týsdagur 24. februar 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
fótbóltur 2015
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
B36 ætlar sær
at skriva søgu
Bóltfelagið B36 meistari
Tað er ongantíð eydnast B36 beinanvegin at endurvinna
meistaraheitið. Nú er hetta stóra avbjóðingin hjá nýggja venjaranum
Eyðuni Klakstein og liðnum, ið er spekkað við FM vinnarum og
evnaríkum ungum monnum, sum bjóða royndu spælarunum av
Setningurin hjá B36 er at verja FM heitið.
Undan kappingarbyrjan í fjør vóru tey ikki
so mong, sum roknaðu við, at FM steypið
fór at enda í skápinum í sunnaru hús
unum í Gundadali. Tá ið 27 umfør vóru
avgreidd, vísti støðutalvan, at B36 var eitt
stig frammanfyri næsta kappingarneytan.
Tølini kundu bent á, at endaligi sigurin var
tepur, men soleiðis var tað ikki. B36 var
meistari undan síðsa umfari. Munurin aftur
til avbjóðararnar var stutt eftir summar
steðgin sjey stig, og í nógv umfør var hann
fýra stig.
Spurningurin er nú, um tað fer at
eydnast, sum árstalsfelagið ongantíð
áður hevur megnað. B36 hevur tíggju
ferðir vunnið FM, men higartil hevur tað
ikki eydnast beinanvegin at endurvinna
FM heitið. Styttstu tíðarskeiðini millum
meistaraheitini vóru frá 1946 og til
1948 og frá 1948 og til 1950. Síðani
oyðimarkargongdina frá 1962 og til 1997
eru fimm FM heiti, ella helmingurin av
samlaða talinum, vunnin, og eftir 2011
varð FM aftur vunnið í 2014. Gongdin síðani
aldarskiftið bendir á møguleikan fyri, at
tað skjótt skal eydnast beinanvegin at
endurvinna FM heitið.
Hvíttklædda felagið fyrireikar seg at
skriva søgu. Í fjør varð ikki roknað við
B36, sum tók tey flestu á bóli. Nú verður
roknað við, at meistararnir fara at bjóða av.
Merkisvert er tað, at B36 ikki síðani 1960
hevur megnað meiri enn bronsupláss árið
eftir FM sigur. Tað ger ikki avbjóðingina hesa
ferð minni áhugaverda!
Tað var vorðið sum skelkur, tá ið boðini
bórust, at Sámal Erik Hentze ikki fór at
halda fram í venjarasessinum. Leiðlsan
gjørdi skjótt av, og Eyðun Klakstein er
nýggjur B36 venjari. Hann hevur royndir
við at mynda nýtt lið. Nú hevur hann fingið
ábyrgdina av nógvum royndum spælarum
og nøkrum, sum stríðast fyri at vinna pláss
í B36 hópinum.
Tórður Thomsen og Trygvi Askham
kappast um plássið millum stólparnar.
Odmar Færø, Hørður Askham og Andrias
Eriksen eru bestu boðini upp á mið
verjupláss. Høgni Eysturoy og Jónas
þór Næs og Alex Mellemgaard eru
vongverjar. Róaldur Jacobsen og Hanus
Thorleifsson eru sentralir miðvallarar.
Í fjør var Lukasz Cieslewicz ivaleyst
týdningarmiklasti spælarin. Tá var hann
sentralur miðvallari. Uttan mun til, um
hann verður í tí plássinum, ella um hann
verður álopsspælari, so verður framúr
póllendingurin lyklaspælari.
Superveteranurin Jákup á Borg er upp
settur at taka málmetið frá John Petersen,
Hans Pauli Samuelsen er ætlaður at taka
sær av framrættaðu ódnini í vinstru,
og Ibrahima Camara er keyptur at røkja
fremsta plássið og harvið at skjóta málini.
Hjá ungum og óroyndum monnum man
tað kennast ræðandi at hava omanfyri
nevndu at kappast við. Í fjør var eyðsýnt,
at fleiri av ungu monnunum nú eru búnir at
spæla við. Her verður eitt nú hugsað um
Benjamin Heinesen, Høgna Midjord, Árna
G. Nielsen, Bjarna Petersen, Gest B. Dam,
Eli Falkvard Nielsen, Petur Petersen og
Hannes Agnarsson.
Meistari (10) 1946, 1948, 1950, 1959, 1962, 1997, 2001,
2005, 2011, 2014
Steypavinnari (5) 1965, 1991, 2001, 2003, 2006
Greipuvinnari (1) 2001
Í bestu deildini (71 ár) 1942-1943, 1945-1984, 1986,
1988-
Í Europa (13) 1992, 1997, 1998, 1999, 2000, 2002, 2004,
2005, 2006, 2008, 2009, 2012, 2014
B36 Stovnað 28. mars 1936 Formaður Heiðrikur Christiansen
2
V
i
t
t
i
p
p
a
Hópurin
Venjari Eyðun Klakstein
1
Tórður Thomsen
25 Trygvi Askham
2
Andrias Eriksen
3
Jónas Þór Næs
4
Robert Heðin Brockie
5
Odmar Færø
8
Hørður Askham
17
Alex Mellemgaard
20 Høgni Eysturoy
22 Bjarni Petersen
6
Eli Falkvard Nielsen
7
Hans Pauli Samuelsen
10 Róaldur Jacobsen
12
Pætur Petersen
13
Gestur B. Dam
18 Benjamin Heinesen
19
Árni Guldborg Nielsen
24 Hanus Thorleifsson
9
Jákup á Borg
11
Lukasz Cieslewicz
14 Hannes Agnarsson
29 Ibrahima Camara
Tilgongd: Ibrahima Camara, Hans Pauli Samuelsen, Jónas Tór Næs
Frágongd: Adeshina Lawal, Símun Joensen, Rógvi Poulsen,
Klæmint Matras, Jákup Højgaard, Rasmus Dan Sørensen