hósdagur 26. februar 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. februar 2015
sosialurin 24
28
Mortan Østerø
F
ilms- og sjónvarpsáhugin
hjá Jan Berg Jørgensen er
eyðsýndur, og hann hugdi
eisini at øllum pørtunum
av »House of Cards« upp á styttri
tíð, enn hann vil viðganga. Hann er
virkin sum skrivari í nevndini fyri
filmsfelagið Klippfisk, umframt
at undirvísa í film- og sjónvarps
kunnleika, miðlakunnleika og
enskum í Hoydølum.
Sambært honum, er døkka, mani
pulativa antihetjan úr House of Cards
bygt á Richard III úr leikritinum hjá
Shakespeare.
– Kevin Spacey hevur spælt
Richard III og var sjálvur ikki í iva um,
at Frank Underwood er modeleraður
á Richard III hjá Shakespeare. Felags
fyri leikin »Richard III« og »House of
Cards« er, at rithøvundarnir leggja
dent á fjøltáttaðar høvuðspersónar og
persónligu menningina hjá teimum.
Haraftrat ganga frásøgusnildirnar
hjá Shakespeare enntá aftur, tá
ið Frank vendir sær beinleiðis til
áskoðaran og gevur okkum nakrar
millumrokningar, sum somuleiðis
dregur okkum við inn í hansara
djúpu motiv. Hyggjarin verður sostatt
onkursvegna samsekur í illgerðunum,
sigur Jan.
Menniskjalig antihetja
Tá ið vit hitta Frank Underwood
fyrstu ferð í House of Cards er hann
í uppskoti at gerast nýggi uttanríkis
ráðharrin í USA. Underwood verður
eisini kallaður inn til fundar við
starvsfólkaleiðaran í Hvítu Húsunum
í trúnni um, at hann fær sessin. Tað
gerst tó greitt, at hann verður sáld
aður frá í hesum umfarinum, og kyn
iski demokraturin fer beint undir at
fyrireika sína fyrilitarleysu hevnu
søku. Og hyggjarin sleppur við á ferð
ina yvir í døkku skuggasíðuna.
– Døkkar antihetjur hava eina
nógv størri menniskjaliga dýpd, enn
streymlinjaðar týpur í vælpussaðum,
romantiskum Hollywood filmum.
Longu í 17. øld lat John Milton frá sær
episku yrkingina »Paradise Lost«, har
skapanarsøgan verður borin fram á
ein øðrvísi hátt, og Satan tekur seg út
sum tann menniskjaligi vegna sínar
feilir.
– Høgrahond Guðs, Satan, verð
ur brádliga degraderaður, tá ið Jesus
verður settur í starv. Satan verður
onkursvegna umlopin og ikki virðis
mettur fyri síni avrik. Tá ið hann so
mótmælir av øvundsjúku, verður
hann tveittur úr himli saman við
nøkrum einglum, og harvið verður
umheimurin skapaður.
Sambært Jan Berg Jørgensen, er
tað her, at tað menniskjaliga liggur
– í smáligheitunum, í øvundini og
ærusjúkuni, sum vit vita, ikki eiga at
taka ræði á okkum. Tað er hvørki tann
fullkomni óndskapurin og ella algóði
Guðurin, ið hevur okkara áhuga, men
heldur er tað ferðin úr einum staðið í
annað, sum fangar, vísir hann á.
– Ferðin hjá Frank Underwood er
sambærlig við episku yrkingina hjá
John Milton. Eins og Satan verður
hann somuleiðis umlopin, og menn
iskjaliga øvundin og ærusjúkan tekur
heilt yvir. Aftursvar hansara er at
skaffa sær alsamt størri politiskt vald,
og við valdinum síggja vit, at Frank
stigvíst fremur verri og verri gerðir.
Í hugaheiminum hjá áskoðar
anum verða illgerðirnar møguliga
rættvísgjørdar á sama hátt, sum ein
kaldur Underwood ger tað í allar
fyrsta partinum av House of Cards.
Har sæst hann taka kvørkratak á
einum líðandi hundi, og heldur á,
inntil hundurin liggur lívleysur.
Kaldur vendir hann sær bein
leiðis til áskoðaran og greiðir frá, at
stundum er minst hugaliga gerðin
tann mest neyðuga at fremja. Vit
verða púra fangað í hansara rætt
vísgerð – og taka møguliga undir við
henni út frá hansara fortreytum –
men við niðurbræðingini av »fjórða
vegginum« (skilnaðurin millum sjón
leikaran og áskoðaran, red.), verður
áskoðarin nærum samsekur, sigur
Jan Berg Jørgensen, ið er spentur at
vita um ein niðurstøða kemur í triðju
sesong.
mortan@sosialurin.fo
– Døkka antihetjan og ferð hennara yvir í skuggaheimin, er ein kend søga
heilt frá 1600talinum. Kyniski Frank Underwood er ein av hesum, og umboðar
nakað frummenniskjaligt, sum fangar okkum, heldur Jan Berg Jørgensen
Frank Underwood
er ein antihetja
House of Cards
Upprunaliga bretsk røð frá 1990.
Netflix keypti rættindini til røðina í 2011.
Í 2013 komu fyrstu 13 partarnir út samstundis.
Varð fyrsta netframleidda røð, sum varð Emmytilnevnd.
Um 3-5 milliónir fólk verða mett at hava sæð minst ein part.
27. februar verða 13 spildurnýggir partar lagdir
afturat teimum 26 verandi.
Hyggjaragildið – binge viewing
At hyggja at 2-6 pørtum av sendirøð í einum.
Kent frá 1980unum.
Vundið upp á seg, sum røðir eru vorðnar teldutøkar.
Netflix letur allar partarnar av nógvum sjónvarpsrøðum út samstundis.
60% av amerikanarum viðganga, at tey javnan halda hyggjaragildið.
Jan Berg Jørgensen