað árið skrivaði
Atli Dam, løgmaður, undir
sínámillum fiskiveiðuavtalu
við Sovjetsamveldið. Hóast
fiskiveiðuavtalan stríddi móti
donskum og vesturlendskum
sjónarmiðum, gjørdi løgmað
ur tað alíkavæl, tí avtalan
tænti føroyskum áhugamál
um.
Hetta má metast at vera
djarvasta og týdningarmesta
avgerðin í føroyskum uttan
ríkispolitikki,
tí
føroyska
kravið í 2009 um hægri
makrelkvotu bygdi m.a. á av
taluna, sum Atli Dam gjørdi
við USSR í 1977.
Javnaðarflokkurin
ar
beiddi ímóti hægri makrel
kvotu
Hetta er ikki fyrstu ferð,
Sjúrður Skaale og Javn
aðarflokkurin arbeiða ímóti
føroyskum
áhugamálum.
Tá Jacob Vestergaard ásetti
hægri makrelkvotu, gjørdi
Aksel V. Johannesen greitt, at
Javnaðarflokkurin tók ikki
undir við ætlanini. Sjúrður
Skaale,
fólkatingslimur,
hevði møguleika at atkvøða
ímóti
handilsbanninum
hjá ES, men nei, tað gjørdi
hann ikki. Hann atkvøddi
blankt. Ístaðin vildi fólka
tingsmaðurin nakrar mán
aðir seinni hava Føroyar at
lima seg í ES!
Handilsavtalan
hjá løgmanni
Eg taki frástøðu frá russisku
innrásini.
Vónandi
finna
Russland og Ukraina perma
nenta loysn, so at vit aftur
fáa frið í Eysturevropa.
Men
søguliga
hevur
Russland verið okkara sam
starvspartnari. Tað sóu vit
undir ES boykottinum. Eingin
vildi hava nakað við Føroyar
at gera. Uttan Russland. Teir
vildu fegin taka ímóti okkara
sild og makreli. Tí var tað
rætt av løgmanni at gera
handilsavtalu við Russland.
Avtalan kostar kanska her
og nú, men upp á longri sikt
tænir avtalan føroyskum
áhugamálum.
Sjúrður arbeiðir ímóti føroyskum áhugamálum