týsdagur 24. februar 2015síða 35
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
fótbóltur 2015
FRAMSKYGDUR SAMSKIPARI
TIL FØROYA STØRSTU ÍTRÓTT
Fótbóltssamband Føroya søkir eftir nýggjum samskipara at menna
føroyskan fótbólt fyrisitingarliga og styrkja sambandið millum
føroysku feløgini og FSF.
Sum samskipari kemur tú at hava ein lyklaleiklut í fyrisitingardeild FSFs, har tú verður liðskipari. Saman við leiðsluni skalt tú raðfesta
fyrisitingarligar uppgávur, og eftir hesum skipa arbeiðsdagin hjá starvsfólkunum á deildini. Eisini skalt tú seta í verk mannagongdir og
verkætlanir, ið betra fyrisitingina av føroyskum fótbólti og tænastuna til feløgini.
Fyrisitingardeildin avgreiðir fyrisitingarligar uppgávur í sambandi við heimligu fótbóltskappingarnar, menning og útbúgvingar, samskifti og
kunning, umframt vanligar skrivara- og skrivstovuuppgávur. Fyrisitingardeildin er sett saman av seks starvsfólkum, sum frammanundan í
stóran mun hava fyrisitið hvørt sítt arbeiðsøki. Arbeiðshátturin verður tó nú broyttur, soleiðis at arbeiðsuppgávurnar verða knýttar at fyrisit-
ingardeildini, heldur enn einstaka starvsfólkinum. Sum samskipari skalt tú arbeiða fyri, at innanhýsis arbeiðsgongdir verða mentar og tryggja
støðuga tænastu til limafeløgini og aðrar áhugapartar.
Umframt samskipandi leiklutin í fyrisitingardeildini, er høvuðsuppgávan hjá samskiparanum at røkja sambandið millum FSF og feløgini. Tú
skalt gjøgnum regluligar vitjanir hjá feløgunum ogna tær gott innilit í tørvin hjá limafeløgunum á ítróttar- og fyrisitingarliga økinum. Grundað á
hesa vitan skalt tú saman við leiðslu FSFs gera átøk og seta í gongd verkætlanir, sum á bestan hátt stuðla feløgunum í avbjóðingum teirra.
Menningin av føroyskum fótbólti fer í stóran mun fram í feløgunum, og tú fert tí at hava ein týdningarmiklan leiklut í hesi menning, tá tú skalt
tryggja, at feløgini verða stuðlaði á bestan hátt í felagsskapinum.
Førleikar
Tú skalt hava útbúgving frá hægri lærustovni innan leiðslu og samskifti, búskap,
almenna fyrisiting ella líknandi. Eisini er krav, at tú hevur arbeiðsroyndir innan
fyrisiting, prosjektleiðslu og menning av felagsskapum.
Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur
• góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl
• vilja og evni at royna nýggjar leiðir
• góðan málførleika í føroyskum og enskum
Løn sambært avtalu.
Freist
Freistin at søkja starvið er 9. mars. Umsóknir skulu sendast við telduposti til
virgar@fsf.fo. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Virgar Hvidbro, aðalskrivara, tel. 29 19 75.
Høvuðsendamál Fótbóltssamband Føroya er at fyriskipa fótbóltskappingar og fótbóltstiltøk, og støðugt menna,
stuðla og vekja áhuga fyri fótbóltsspælinum. 4.500 virknir fótbóltsleikarar eru í Føroyum og uppaftur fleiri fylgja
liðunum. Fótbóltur er tí týðandi partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyskum familjum og føroysku miðlunum.
FSF varð stovnað í 1979, og í dag arbeiða 11 starvsfólk í umsitingini hjá FSF umframt venjarar og onnur hjálparfólk.