Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. februar 2015 · Nr. 23 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Vilmund Jacobsen Bygginummar 38 hjá KJ Hydraulik á Kambsdali, sum er alibátur til Marine Harvest Føroyar, varð handaður við móttøku á bryggjuni í Fugla­ firði seinnapartin í gjár. Rinkusteinur er skrásettur at hoyra til Oyndarfjørð, og tað liggur líka sum í navn­in­ um, at so er. Báturin skal serliga brúk­ ast til arbeiðsbrúk í ali­ virk­seminum, sum Marine Har­vest Føroyar hevur á Oyndar­firði. Rinkusteinur er 14 metrar langur og 7 metrar breiður, og hetta gevur eitt samlað dekspláss á slakar 100 fer­ metrar. Burtur av hesum fer stýr­húsið, men framvegis hev­ ur nýggi alibáturin eitt velduga stórt arbeiðsdekk og góðan kranakapasitet við einum 40 TM Palfinger-krana. Sosialurin og in.fo fara við myndum at venda aftur til ítøkiliga alibátin, sum varð handaður í gjár. Seks alibátar KJ hevur seinasta árið havt úr at gera við at byggja ali­ bátar til føroysku ali­vinn­ una, og síðan byrjanina av undanfarna ári hevur fyri­ tøkan bygt ikki færr enn seks bátar, harav báturin, sum nú er latin Marine Harvest Føroyar, er hin seinasti í hesi røðini. Tað tekur millum 10 og 12 vikur at gera ein alibát kláran, eftir at skrokkurin, sum eisini er teknaður á Kambs­dali, er komin úr Let­ landi. Tað var alifyritøkan Luna, sum fekk tann fyrsta alibátin í 2014, Bakkafrost hevur fing­ið fýra, og at enda eigur Marine Harvest Føroyar henda seinasta. Hesir seks alibátarnir hava eitt byggivirði á umleið 30-35 miljónir krónur. KJ eigur alt Í sínari tíð vórðu tilsamans 17 bátar bygdir á Eiði, og síðan hevur KJ Hydraulik nú bygt 21 bátar aftrat. Stálarbeiðið til teir mongu seinastu bátarnar er gjørt í Letlandi, men tað er KJ, sum eigur alt konseptið. Skrokkarnir við dekki, húsi og mastur koma tómir úr Letlandi, og síðan verður alt arbeiði, íroknað sandblásing, máling og allar instalatiónir, gjørt her heima í Føroyum. Teir størstu alibátarnir, sum KJ Hydraulik byggir, eru 14 metrar langir og sjey metrar breiðir, og tað er ein slíkur bátur, sum Rinku­ steinur hjá Marine Harvest Føroyar er. Eisini uttanlands Men, KJ hyggur eisini út um landoddarnar, og áhugi er eisini fyri alibátu, og ali­ringum hjá felagnum uttan­lands. KJ hevur áður bygt onkrar alibátar til útflutnings, og herfyri fekk felagið sáttmála við alifelag í Hetlandi um ein stóran alibát, sum skal leverast í apríl. Rinkusteinur handaður Marine Harvest Føroyar KJ Hydraulik hevur nú bygt seks alibátar í eitt ár. Tað var alifyritøkan Luna, sum fekk tann fyrsta alibátin í 2014, Bakkafrost hevur fingið fýra, og at enda eigur Marine Harvest Føroyar henda seinasta Vilmund Jacobsen Tá frægast hevur gingist hjá føroyska línuskipaflotanum seinnu árini, hava tey skip, ið hava havt størsta veiði­virðið, sjáldan fiskað fyri meira enn einar 15-17 miljónir krónur. Eitt slíkt ár hevur veiði­ nøgdin hjá hesum skipum ligið millum 1300 og 1500 tons. Men, í ár sær øðrvísi út hjá einum parti av føroyska línuskipaflotanum - í øllum førum hjá teimum skipum, sum hava verið á Flemish Kap síðan fyrst í hesum árinum. Norðlýsið veit at siga, at Líggjas Johannesen, skip­ ari á línuskipinum Klakki, er sera væl nøgdur við fiski­ skapin á Flemish Kap í ár. – Vit eru nú farnir at sigla, hava fiskað 470 tons og hava selt fyri 10 miljónir krónur. Vit høvdu eina vánaliga ferð yvir, men veðrið hevur verið av tí besta, meðan vit hava fiskað. Í samrøðu við Norð­lýs­ ið sigur skiparin, at fiski­ skapurin á Flemish Kap hevur verið sera góður, undantikið seinastu dag­ar­ nar á túrinum. – Tað eru 55 dagar, síðan vit fóru av Klaksvík, og helvtin av tíðini er farin til sigling, harav vit einaferð hava verið inni og landað, sigur Líggjas Johannesen. Føroyski línuskipaflotin hevur sum heild ikki havt tað serliga gott í fleiri ár, tó at nøkur skip hava havt rímiligan rakstur. Nú bendir so alt á, at før­ oyska línukvotan á Flemish Kap fer at geva nøkrum av okk­ara línuskipum eitt týdn­ingarmikið íkast í ár. Eitt andarhol hjá línuflotanum Alt bendir á, at føroyska línukvotan á Flemish Kap er eitt týdningarmikið íkast hjá nøkrum av føroysku línuskipunum í ár Klakkur hevur fiskað fyri 10 miljónir krónur á Flemish Kap í ár, og tað er óføra gott. Mynd: Dávur Winther KJ Hydraulik hevur bygt seks alibátar í eitt ár fyri umleið 30-35 miljónir krónur. Mynd: Vilmund Jacobsen