hósdagur 8. juli 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 128 - 8. juli 2004
Nr. 128 - 8. juli 2004
5
Nýggi Smyril fær trý ymisk atløgupláss í Havn
Fyribils skal nýggi
Smyril bæði brúka
atløguplássið hjá
Norrønu og krókin
undir Havnarskriv-
stovuni, men onkran
túr skal hann eisini
ligga úti á Molanum
SUÐUROYARSIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eitt er vist: Ferðafólk, sum
ætla at sigla við Smyrli
ímillum Suðuroynna og
Havnina mugu vera púra
edrú.
Eru tey ikki tað, verður
tað skjótt at villast á havn-
arkei.
Nógv kjak hevur verið
um, hvar nýggi Smyril skal
hava atløgupláss í Havnini.
Men nú hevur ein arbeiðs-
bólkur mælt til, at nýggi
Smyril fyribils fær trý
ymisk atløgupláss.
Arbeiðsbólkurin hevur
kannað eftir, hvørjir møgu-
leikar, Tórshavnar Havn
hevur at taka ímóti nýggja
Smyrli, tá ið hann kemur í
heyst.
Arbeiðsbólkurin sigur, at
sum umstøðurnar eru nú, er
tann besta fyribilsloysnin,
at nýggi Smyril fær trý
ymisk atløgupláss í Havn.
Í fyrsta lagi mælir ar-
beiðsbólkurin til, at nýggi
Smyril brúkar ferjuleguna
hjá Norrønu, tá ið hon ikki
er í Havn.
Í øðrum lagi mælir ar-
beiðsbólkurin til, at nýggi
Smyril liggur í krókinum
undir Havnarskrivstovuni,
tá ið Norrøna er í Havn,
men tá skip hjá Skipafel-
agnum ikki er í Havn
Og í triðja lagi mælir ar-
beiðsbólkurin til, at nýggi
Smyril leggur at úti á Mol-
anum, tá ið bæði Norrøna
og skip hjá Skipafelagnum
eru í Havn.
Soleiðis sum Norrøna
siglur nú, og heldur ferða-
ætlanina, verður tað einar
tríggjar ferðir um vikuna, at
Smyril ikki kann liggja í
leguni framvið Eystaru
bryggju.
– Men tað er tó ikki
óvanligt, at Norrøna er
seinkað, so tað kann stund-
um verða oftari, at Smyril
ikki fær brúkt leguna hjá
Norrønu, sigur arbeiðs-
bólkurin.
– Annars verður tað ser-
liga mánamorgun, at trup-
ulleikar vera hjá Smyrli at
sleppa at í krókinum, tí tá
liggur skip hjá Skipafel-
agnum har.
Tá verður neyðugt at
liggja úti á molanum, sigur
Arbeiðsbólkurin.
Í arbeiðsbólkinum hava
verið Jónsvein Lamhauge
og Arnbjørn Christiansen,
Tórshavnar Havn, Ewald
Kjølbro fyri Landsverk,
Kristian Davidsen og Han-
us Lassen fyri Strandferðsl-
una og Niels Winther fyri
vinnumálaráðið.
Arbeiðsbólkurin leggur
stóran dent á, at talan er um
eina fyribilsloysn, sum
langt frá er tann besta.
Men hetta er heldur ikki
verri enn skipanin, sum
Smyril brúkar nú.
Byggja út fyri fimm
milliónir
Arbeiðsbólkurin sigur, at
verður tilmælið fylgt, verð-
ur neyðugt at byggja út fyri
einar fimm milliónir.
Nýggj gongubrúgv skal
gerast við ferjuleguna hjá
Norrønu, yvir í trapputorn-
ið hjá Norrønu. Í krókinum
undir havnarskrivstovuni
verður neyðugt at dýpa eitt
sindur einar 15-20 metrar
framvið molanum. Sam-
stundis skal stoypast, har
hekkuportrið kemur niður á
bryggjuna,
umframt
at
hægri fendarar skulu setast
upp
Úti á Molanum verður
eisini neyðugt at seta hægri
fendarar.
Umframt tær fimm milli-
ónirnar, hetta kostar, má
landið eisini gjalda nýtslu-
gjald fyri at brúka trappu-
tornið, sum Tórshavnar
Havn gjørdi til Norrønu. Í
løtuni leigar Smyril Line
tornið. Trý tey fyrstu árini
er leigan 165.000 krónur
um mánaðin. Eftir tað verð-
ur leigan 50.000 um mán-
aðin. Hvussu stórt nýtslu-
gjaldið hjá Strandferðsluni
verður, er ein samráðingar-
spurningur.
Afturat
hesum
má
Strandferslan leiga bussar
at koyra fólk ímillum far-
støðina og Smyril, tá ið
hann liggur á Molanum, tí
fólk sleppa ikki at ganga
ímillum. Hetta fer at kosta
minni enn 50.000 krónur
um árið.
Skipaeftirlitið hevur boð-
að frá, at verður hetta skip-
að væl, dugir tað ikki at
síggja nakrar trupulleikar.
Ymsir møguleikar eru
fyri at útvega nýggja
Smyrli varandi at-
løgupláss í Havn, men
ein møguleiki er at
flyta hann á Gomlu
Rætt, sigur ein ar-
beiðsbólkur
SUÐUROYARSIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Arbeiðsbólkurin, sum hev-
ur kannað atløguviðurskift-
ini hjá nýggja Smyrli í
Havn, (sí hina greinina her
á síðuni) hevur eisini gjørt
nakrar metingar um, hvørjir
møguleikar eru fyri at út-
vega nýggja Smyrli fast at-
løgupláss í høvuðsstaðnum.
Men enn eru ongar enda-
ligar niðurstøður gjørdar og
bólkurin mælir til, at hann
heldur fram við arbeiðnum,
so at hann eisini kann koma
við eini tilráðing um eina
varandi loysn.
Fimm møguleikar
Arbeiðsbólkurin hevur um-
røtt fimm møguleikar fyri
eini varandi loysn til nýggja
Smyril.
Ein møguleiki er at gera
atløgupláss úti á Skansa-
bryggjuna.
Men skal tað kunna brúk-
ast í øllum veðri, verður
neyðugt at leingja grótkast-
ið og at gera havnaøkið
størri.
– Í øllum førum er hetta
ein útbygging, sum fer at
kosta yvir 100 milliónir,
umframt at nýtt trapputorn
skal gerast til ferðafólkið.
Arbeiðsbólkurin metir, at
hetta kann verða ein ein góð
loysn, hóast umstøðurnar
hjá ferðafólki til gongu
kanska ikki verða so góðar,
tí tað er nakað langt ímillum
Skansabryggjuna og far-
støðina á Eystaru bryggju.
Ein annar møguleiki er at
gera nýggja Smyrli fast
pláss í krókinum undir
Havnarskrivstovuni, so at
hann bara kemur at skifta
ímillum atløguplássið hjá
Norrønu, tá ið hon ikki er í
Havn og krókin, tá ið hon er
í Havn.
Men ein fortreyt fyri hes-
um, er, at skipini hjá Skipa-
felagnum mugu flyta aðra-
staðni at liggja.
– Tað hevur stóran týdn-
ing fyri Skipafelagið, at stutt
er frá skipinum til pakk-
húsið, bæði fyri at avgreiða
skipini effektivt og fyri at
vøran skal halda sær. Tí ber
ikki til at flyta skipini uttan
samstundis at flyta pakk-
húsið, sigur arbeiðsbólkur-
in. Men tað er ivasamt um
tað ber til at flyta pakkhúsið
longri út á molan uttan at
gera umstøðurnar í pakk-
húsinum verri.
Ein annar møguleiki er at
Tórshavnar Havn flytir alt
bingjuvirksemið til Kolla-
fjarðar. Tórshavnar Havn
hevur tó ikki enn tikið støðu
til, hvar bingjuvirksemið
skal plaserast í framtíðini,
og ivasamt er, nær henda
avgerðin verður tikin.
– Tað má eisini havast í
huga, at tað er dýrt at flyta
bingjuvirksemið, og vil
landið hava ávirkan á hesa
gongdina, er helst neyðugt,
at landið má gjalda fyri
hetta.
Tórshavnar Havn hevur
eisini staðiliga gjørt vart
við, at ein langtíðarloysn til
nýggja Smyril ikki má
ávirka viðskiftafólkini hjá
Tórshavnar Havn neiliga.
Skal arbeiðast víðari við
einari slíkari loysn er tað
sostatt neyðugt, at tað verð-
ur gjørt í samstarvi við
bæði Tórshavnar Havn og
Skipafelagið.
Ein triði møguleiki er at
gera fast pláss til nýggja
Smyril á Viðanesi. Men
Viðanes er fiskivinnuhavn
og liggur langt frá farstøð
og farmavirkseminum ann-
ars. Tí verður tvørligt at
samskipa
ferðsluna
og
farmaflutningin frá nýggja
Smyrli við ferðsluna og
farmaflutningin á eystaru
bryggju.
Á Viðanesi mugu stórar
útbyggingar til, eitt nú
trapputorn til ferðafólk, øki
til bilar, ferjuskráa, fend-
arar o.a.
Fjórði møguleikin er at
lata nýggja suðuroyarskipið
fáa fast atløgupláss, har
Norrøna nú leggur at.
Men so má Norrøna flyta
og í løtuni eru eingi útlit til,
at Smyril Line ætlar sær at
flyta Norrønu til aðra havn
í Føroyum.
Tosað hevur verið um
møguleikan at tillaga ferða-
ætlanirnar hjá Norrønu og
Smyrli, so bæði skipini
kunnu nýta leguna framvið
eystaru bryggju, men av tí
at bæði Norrøna og Smyril
kunnu verða seinkað, og av
tí at tað kann verða tørvur á
at broyta ferðaætlanirnar í
framtíðini, metir arbeiðs-
bólkurin ikki, at hetta er
nøkur loysn.
Og seinasti møguleikin,
sum arbeiðsbólkurin vísur
á til nýggja Smyril, er
Gamla Rætt.
Men so verður neyðugt at
byggja Gomlu Rætt út og at
gera nýtt trapputorn.
– Ein týðandi óvissa í
hesari loysnini er, at nýggi
Smyril verður noyddur at
venda uttanfyri havnina og
bakka inn. Ti má fyrst
kannast um um hetta ber til.
Nýggi Smyril kann liggja í Havn ella á Gomlu Rætt
Suðuroyingar sleppa
ikki at keypa skip
Suðuroyingar, sum
ætla at keypa eitt
stórt fiskiskip, hava
fingið noktandi svar
úr landsstýrinum.
Men teir gevast ikki
so
FYRITAKSSEMI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað eru ikki útlit til at Finn-
bjørn Poulsen, skipari í
Lopra, og aðrir suðuroy-
ingar, fáa dreym sín upp-
fyltan.
Herfyri søktu teir Fiski-
málaráðið um innflutnings-
loyvi til eitt stórt fiskiskip.
Men tað fáa teir ikki!
Fiskimálaráðið hevur nú
viðgjørt umsóknina og av-
gjørt at geva teimum nokt-
andi svar.
Skipið, sum Finnbjørn
Poulsen og teir ætlaðu at
keypa, var eitt skip til
uppisjóvarfisk og sum skal
fiska svartkjaft, lodnu, sild
og makrel.
Hann sigur eisini, at teir
høvdu lutfalsliga nýggj
skip í kikaranum, sum tað
bar til at keypa fyri einar
40-50 milliónir.
Talan er um skip, ið taka
1500-2000 tons.
Hetta skipið skuldi vera
eitt lið í eini størri menn-
ingarætlan í Suðuroynni.
Ætlanin var eisini at byggja
eitt virki í Suðuroy at virka
uppisjóvarfisk og enda-
málið við skipinum var, at
tað skuldi tryggja virkinum
rávøruna.
Samtundis høvdu teir
gjørt avtalur við onnur skip
um avreiða til virkið fyri at
tryggja nóg nógva rávøru.
Og Finnbjørn Poulsen legg-
ur dent á, at talan er um
eina føroyska ætlan og at
teir ikki eru skutilsveinar
fyri útlendsk, peningalig
áhugamál.
Hann leggur afturat, teir
hava sostatt ikki biðið um
eitt oyra í studningi.
Í fyrstu syftu hevði hetta
útvega arbeiðið til eini 50-
70 fólk, men gekst sum
ætlað, fór hetta at skapa
nógv fleiri arbeiðspláss
seinni.
Skiparin úr Lopra sigur,
at hetta er ein ætlan, sum
teir hava hugsað væl og
virðiliga um.
– Vit hava havt serkøn á
økinum til at gera marknað-
arkanningar fyri okkum og
útlitini eru sera góð. Sam-
stundis hava teir longu út-
vega neyðuga peningin til
at seta ætlanina í verk
Hann vísir eisini á, at
Suðuroyggin eigur ongan
lut í uppisjóvarvinnuni og tí
er ætlanin sera viðkomandi,
serliga tá ið hugsað verður
um tað stóru kreppu, sum
økið er í.
Vónbrot
Men í Fiskimálaráðnum
eru tey ikki líka hugtikin av
hesi verkætlanini, sum suð-
uroyingar eru, tí ráðið vil
ikki geva teimum innflutn-
ingsloyvi til skipið.
Men ráðið leggur dent á,
at við hesum hevur tað bara
tikið støðu til sjálvt skipið.
Støða er sostatt ikki tikin til
ætlaða virkið á landi.
Fiskimálaráðið sigur, at
tað er nóg mikið av skipum
til at gagnnýta tey rættindi,
vit hava av uppisjóvarfiski
og at tað tí ikki er grundar-
lag fyri fleiri skpum.
Hesum
er
Finnbjørn
Poulsen púra ósamdur í.
Hann heldur ikki, at tað
er nóg mikið av skipum í
Føroyum til uppisjóvarfisk
við teimum fiskirættindum,
vit hava.
– Føroyingar hava ligið
sjóvarfallið av sær í uppi-
sjóvarvinnuni og hava verið
alt ov trekir at útvega sær
skip til endamálið. Sostatt
koma vit eisini at vera eftir-
bátur, tá ið svartkjafturin
einaferð
verður
býttur
sundur ímillum tey ymsu
londini.
Hann vísur eisini á, at í
fjør var føroyska kvotan av
atlantosildini
uppfiskað
fyri fyrstu ferð í nógv ár.
– Men tað allarmesta av
henni varð avskipað til
móðurskip. Eg haldi ikki at
tað er rætt at lata fyrsta
floks rávøru fara til djóra-
føði, bara fyri at fáa kvot-
una uppfiskað, heldur enn
at virka hana til matna, har
hon gevur munandi meiri
úrtøku.
Samstundis
vísa
teir
eisini á, at lodnan undir
Íslandi, Grønlandi og í
Barentshavinum eru eisini
áhugaverd fiskasløg hjá
einum skipi, sum suðuroy-
ingarnir hugsa um, eins og
hestamakrelur og nebbasild
í kanalini og í Norðsjónum
og vestanfyri fýra stig, eis-
ini eru tað.
Finnbjørn Poulsen dylir
ikki fyri, at hann er ógvu-
liga vónbrotin av støðuni
hjá Fiskimálaráðnum.
Men hann sigur, at teir
fara ikki at gevast so.
Í næstum fara teir sostatt
at biðja um fund við
Løgmann um málið og har
ætlanin er at greiða nærri
frá tiltakinum.
Borgarstjórin á
Tvøroyri hevur einki
ímóti at leggja saman
við Sumbiar
Kommunu
SAMANLEGGING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg skal gleðiliga leypa
allar bygdirnar í Suðuroy
um.
Kristin Michelsen, borg-
arstjóri á Tvøroyri, fer fegin
á fund við Sumbiar Komm-
unu at tosa um saman-
legging.
Sumbiar Kommuna hev-
ur boðið øllum kommunum
í Suðuroy á fund at tosa um
at leggja alla oynna í eina
kommunu.
Men bara Tvøroyri tók
av, allar hinar søgdu nei.
Tessvegna fer Sumbiar
Bygdaráð nú at bjóða
Tvøroyrar býráð á fund um
at leggja tær báðar komm-
unurnar saman.
Borgarstjórin í Sumba
hevur als onki ímóti at
leggja Sumba og Tvøroyri
saman í eina kommunu.
Og tað er borgarstjórin á
Tvøroyri samdur í.
Hann sigur, at býráðið á
Tvøroyri hevur ikki við-
gjørt spurningin um at
leggja saman við Sumbiar
Kommunu.
Men sjálvur hevur onki
ímóti tí.
– Eg skal fegin leypa all-
ar bygdirnar í Suðuroy um
fyri at leggja saman við
sumbingum, sigur hann.
Hann sigur sostatt verður
tað við opnum sinni, at
Tvøroyrar býráð fer á fund
við Sumbiar Bygdaráð.
Hann heldur, at tað er
neyðugt at øll oyggin verð-
ur løgd í eina kommunu og
at hetta kann verða fyrsta
stigið á leiðini.
At kommunurnar ikki eru
grannakommunur, men eru
í hvør sínum enda í oynni,
sær hann ongan trupulleika
í.
– Tá bergholið ímillum
Øravík og Hov er komið, er
fjarstøða ongin trupulleiki
tí tá er ein hálvur tími at
koyra ímillum. Og Sumba
og Tvøroyri hanga líka væl
saman landafrøðiliga sum
nógvar kommunur norðan-
fjørð gera, sum hava lagt
sama, sigur hann.
– Hetta var eitt stórt vónbrot, sigur Finnbjørn Poulsen í Lopra. Men teir ætla ikki at gevast so
Leypir gleðiliga allar bygdirnar í Suðuroy um
Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, fer fegin á fund
við Sumbiar Bygdaráð at tosa um samanlegging
C
M
Y
K
5
4