Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. FEBRUAR 2015 SOSIALURIN 24 7 kanska hevði gikt. Og hann gjør di alt fyri eitt av at senda meg víðari til reuma to login. - Hann segði seg bein an vegin vera púr a sta vísan í, at tal an var um gikt, men hann ynskti tó eisini eina MR-scann ing, sum varð gjørd við tað sama. Alt hetta tók tveir tímar, og tá úrs lit ið av scanningini var klárt eina viku seinni, var illgrunin stað fest ur. Eg hevði gikt, og hann gav mær til vís- ing til Pero Sore, sum er gikta lækni heima í Føroyum. Tvey sløg av gikt Í dag kann Tommy ilskast um, at tað ikki var nakar føroyskur lækni, sum sendi hann til giktaserfrøðingin eitt sind ur fyrr. - Sjálvandi roynir tú at trúgva lækn unum, tá teir siga, at tað kanska er hetta og kanska hatta. Men eg skal erliga viðganga, at eg fyri ein stóran part hevði mist álitið á heilsu skipan ini. - Tann einasti, sum veruliga gav mær rætt í, at okkurt var galið, var kiro prakt orurin – Finn Johannesen - sum eg gekk hjá. Hann segði við meg, at tað var ikki rætt, tá pínan á hald- andi vers naði hó ast við gerð ir nar. Sjálv út søgn in hjálp ti kans ka ikki so nógv, men her var í øll um før um onkur, sum gav mær rætt í, at okk urt var gal ið. - Sjálvandi er altíð lætt at vera eftir klókur, men sum eg havi skilt tað, so kundi ein giktalækni longu út frá vanligu røntgen-myndunum fingið ein ill gruna um gikt, og so hevði eg slopp ið undan fleiri árum við pínu. Afturkomin varð alt fyri eitt farið und ir at finna røttu viðgerðina til Tommy. Tað var tó ein hvøkkur hjá hon um, tá hann eftir fleiri kanningar fekk at vita, at hann hevði ikki minni enn tvey ymisk sløg av gikt. - Eg hevði nakað av útsletti eisini, og tí sendi Pero meg til húðlækna. Og har varð staðfest, at talan var um eitt annað slag av gikt eisini. Aloftast ber til at staðfesta gikt við blóðroyndum, men tað er tó ikki altíð. Men sjálvt Pero Sore var heldur bilsin um, at eg skul di hava tvær typur av gikt, sum ikki sóust aftur í nakrari blóðroynd. Leita enn At talan er um tvey sløg av gikt, ger við gerð ina hjá Tommy heldur truplari, og enn hevur tað ikki eydn- ast at finna røttu viðgerðina, sum kann hava tamarhald á báðum sjúku- num. - Tað er framvegs neyðugt, at lækn in fylgir viðgerðartilgongdini sera neyvt. Tað kann vera, at vit í nakr ar mánaðir hava tamarhald á aðr ari sjúkuni, men at hin so aftur ger um seg. - Sum sagt, so kann eg framvegis ilsk ast um, at tað ikki eydnaðist at finna fram til sjúkuna nakað fyrr. Tað hev ur eisini kostað óneyðuga nógv. Bæði hjá mær sjálvum, tí eg havi brúkt nógvan pening til heilivág og við gerðir av ymsum slag. Men eisini hjá annars tolna arbeiðsplássinum. Tað er sjálv andi heldur einki serligt hjá famil ju ni, tá eg havi gingið soleiðis í fleiri ár, men eg royni bara at leggja hetta afturum meg og líta frameftir ístað in. - Vit eru ikki komin heilt á mál við at finna rætta blandið av heilivági, men saman við Pero royni eg at finna heilt røttu samansetingina av øll um teimum mongu sløgunum av heili- vági, sum eru. Tí kennist tað í hesum døg um heldur ørkymlandi, at einasti gikta læknin í landinum stendur til at fara úr sínum starvi. - Men tað gongur framá. Eg fái vant nakað av ítrótti. Kropsliga eri eg nógv betur fyri, og av i sama man livi mátin vera batnaður eini 80%. Tað ger eisni, at eg klári mítt arbeiði til fulnar. Nú kenni eg meg aftur sum ein aktivan og gevandi part av sam- felag num, og tað í sjálvum sær er ein alt av ger andi fortreyt, um tú skalt hava eina nøktandi lívs góðsku, sig ur Tommy M. Jacob sen. Visti tú? Giktasjúkur kunnu ikki lekjast, men rætti heilivágurin kann taka sjúkueyðkennini burtur og gera, at sjúkan ikki versnar »Ein giktalækni kundi longu út frá vanligu røntgen- myndunum fingið ein illgruna um gikt, og so hevði eg sloppið undan fleiri árum við nógvari pínu.« Fakta: Ósjónliga fólkasjúkan  Gikt – sum undir einum felagsheiti eisini verður nevnt »vødda- og beinagrindssjúkur« – er mest vanliga kroniska sjúkan.  Í Danmark verður mett, at 8. hvør persónur hevur ella fer at fáa trupulleikar við gikt.  Í Føroyum finnast ikki neyv hagtøl, men Pero Sore, sum er giktalækni, hevur ført fram, at talan í Føroyum helst er um á leið 7. hvønn persón.  Hetta merkir, at nærum 7.000 føroyingar hava, hava havt ella fara at hava gikt.  Av hesum er aktivi parturin – tey sum í løtuni hava tørv á ambulantari viðgerð – eini 1.500 í tali.  Gikt fevnir um fleiri enn 200 ymiskar diagnosur.  Pína í liðum, ryggi og vøddum er felags fyri mest sum allar giktasjúkur. Mest vanligu av hesum eru slitgikt, pína í rygginum og liðagikt.  Ofta verður tikið til, at gikt bert rakar eldri fólk, men sjúkan kann eisini raka ung fólk og børn.  Ein giktasjúklingur gerst ongan tíð frískur, men rætta viðgerðin kann minka um sjúkueyðkennini og forða menningini av sjúkuni.  Við venjingum, læru um at handfara pínu, betri kosti og við halda vektini niðri kann sjúklingurin eisini betra um livimátan.  Giktafelag Føroyar varð stovnað í 1948. Heimasíða felagsins er www.gikt.fo Les meira um evnið á næstu síðu