Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juli 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 128 - 8. juli 2004 Nr. 128 - 8. juli 2004 3 Sløkkileiðarastarvið verður fulla tíð Tvær ferðir hevur Klaksvíkar kommuna lýst deiltíðarstarvið sum sløkkiliðsleiðari leyst at vera. Hetta kemur av, at eftir fyrri lýsingina, gjørdi kommunan av, at starvið skal setast fulla tíð, og so mátti lýsast av nýggjum. Fyrsta dagin verður somuleiðis ein ment- unarleiðari settur í kommununi STARVSETAN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Starvið sum sløkkiliðsleið- ari í Klaksvík hevur verið deiltíðarstarv. Men nú hev- ur kommunan gjørt av, at starvið framyvir verður fulla tíð. Hetta hevur gjørt, at starvsetanin av nýggja sløkkiliðsleiðaranum hevur drigið út. – Vit kunngjørdu ikki í fyrru lýsingini, at starvið var fulla tíð, og tískil mátti lýsast av nýggjum, greiðir Steinbjørn Jacobsen, borg- arstjóri, frá. Allir umsøkjararnir fyrru ferð hava fingið boð um, at starvið verður fulltíðar- starv, og verða teirra um- sóknir tiknar við aðru ferð, um tað er teirra ynski. Ella kunnu tey søkja av nýggj- um. Tað er upp til tey sjálvi. Borgarstjórin væntar, at starvið verður sett eftir summarfrítíðina í ár. Men neyvan byrjar nýggi sløkki- liðsleiðarin í starvinum fyrr enn 1. januar 2005. Hetta kemur av, at ongin játtan er á fíggjarætlanini fyri 2004 til ein sløkkiliðsleiðara í fulltíðarstarvi. Inntil nýggi sløkkiliðs- leiðarin tekur við starv- inum, heldur undanfarni fram. Mentunarleiðari Síðani kreppuna í nítiárun- um hevur Klaksvíkar kommuna onga mentunar- deild ella leiðara havt. Hesi vórðu spard burtur tá. Og býráðsskrivarin og borgar- stjórin hava so røkt tær uppgávurnar síðani. Men nú hevur kommun- an søkt eftir mentunardeild- arleiðara, og verður hann settur á fundi í nærmastu framtíð. Steinbjørn veit ikki við vissu, nær fundurin verður, men tað kann verða í hesu vikuni. Borgarstjórin sigur, at nógv hevur ligið á láni á mentunarøkinum øll hesi árini, ongin leiðari hevur verið. – Nógv er, sum hendir og ikki hendir. Harumframt eiga mentunartiltøkini at verða betur skipað, og tað meta vit ein mentunarleið- ari fer at verða við til at bøta um, sigur Steinbjørn. Mentunarleiðarin kemur somuleiðis at virka sum skrivari í mentunarnevnd- ini, sum hann fer at arbeiða beinleiðis undir. Í fjør byrjaði Róðrar- samband Føroya at skipa fyri barnaróðri á FM stevnunum. Hetta varð gjørt við tí fyri eyga at venja tey ungu við at sita í báti, áðrenn tey hava aldur til at luttaka í sjálvum FM róðrunum KAPPRÓÐUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Eins og á hinum FM stevn- unum varð eisini skipað fyri barnaróðri á fjarða- stevnu í Vestmanna. Børn- ini ganga høgt upp í venj- ingarnar, og tað sást eisini aftur hjá fleiri manningum, sum mugu sigast at vera væl fyri. Hannis Joensen, formað- ur í RSF, sigur, at barnaróð- urin er komin fyri at verða. Hann heldur so avgjørt, at tað er gott fyri kapp- róðurin, tí kappingin um tey ungu er hørð í teimum mongu ítróttargreinunum her á landi. – Tíðirnar eru nógv broyttar, og ung um 17 ára aldur hava mangan ongan- tíð sitið í báti, tá tey fyri fyrstu ferð luttaka í FM róðri. Tí halda vit, at hetta kann vera ein góður møgu- leiki at venja seg við at sita í báti og at læra at rógva á ungum árum, sigur Hannis. Dregur ikki út Mong eru tey, sum halda, at barnaróðurin dregur FM róðrarnar út. Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar róðrarfelag sæst á kjakinum, at ymsar meiningar eru um, hvørs tað er rætt at hava barna- róðrarnar mitt í FM róðr- inum. Formaðurin í RSF sigur seg ikki skilja, at tað verður skyldað upp á barnaróðurin fyri at draga tíðina út. – Eg haldi ikki, at hatta er heilt rætt, sigur hann. Hann greiðir víðari frá, at í fjør varð sjálvur høvuðsdómar- in nýttur til at starta børnini eisini, og tað var ikki so skilagott. – Í ár hava vit so ístaðin heitt á feløgini sjálvi um at útvega ein startdómara til børnini, og tað gongur nógv betur, heldur Hannis fyri. Hann leggur dent á, at tað neyvan er barnaróðurin, sum ger, at klokkan kann líða væl móti seks ella sjey á kvøldi, áðrenn kappróð- urin er liðugur. Samstundis viðgongur hann tó, at tað koma mis- skiljingar fyri, sum tó gera, at bíðað verður eftir barna- róðrunum. – Á fjarðastevnuni vóru onkrar misskiljingar, sum komu av, at dómararnir iv- aðust í, um teir skulu útseta barnaróðrarnar til aftan á tíggjumannaførini. Hetta komst av streymviðurskift- unum, og tað kann man bara skilja væl. Tí hóast alt mugu FM róðrarnir raðfest- ast hægri, tá slík viðurskifti gera seg galdandi, sigur formaðurin í RSF. Seta tíð av Hannis Joensen sigur, at nú barnaróðrarnir eru komnir, so eigur tíð eisini at verða sett av til teir. – Sjálvandi taka teir róðr- arnir eisini sína tíð, men eg haldi so avgjørt, at tað er rætt at seta tíð av til tað. Og at tað er skeivt at siga, at barnaróðurin ger ónáðir. Hetta er jú framtíðin hjá ítróttini, sum vit tosa um, vísir hann á. Sambært Hannisi, so hava summi fílst á, at teir start- dómararnir, sum feløgini útvega, ikki eru nóg pro- fessionellir, men hesum tek- ur Hannis sær als ikki av. – Her er talan um fólk, sum hava róð í mong ár, sum feløgini útvega, og eg havi fult álit á, at persónar- nir, sum feløgini finna, vita, hvat tey skulu gera, tá bátarnir verða lagdir, sigur Hannis Joensen, formaður í RSF. Úrslitini frá barnaróðrinum á fjarðastevnu í Vestmanna leygardagin: Barnaróður, gentur 1 Blikur 02.42.22 2 Ørnin 02.47.23 3 Havfrúgvin 02.48.04 4 Sílið 02.49.12 5 Royndin Fríða 02.51.09 6 Tekla 02.53.04 7 Firvaldur 02.54.01 8 Fípan Fagra 02.54.15 9 Dúgvan 03.05.01 Barnaróður, dreingir 1 Sílið 02.21.05 2 Blikur 02.24.00 3 Fípan Fagra 02.26.20 4 Junkarin 02.32.10 5 Royndin Fríða 02.32.23 6 Hulda 02.37.17 Barnaróðurin er framtíðin – Tíð skal setast av til barnaróðurin, sigur formaðurin RSF, Hannis Joensen Mynd: Álvur Haraldsen Nýggjur sløkkiliðsleiðari verður helst settur eftir summarfrítíðina í Klaksvíkar kommunu. Starvið verður tá fulla tíð Savnsmynd Nú eru sáttmálasamráðing- arnar millum Almanna- og heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið endaðar við semju. Partarnir settu sína undirskrift á nýggja sáttmálan mánadagin tann 5. juli. Frá Almanna- og heilsu- røktarafelagnum verður sagt, at úrslitið er í tráð við ætlanirnar hjá felagnum um at menna førleikan hjá limunum. Tann endunýggjaði sátt- málin stendur við til tann 1. oktober 2005. Semjan er grundað á ein karm, sum er umleið 9 %. Tann 1. okto- ber 2003 hækkar grundløn- in 4 %, og tann 1. oktober 2004 hækkar grundlønin 1,67 %. Tann 1. oktober 2004 hendir eisini tað, at lønin hjá øllum starvsfólk- um, sum sáttmálin fevnir um, hækkar eitt stig á lønarstiganum. -hkm Nýggj fløga er júst útkomin á føroyska marknaðin. Talan er um andaliga fløgu, sum kom út tann 1. juli. Plátan kallast »So gott at vita.« Tað eru føroyskir ungdómar, sum hava sung- ið og spælt inn á fløguna. Linda Holmberg Andreas- sen og Michael Andreassen hava lagt fløguna til rættis. Á fløguni eru andaligir sangir við løttum og væl- skiljandi teksti, verður sagt í tíðindaskrivi. Meginboð- skapurin á fløguni er gleði- boðskapurin um Jesus. Tað er 3'arin í SMS, sum umboðar søluna av fløguni »So gott at vita,« sum er at fáa kring landið júst nú. -hkm Nýtt andaligt Øll fara upp Sjúkrahússkipið Anastasis kom í gjár til Føroya. Marie Keevern er sjúkrasystur umborð á Anastasis. – Vit eru her í Føroyum fyri at opna okkara skip og lata fólk vita um tørvin í Afrika. Vit fara at kunna um, hvat Mercy Ships ger fyri at ganga tí tørvinum á møti. Vit bjóða fólki um- borð fyri at síggja, hvat vit gera. Tey kunnu melda seg til sum manning á skipin- um, um tey vilja við okkum til Afrika. Vit taka eisini ímóti gávum av ymsum slagi fyri at stuðla afrikan- um, sigur Marie Keevern, sjúkrasystur. Manningin á Anastasis telir fleiri enn 300 fólk úr 30 ymsum londum. Anast- asis hevur júst verið á eini sjey mánaðar langari ferð til Sierra Leone í Vestur Afrika, har tey hava gjørt ymiskt hjálpararbeiði. Næsta uppgávan verður í lýðveldinum Benin frá november 2004 og sjey mánaðir fram. Men fyrst er talan um fyrireikingar í Føroyum. Tann 15. juli fer Anastasis avstað aftur. -hkm Anastasis í Føroyum Nýggja fløgan eitur »So gott at vita« Manningin á Anastasis telir fleiri enn 300 fólk úr 30 ymsum londum Tíðindaskriv Harmonikufelag Føroya Fríggjadagin 9. juli kemur Harmoniku- félag Eyjafjarðar til Føroya. Longu fríggja- kvøldið verður al- mennur dansur í Ment- anarhúsinum í Fugla- firði, har íslendingarn- ir og limir í Harmon- ikufelag Føroya skift- ast um at spæla og helst eisini spæla sam- an. Íslendingarnir búgva á Hotel Føroyum og ætla at nýta hesar dag- arnar til útferðir. Kirkjubøur, Váganar og flestu bygdirnar í Eysturoynni eru á skránni. Bólkurin vitjar í út- varpinum í samband við »Góðan morgun, Føroyar«-sendingina fríggjamorgunin 9. juli. Sama dag klokkan 16:00 verður spælt á torginum í SMS. Ferðaleiðarar hjá harmonikubólkinum eru Føroya-vinirnir Lauga og Egill av Norðfirði. Egill er tónleikalærari og spæl- ir sjálvur fleiri ljóðføri m.a. harmoniku. Hann var við á árliga harm- onikutúrinum hjá Nor- rönu í fjør saman við Kallum við manning úr Leirvík og Fuglafirði. Harmonikur í Føroyum Tíðindaskriv Mentamálaráðið Brandur Patursson let- ur upp listaframsýning í Mentamálaráðnum í dag klokkan 15 og fram til 17. Framsýn- ingin er opin mánadag til hósdag frá klokkan 8 til klokkan 16. Fríggjadag er opið frá klokkan 8 til 15. Brandur Patursson arbeiðir við ymiskum tilfari í listaarbeiði sín- um. Sumt er í tvívídd og sumt í trívídd. Tað tvívídda er oftast smáir figurar, sum siga frá søgum, ið líkjast søg- um úr teknirøðum. Íblásturin til søgurn- ar og útsjóndina á fig- urunum kemur helst frá kampkynstrinum eitt nú Kung-fu og Ninja, sum Brandur íðkar nógv. Í kamp- kynstrinum verður nógv arbeitt við rørsl- um djóranna, og hesin rørslutátturin og hug- sjónin í kamp- kynstrinum er keldan til fleiri av figuratión- unum. Eisini science- fiction heimurin úr filmum og teknirøðum hava árin. Í tvívídda forminum arbeiðir Bárður meira abstrakt-ekspressivt í mun til tað tvívídda. Har arbeiðir hann traditionelt við kompositión og litum, men nýtir kroppin og hárið at mála við ístaðin fyri vanligu penslarnar. Her kemur leikurin og frásagnin aftur inn í tvívídda formin, sum ræður í tvívídda forminum. Hvussu hesir ymsu formar bindast saman sæst best, tá framsýn- ingin er sett upp. Í ar- beiðstilgongdini er rúmið, sum framsýnast skal í, altíð í huga. Figurar og myndir laga seg eftir rúminum og verða sett upp soleiðis, at alt tilsamans myndar eina hugveking. Framsýningin í Mentamálaráðnum er opin fram til 1. oktober 2004. Science-fiction í Mentamála- ráðnum C M Y K 3 2