hósdagur 26. februar 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. februar 2015
sosialurin 24
27
sannleiki
Mortan Østerø
T
riðja februar mánað á
rað verða 13 partar av
amerikansku røðini
»House of Cards« – allir
um ein tíma til longdar – tøkir hjá
Netflixbrúkarunum at stroyma.
Hagtølini hjá Netflix tala enntá
fyri, at tað ikki er óvanligt, at fólk
hyggja at øllum 13 pørtunum út í
eitt.
Í 2011 keypti Netflix rættindini
til røðina frá bretska BBC, sum í
1990unum varpaði House of Cards
– eitt orðaspæl upp á bretska
lágtingið, House of Commons, og
korthús. Heitið kann tulkast bæði
sum eitt spæl í kortum, har betru
kortini og taktisku snildirnar
vinna, ella sum eitt korthús, ið
er bygt við veikum tilfari, og sum
kann koppast, um tú bert blæsur
á tað.
Frank Underwood
Høvuðspersónurin í amerikansku
útgávuni av røðini, Frank
Underwood, er eirindaleysur
politikari, sum nýtir alskyns
snildir at koppa korthúsunum hjá
øðrum fyri at styrkja um sítt egna.
Frank er á nógvar mátar at
rokna sum reindyrkaða útgávan
prinsinum úr stórverkinum hjá
Niccolo Machiavelli. Eftirnavnið
hjá navnframa italiumanninum
er nevniliga vorðið lýsingarorð fyri
ein, sum gagnnýtir onnur til frama
fyri egin áhugamál. Um nakað er
tað júst hetta, sum demokraturin,
Frank Underwood ger.
Vit hitta Frank fyrstu ferð í leik
lutinum sum sonevdnur »whip«
ella pískari í amerikanska Umboðs
mannahúsinum, har hann skal
nýta sítt politiska tev til at skapa
undirtøku fyri uppskotum hjá
sínum flokki. Til tess at sannføra
mótstøðufólkini um at broyta
støðu, verða fjølmiðlafólk,
politikarar, lobbyistar og pengar
nýtt sum mutrandi, kúgandi og
manipulerandi amboð hjá Frank
Underwood.
Við hjúnunum, Claire og Frank
Underwood, fær hyggjarin eisini
innlit í eitt parlag, sum er bygt á
ambitiónir heldur enn kærleika.
Tey hava sáldað børnini frá og hava
í staðin valt eitt yrkisfremjandi
samstarv við hvørt annað. Tað er
ein nærum ræðandi keipumynd
av kappingarstatinum, har alt
kensluligt og heimligt kemur
í aðru røð, og karriera stendur
fremst í huganum.
Røðin fylgir Frank í royndini
at manipulera sær vegin upp
eftir politiska stiganum, til hann
nær týdningarmestu sessunum í
amerikanskum politikki.
Fríggjadagin 27. februar ber enn
einaferð til at síggja Frank bræða
niður fjórða veggin hjá Shake
speare millum hyggjara og leikara,
og rættvísgera machiavellisku ill
gerðirnar hjá sær.
Fríggjadagin 27. februar verður
Frank Underwood enn einaferð
til reiðar at venda sær beint
til skíggjan og rættvísgera
sínar machiavellisku illgerðir.
Í House of Cards verður leik
luturin hjá politikarum til
ein meldur av valdsspæli,
manipulatión, sex og drama
Sex, vald
og politikkur
...framhald