Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. februar 2015 sosialurin 24 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 26 Mortan Østerø H øgni Hoydal, sum hevur verið politikari sein­astu nógvu árini – bæði á Løgtingi og Fólkatingi – hevur sæð nakrar partar av ameri­ konsku útgávuni av politiska spenn­ ings­dramanum, House of Cards, men fylgdi væl við upp­runa­ligu bretsku røðini í 90unum. –  Eins og hon ger nú, fangaði røðin »House of Cards« í síni tíð meg veruliga við hvøssu, satirisku við­ gerðini av politiska spælinum, um­ framt at knýta spenning, intrigur, drama og sex uppí. Røðin hevur fatur í nøkrum sannleikum um manipula­ tión, og hvussu avtalur verða gjørdar handan leiktjøldini, men harfrá og so til hvussu stýrandi hetta elementið er í House of Cards, er rættiliga langt. Talan er heldur um eina kariker­ aða mynd av øllum tí versta, sum politikkur hevur at bjóða, sigur for­ maðurin fyri Tjóð­veldi. Dentur á samskifti Sjálvur las Høgni Hoydal samskifti um somu tíð, sum hann hugdi at bretsku røðini, og hann helt tað vera stak áhugavert at síggja, hvussu stóran leiklut júst samskifti spældi í politikk­inum í røðini. – Spunasmið var ikki nakað kent fyri­brigdi hvørki í donskum ella før­oyskum politikki tá. So tað var ógvu­liga áhugavert at síggja, hvussu politikkur og tíðindaflutningur vórðu flættað saman í bretskum politikki í hesi røðini. – Í House of Cards nýta politikarar serkøn fólk at miðla út tíðindi á ávísar hættir, soleiðis at politisku mál­ini verða lýst til teirra fyrimun. Um­framt miðlastýring, eru eisini politiskar avtalur handan leiktjøldini, peninga­stýrandi mutur og persóligur drama­tikkur eisini eyðkenni í røðini. Við øðrum orðum verður politikkur gjørdur til eitt einfalt valdsspæl, har høvuðspersónurin hevur eina ein­ staka tráan, nevniliga at fáa meira vald, sigur Høgni. Politikkur og tíðinda­ flutningur renna saman Í House of Cards fær unga, bláoygda tíðindakvinnan, Zoe Barnes møgu­ leikan at fáa tíðindi beinleiðis frá Frank Underwood, við treytini, at tíðindini verða prentað, sum hann vil hava tey. Sex verður eisini partur av teirra »tíðindafundum« og saman­renningin millum politikk og tíðinda­flutning verður sostatt total og persóns­gjørd. Høgni Hoydal kennir í ávísan mun samanrenningina millum politikk og fjølmiðlar aftur. Greiðasta veru­ liga dømi stavar afturi frá tíðini sum fólka­tingslimur, tá ið Danmark stuðl­ aði Irak krígnum. – Serliga undir stjórnini hjá Fogh, tá ið Danmark stuðlaði Irak krígnum, var ógvuliga lítið samsvar millum veru­leikan og tað, sum kom fram í fjøl­miðlunum. Tað var rættiliga týðiligt, at ávísir upplýsingar tá vórðu latnir útvaldum tíðindafólki. Í Føroyum hava vit eisini sæð dømi um, at ávísir portalar fáa tíðindini áðr­enn hini, og at teir eru beinleiðis talu­rør fyri politikkarar – tó ikki eins væl út­ført sum í Danmark, sigur Høgni Hoydal. Hann heldur, at spunasmið av hesum slag av álvara hevur fingið fasta­tøkur í politikki, og at tað í summ­um førum beinleiðis villeiðir borgaran, fyri at politikkarin kann taka seg út á bestan hátt. – Á tann hátt kundi tað væl mint um eina linari útgávu av House of Cards, sigur Høgni Hoydal. Handan leiktjøldini Í vælumtóktu sendingini hevur rík­ mað­urin, Raymond Tusk, beinleiðis samband við amerikanska forsetan, og hann hevur ávirkan á hvørji fólk verða sett í tyngstu sessirnar. Peninga­ligt vald verður kanska ser­ liga sjónligt í kostnaðarmikla ameri­ kanska valstríðnum, meðan føroysku val­evnini ikki hava við eins ørandi upp­hæddir at gera. – Peningaligt vald er størsta hóttanin móti demokratinum. Eg fari ikki alment at leggja nakran ávísan undir mutur, men tað er heilt vist, at kapitalsterkir aktørar kunnu fáa politikarar at røkja síni áhugamál í førda politikkinum, og tað er ikki óhugsandi, at hetta eisini kemur fyri í Føroyum, sigur Høgni Hoydal. Men tað er ikki bert peningurin, ið stýrir handan leiktjøldini – eisini vinaløg og innanhýsis avtalur, sum verða framdar í tí dulda hava ávirkan. Serlig áhugamál verða aloftast ikki við­gjørd alment, hóast málini eru viðkomandi fyri fólkið, sum í grundini eru veruligu arbeiðsgevararnir hjá politikkarunum í House of Cards. Júst hetta er nakað, sum Høgni Hoydal heldur verða satt í veruligum politikki. – Helst mest týðandi ný­skip­an­in í føroyskum politikki – fiski­vinnu­ nýskipanin – fer at fáa stóra ávirkan á allan tann før­oyska búskapin og harvið alt tað føroyska fólkið. Hóast tað eru fólkavaldir politikarar, sum skulu fremja nýskipanina, hava sam­ráð­ingar verið handan læstar dyr. Samráðingarnar verða púra ókritiskt umrøddar sum 'politisk telv­ing' – altso ein staðfesting av, at man góðtekur, at politikkur er eitt spæl av onkrum slag, hóast talan er um veru­ligar avgerðir við veruligum av­leið­ingum. Tað minnir ikki sørt um House of Cards – ein formliga fólka­ ræðis­lig avgerð verður gjørd og tikin á fullkomiliga ódemokratiskum grund­ ar­lagi handan læstar dyr, sigur Høgni Hoydal at enda. karikeraður House of Cards hevur ein farra av politikki, ið Høgni Hoydal kennir aftur frá síni politisku yrkis­ leið, men fyri tað mesta er talan um keipu­mynd av øllum tí versta, sum politikkur hevur at bjóða »Man góðtekur, at politikkur er eitt spæl av onkrum slagi, hóast talan er um veruligar avgerðir við veruligum avleiðingum« Høgni Hoydal Í Føroyum hava vit eisini sæð dømi um, at ávísir portalar fáa tíðindini, áðrenn hini, og at teir eru beinleiðis talurør fyri politikkarar« Sitat úr House of Cards: »Eg elski hasa kvinnuna. Eg elski hana meiri, enn hávar elska blóð« »Eg havi altíð havt andstygd fyri tørvinum á svøvni. Eins og deyðin leggur hann sjálvt maktfullastu menninar flatar á ryggin« »Kongressin er eitt talv, og tú mást ongantíð lata tíni mótstøðufólk síggja títt talvfólk« »Eini kettu dámar best at spæla við músina, áðrenn hon ger av við hana. Tað er ein metaforur« »Ein leyva spyr ikki um loyvi, áðrenn hon etur eina zebra. Leyvur duga ikki at tosa og zebrur vilja ikki lurta« »Tað einasta, sum er meiri nøktandi enn at sannføra onkran um at gera, sum eg vil, er ikki at megna at sannføra tey við vilja. Tað er sum eitt skeltið, har tað stendur ‘eingin atgongd’. Tað bara bønar teg um at koma inn« »Fólk virða vald. Ikki erligheit« »Fyri okkum, sum klatra upp á toppin av føðiketuni, kann tað ikki vera nøkur náði. Tað er einans ein regla: jagstra ella verð jagstraður«