Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. FEBRUAR 2015 SOSIALURIN 24 25 Komandi partur Í komandi parti greiðir Øssur m.a. frá, tá ið farið varð til tarvs við kúnni. Tey fingu børnini Samuel, Anna, Christian og Hans, sum var pápi Øssur. Hans giftist við Ragn hild Danielsen (1904-1996). Tað finst ein lýsing av Hans í danska blað- num Haver og Plantager um virksemið í viða- lund ini í Havn. Her verður sagt: Da de nødvendige bevillinger fra det offentlige foreblev uforandrede, og da lønnen efterhånden var ganske utidssvarende, opsagde Trond Hansen i 1924 sit arbeide for det daværende plantageudvalg, men var alligevel knyttet plantningssagen lige til sin død i 1939. Hans Debes, der i mange år havde været medhjælper ved træplantningerne, rejste i 1924 til Danmark, hvor han i fire år var ansat som plantør ved Det danske Hedeselskab. I 1928 ansatte plantageudvalget Hans Debes som plantør og tilsynsmand ved samtlige forsøg. I de følgende år oprettede han igen den gamle planteskole, men på grund af svigtende bevillinger nedlagdes den dog igen i 1938. I 1946 var Debes også nødt til at opsige sin stilling på grund af utidssvarende løn. Hans og Ragnhild fingu børnini: Niels Christoffer f. 1924 Gunnvør f. 1928 Øssur f. 1930 Oddvør f. 1932 Lívið hjá smádreingi í Havn Ein skuldi ikki trúð, at tað var tann sami býur, tá ið ein lesur, hvussu Øssur mintist sín barn- dóm í Havn. Men hetta ger tað ikki minni áhuga vert at lesa. Hann greiðir frá: Eg eri føddur og uppvaksin á Abbatrøð, í dag Jónas Broncksgøta 28. Fyrst eg minnist var bert ein smalur koyrivegur frá kaiini og niðan um, har kiosk Aktiv er í dag. Haðani og niðan til Hoy víks vegin var bert gongugøta. Eystanfyri veg in, heilt út ímóti Boðanesi, vóru bert dyrk- að ar træðir. Næst við vegin var Frúutrøð. Hetta var ein stór trøð, rakk frá niðara enda á húsi- num hjá okkum og niðan um húsini, har kom- mu nu læknin húsast í dag. Lagaður grótgarður var um trøðna, hegn ímóti vegnum og stórt portur var áraka Smæru vegin, (M.A. Winthersgøta), har nú er koyr andi inn til parkeringsøkið. Neytini á Lützenstrøð Fyrst eg minnist, hevði Lützen neyt gangandi á trøðni, hetta vóru stór donsk mjólkneyt. Har park eringsøki er í dag, stóðu eini fjós/hoyggj- hús úr gróti við flagtekju. Lützen hevði ein mann at passa og mjólka neytunum. Hann sat ofta úti og mjólkaði, og stóðu vit børn ofta og hugdu. Hesin maðurin var dani, og kom eg sein ri, tá íð eg fór í snikkaralæru, at arbeiða sam an við honum, har hann gjørdi fyrifallandi ar beiði. Hann æt Emil Sjøtch. Tá ið Lützen gavst við neytahaldinum, var Frúu trøð brúkt til heimabeiti hjá monnum, ið høvdu neyt har um leiðir. Pápi hevði tann ov- as ta partin, oman um fjósið og hoyggjhúsið og frá vegnum og niðan á “frúutoppin”. Hetta var tað ovasta á Frúutrøð. Eitt skifti hevði pápi kúnna standandi í fjósinum har. Millum aðrar, sum høvdu heima- beiti har, vóru Jens hjá Gustu, Martin Djurhuus og Dia á Lava, sum hevði tann sunnasta partin at hoyggja. Long kirkjugongd Sunnudagar kom mamma við okkum í kirkju. Pápi var ofta heima og gjørdi døgurða. Vit sótu uppi á loftinum við síðuna av “Amt- mans stólinum”, fremsti stólur á lofti num. Prædik urnar vóru langar, so vit vóru ikki heima fyrrenn kl. 13. Eg minnist, at eg sat og tal di stjørnurnar á loftinum og segði “mamma nær fara vit heim?” Heimkomin ótu vit døgurða. Eftir døgurða fóru vit systkin út í sunnudagsklæðum. Spælt var ikki úti sunnudagar, eingir handlar vóru opn ir. Ofta fóru vit niðan á Kongaminnið, har plag du vit at reiggja á ketunum, ið eru í millum steyr ar nar, sum eru um Kongaminni. Einaferð eg reiggj aði, datt eg afturav eftir høvdinum. Hol kom á høvdið, og eg bløddi illa. Niels og Gunn vør runnu heim við mær. Revagarðarnir Lonirnar, “Revagarðarnir”, vóru bygdar í 1946. Kom mu nan lat tær byggja til leiguíbúðir. Í Havn vóru annars fleiri revagarðar. Uppi á Konmansmýru vóru tveir, úti á Frælsinum, omanfyri Shellstøðina, vóru tveir. Hesir garðar líkt ist akkurát skapinum á Loninum, harav óiv- að navnið “Revagarðar”. Vit plagdu sum børn at fara at hyggja eft ir revunum, sum gingu úti í búrinum. Har uppi hevði Anton á Krákusteini eitt svanapar gang- andi, teimum vóru vit eisini ofta og hugdu at. Lonirnar standa á trøðin hjá Poul Jensen, kend ur yvirlærari í Havn. Miðskeiðis á trøðni stóð eitt hoyggjhús. Har á trøðni vóru vit børn von at skreiða, tá kavi var. Poul Jensen fór frá veg na aldur árið fyri eg fór í skúla. Henda trøð- in var frá Frúutrøð og yvir ímóti gøtuni, ið gekk fram við Vaktarshúsbrekku, yvir ímóti har Djóna í Geilgøta er í dag og oman ímóti ovara enda á politistøðini. Hesa trøð hevði pápi eisini til heimabeitið. Pápi hevði eisini ein part av politi trøðni til heimabeiti. Polititrøðin var frá Djóna í Geilsgøtu, Yvir við Strond út um húsini Yndi, har gøta gekk niðan á Bókbindaratrøðna, í dag eru trappur her. Hon rakk niðan til har rað hús ini og sethúsini standa. Hendan trøð var latin teimum á politistaliðunum at brúka, har av navnið polititrøðin. Neytahald og mjólkasøla Um summarið var kúgvin leidd út á heima- beitið um morgunin. Hon var leidd innaftur um kvøldið at mjólka. Eg var ofta eftir henni, tá ið hon skuldi mjólkast. Tá ið hon hevði kálvað, varð hon mjólkað tríggjar ferðir um dagin, um morgunin á middegi og kvøldið. Mamma mjólk aði, men eg mjólkaði, tá ikki lá fyri hjá mam mu. Vit høvdu altíð nógva mjólk. Vit seldu mjólk og høvdu fastar kundar, serliga til børn og nýføðingar. Tey skuldu helst ikki hava við- gjørda mjólk frá meiarínum. Ofta sótu nógv fólk í køkinum við spann og bíðaðu, til mamma var liðug at mjólka. Mjólkin bleiv sílað í eina reina spann, og so bleiv mált av til kundarnar. Eg plagdi at drekka eitt stórt glas av nýmjólkari mjólk, tá var hon heit og froða var omaná. Kúgvin skuldi kálva Eg plagdi at hjálpa pápa, tá ið kúgvin skuldi kálva. Vit stóðu uttanfyri fjóshurðina og ans- aðu eftir, tá ið verkirnir komu. Tá so vatnið fór, og hon legði seg niður, fóru vit inn í fjósið. Tá ið fram beinini á kálvinum komu út, bað pápi meg taka í beinini og hála, so hvørt sum verkirnir komu. Sjálvur royndi hann at opa fyri. Tá ið høvd ið kom undan, var kálvurin hálaður út og lagd ur á básin frammanfyri kúnna at sleikja. Sópað var hvønn dag. Mykjan var løgd uttan fyri, og tá ið tað var so mikið sum uppí ein last bil, kom Jón hjá Gúnnu við lastbili. Lempað var upp í bilin, og mykjan koyrd út á trøðna, har hon var breidd á bøin ella grivin niður. Alt slógv var grivið niður. Tvær landtunnur stóðu í garðinum, har samlað var uppí. Hvør nátt pottur var tømdur í tær, náttpottur stóð undir hvørjari song. Tá tunnurnar vóru fullar, vóru tær koyrdar út á trøðna. Krani var á, fylt var í eina spann við spreiðara, og so var gingið og spreitt á bøin. Landið var súrt, so ramur land roykur stóð av einum. Hetta er kongaliga handilin um ta tíðina Samuel Hammershaimb Debes var bókhaldari. Hetta er brot úr tekning hjá Jørgen Frants Jacobsen (1819-1917) Abbin og omman, Niels Christoffer og Elisabeth Maria Debes ans, pápi Øssur, sker grind upp á Kongabrúnni Kúgvin á beiti uttanfyri húsini Øssur, trý ára gamal, á Frúutrøð