týsdagur 24. februar 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
fótbóltur 2015
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
Fótbóltur 2015
Fótbóltsblaðið hja Miðlahúsinum
Útgevari: Sosialurin
25. februar 2015
Redaktørur:
Tróndur Arge
Blaðfólk:
Tróndur Arge
Jóannes Hansen
Hilmar Jan Hansen
Grafisk sniðgeving og umbróting:
Pætur Eyðunsson Jensen
Myndir: Álvur Haraldsen
Prent: Prentmiðstøðin
Fyri sekstandu ferð gevur Sosialurin út Fótbóltsblaðið, sum er ein upptakt til komandi
kappingarárið í fótbólti. Blaðið er ætla teimum, sum fylgja við bestu deildini í føroyskum
fótbólti. Tíðirnar eru broyttar nakað, men blaðið heldur fast í sama leisti
Kappingarárið 2015 sær út til at blíva eitt spennandi kappingarár, har tað tykist óvan
liga torført at spáa um útfallið í Effo-deildini. Í oddinum tykjast trý feløg stríðast fyri
FM heitinum, men øll hava ymiska motivatión. B36, sum ongantíð hevur endurvunnið
eitt FM. HB, ið altíð hevur FM sum mál, og so Víkingur, ið aldrin hevur vunnið FM.
NSÍ bleiv nummar fýra í fjør, og ætlar sær ikki at uppgeva rættin at spæla í Evropa
uttan stríð. Hinvegin, so hava KÍ og ÍF styrk nógv um hópin. Tey tykjast av álvara, at
ætla sær at gera seg galdandi um fjórða plássi. Og hvør veit, kanska eisini um heiðurs
merki.
AB hevur eitt mál um at gróðurfesta seg í bestu deildina, men tykist í løtuni vera í
kapping við tríggjar ókendar faktorar. EB/Streym, TB og FC Suðuroy. EB/Streymur er í
holt við at endurbyggja felagið, meðan TB og FC Suðuroy satsa nógv upp á útlendskar
spælarar, sum vit ikki heilt kenna styrkina á.
Í hesum blaðnum hava vit hóparnar hjá øllum feløgunum í Effo-deildini, men tað er
við tí fyrivarni, at flytingarvindeygað ikki letur aftur fyrr enn 16. mars. Sostatt kunnu
flytingar koma fyri, men tað kanst tú altið lesa um í Sosialinum og á in.fo.
Fótbóltshøll
Kappingarárið 2015 ferð í søguna, sum eitt av árunum, har vit fingu staðfest, at vit
mugu hava eina fótbóltshøll við einum innandura fótbóltsvølli. Landsdystir í mars eru
eftirhondini gerandiskostur, og av tí sama verður eisini roynt at byrja landskappingina
so tíðliga sum gjørligt. Veðrið hevur arga síðani ársskiftið, og flestu feløgini kunnu ikki
siga, at liðið er endaliga klárt til kappingarbyrjan, tá 1. umfar rullar 1. mars.
Stórsteypadysturin bleiv spældur farna vikuskiftið í kulda og kava. Hetta kunnu vit
ikki bjóða okkara fótbóltsspælarum. Næsta stig er, at vit hava ein fullan vøllin, sum
er innilukkaður, so at vit kunnu spæla venjingardystir og slíkar dystir undir spælandi
umstøðum.
FSF í brennideplinum
Fótbóltssamband Føroyar hevur gjørt stór framstig seinnu árini. FSF var ávegis á
heysin fyri ikki so langari tíð síðan, men í dag hevur FSF milliónir í yvirskoti. Hetta er
at fegnast um. Eisini byrjar Tórsvøllur at síggja út sum ein altjóða leikvøllur, nú nýggja
FSF er komið upp at standa, umframt at tak er komið yvir aðra langsíðuna.
Kappingarárið 2015 er ikki byrjað, men longu nú hevur fyrsta hendingin sett
sín dám á føroyskan fótbólt. FSF hevur valt einki at gera við málið, og tað eru tað
ymiskar meiningar um. Í 2014 vóru eisini nøkur mál frammi. Vónandi verður hetta eitt
kappingarár uttan tær stóru ósemjurnar á skrivaraborðinum.
Landsliðið spennandi ár
Í 2015 skal landsliðið spæla ikki færri enn seks landsdystir. Fyrsti dysturin er longu
29. mars og seinasti dysturin verður spældur 11. oktober. Eftir bragdið í Grikkalandi,
har Føroyar vunnu 1-0, so verður avbjóðingin í ár, at byggja víðari upp á tað góða
úrslitið.
Áhugin fyri føroyska landsliðnum er vaksandi, og tí koma góða úrslitið eisini væl við.
Nú er at vóna, at viðgongdin millum føroyska fólkið heldur fram. Tað hevur føroyskur
landsliðsfótbóltur uppiborið.
Fylg við ítróttinum í ÍtróttarSosialinum
Eins og altíð, so gera vit í Miðlahúsinum nógv burturúr føroyskum fótbólti. Vit vóru
einasti miðilin í Grikkalandi, tá Føroyar vunnu. Vit royna at verða til flestu dystirnar,
so vit í størri mun kunnu greiða frá hvat veruliga hendir.
Á in.fo, sum er tíðindaportalurin hjá okkum, leggja vit stóran dent á at fáa bráð
fengistíðindini út. Vit fylgja væl við í fótbóltsheiminum, og hava eisini eitt hav av
myndum frá nógvum dystum. Vit leggja stóran dent á, at hava beinleiðis frásøgn
frá flest øllum dystum.
Í ÍtróttarSosialinum, og Sosialinum sum heild, leggja vit dent á bakgrundssøguna.
Hví vunnu ella taptu Føroyar, og vit hava »Dysturin hesa vikuna«, har vit eisini gera
spælarametingar. Hetta er ein stór ábyrgd, sum vit taka í stórum álvara.
Njóti kappingarárið
Tað stutta av tí langa er, at 2015 hevur nógv at bjóða upp á í føroyskum fótbólti. Effo-
deildin, Løgmanssteypið, A-landsliðið og U21-landsliðið. Umframt hetta, so hava vit
nógvar útisetar, ið eru í spennnadi støðum í bæði størri og smærri feløgum uttanlands.
Fótbóltur er eitt spæl við kenslum og soleiðis verður eisini í 2015. Tað gleða vit
okkum til.
Gott kappingarár!
Fótbóltsblaðið til tín
Tróndur Arge