hósdagur 26. februar 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. februar 2015
sosialurin 24
29
Ingolf S. Olsen – PRESS
T
að er landsdjóralæknin, ið saman
við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
hevur eftirlit við, at veterineru
lógirnar og regluverkið verður fylgt
á teimum førysku alibrúkunum, herundir eisini
ásetingarnar um laksalús og viðgerðarevni móti
henni. Allar lúsateljingar og viðgerðir skulu
fráboðast Heilsufrøðilugu Starvsstovuni.
Og sambært Birnu Mørøre, landsdjóralækna,
hendir tað ofta, at hon gevur boð til eitt alibrúk
um til dømis ikki at økja útsetingina av smolti.
Tað kann bæði vera, tí alibrúkið ikki lýkur
ásetingarnar um markvirði, ella tí tað hevur
viðgjørt ov ofta móti lús.
– Viðgerðir og teljingar skulu frá
boðast, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal
eisini góðkenna rakstrarætlanir hjá øllum
alifyritøkunum. Tá verður eisini hugt eftir,
hvussu tann undanfarna smoltútsetingin var,
og har er lúsin ein týdningarmikil faktorur.
Um tað hevur verið annaðhvørt ov nógv lús
ella ov nógvar viðgerðir, so hevur tað higartil
verið soleiðis, at tey sleppa ikki at økja talið av
smoltum. Men beint undan ársskiftinum blivu
reglurnar herdar, soleiðis at vit nú eisini kunnu
geva boð um at lækka talið á fiski, altso boð um
taka fisk. Slík boð hava vit ongantíð givið enn,
men tað er hent, at ein alifyritøka sjálv hevur
tikið avgerð um at taka fisk fyri ikki at missa
tamarhald á støðuni, sigur Birna Mørkøre.
– Markvirðini fyri lýs eru greið, men hámark
fyri avlúsingartíttleikanum er altíð ein meting,
tí vit hyggja eftir lúsatølunum, eftir hvussu ofta
teir eru farnir upp um, og hvussu langt teir eru
farnir upp um. Nakrar fáar ferðir langt upp um
telur líka nógv sum ofta eitt lítið sindur upp
um, sigur hon.
Markvirði
Føroysku markvirðini eru eitt sindur hægri enn
aðra staðir.
– Markvirðið er sett út frá, at man krevur
at alibrúkið viðger, áðrenn lúsatalið fer alt ov
langt upp, tí tá økist smittuvandin nógv, men
hinvegin má tað heldur ikki setast ov lágt, tí tá
er vandi fyri, at tað verður viðgjørt ov ofta móti
lús, so vandin fyri, at fiskurin skjótari mennir
mótstøðuføri økist, greiðir Birna Mørkøre frá.
Hon heldur tað vera gott, at alifyri
tøkurnar eru farnar at hyggja meira at
alternativum avlúsingarhættum at seta í
staðin fyri kemikaliuviðgerðin – ikki at nøkur
stórvegis umhvørvisárin er staðfest orsakað av
kemikaliunum.
– Tað er mótstøðuføri móti alsamt fleiri
evnum, sum er stóri trupulleikin við viðgerar
evnunum. Vit eru bara glað fyri, at lúsatølini
koma niður. Feskvatn kunnu teir brúka, sum
teir vilja, men rognkelsi skulu vit geva loyvi til at
innflyta. Her hyggja vit sjálvsagt at sjúkuvand
anum, og vit seta ávís krøv. Rognkelsini, sum
eru komin úr Íslandi eru kannað av íslendskum
djóralækna, og tey hava eina heilsuváttan, og
vit seta eisini krøv um ymiskar kanningar av
foreldrafiskunum, sigur Birna Mørkøre.
– Um lúsin fær frið, so nørist hon so
ógvusliga, at hon ger av við fiskin. Tað er spill
í sær sjálvum, men samstundis er ein illa lúsa
fongdur fiskur, sum er fullur av opnum sárum,
nógv meira útsettur fyri øðrum sjúkum og kann
harvið seta eina smitturingrás í gongd, sigur
landsdjóralæknin.
Hon er eisini fastur limur í skráset
ingarráðnum fyri heilivág, har støða verður
tikin til, hvørji viðgerarevni skulu vera loyvd
at brúka í alingini.
ingolf@sosialurin.fo
Markivirðini fyri laksalús er hægri í Føroyum enn í øðrum londum, og
verða tey ikki hildin, fær alibrúkið í ringasta føri boð um at taka fisk
Strangar lúsareglur
Landsdjóralæknin:
tilvildarlig mynd
– Ein illa lúsafongdur fiskur, sum er fullur av opnum sárum,
nógv meira útsettur fyri øðrum sjúkum og kann harvið seta eina
smitturingrás í gongd, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.
Mynd: Álvur Haraldsen