hósdagur 26. februar 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. FEBRUAR 2015
SOSIALURIN 24
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
24
Óli Jacobsen
LANGABBIN VAR SEINASTI
BÓKHALDARI HJÁ
KONGALIGA HANDLINUM
Øssur Hammershaimb Debes er ein rættur søgumaður. Hann hevur savnað søgu, sum fá onnur.
Her er bæði talan um ættarsøgu og egin minnir, sum okkara lesarar eisini skulu fáa gleði av
Øssur Debes 1. partur
H
enda røðin við siðsøgu, sum
nú hevur 8 ár á baki, er fyri ein
stóran part grundað á, at onkur
sigur frá fólki, sum vita nógv.
Hetta er eisini upprunin til hesa røð við Øssur
Hammershaimb Debes. Hann er føddur í 1930
og hevur eitt gott minni. Tí kann hann greiða
frá nógv áhugaverdum í sínum egna lívi.
Hetta hevur hann eisini skrivað niður
umframt tað, at hann hevur skrivað á teldu
fleiri hundrað síður av ættarsøgu, sum eisini
er partur av grundarlagnum fyri hesi og
komandi greinum. Tað liggur í eftirnøvnunum
Hammers haimb og Debes, at her er talan um
kend ar ættir. Tær eru eisini fyri ein part lýstar
í røð ini Hendur ið Sleptu úr gamla kirkjugarði
í Havn.
Tað ber sjálvsagt bert til at taka ein lítlan
part av ættarsøguni, og tað skal vera byrjað
við langabbanum Samuel Hammershaimb
Debes, sum var føddur í Havn í 1813. Hann var
giftur við Christionnu Carolinu Winther, sum
eisini er ein kend ætt. Sámal var kendur sum
bókhaldari í kongaliga handlinum. Tá ið hann
doyði í 1897 hevði Føroyingatíðindi hesi minn-
ingar orð um hann:
Tann 21. Decbr. doyði Samuel Hammershaimb
Debes. Hann var føddur her í Havn tann 15. Maj
1813. 18 ára gamal bleiv hann kontrabókskrivari
við tann kgl. Handilin, seinri bleiv hann
bókhaldari, og tað bleiv hann við at vera inntil
handilin helt uppat [í 1856]. Síðani hevur hann
verið rættsvitni-tiltøkumaður (suppleant) og
kirkju verjari í Havn. Í 1840 giftist hann við
Christiane f. Winther, sum enn er á lívi.
Samuel Debes var ein frálíka vitugur, upplýstur,
tolin og trúgvandi maður. Hann hevði eitt
minni sum fáur, visti at greiða frá einum og
øðr um, sum skett var fyri hansara tíð, og tað
fór tíverri mangt við honum í grøvina, sum
átti at verið uppteknað. Hann var sterkur og
fimur og hevði frá ungum av lagt dent uppá
alt kropsligt ídni. Hann svam soleiðis sum ein
kópur, og hann hevði eisini frá ungum av tikið
seg í vara fyri øllum, sum kundi vera honum
at skaða. Hann brúkti soleiðis ikki tubbak og
neyt ikki spiritus til sín deyð, tí hann dugdi at
síggja sannheitina, sum liggur í orðatakinum
“ein frísk sál í einum frískum kroppi”. Hann
var eisini maður, sum “fylgdi við tíðini”, og sum
gleddi seg um alt gott sum kom fram. Eina ferð,
vit høvdu tosað um avhaldssakina, segði hann
við meg í tí vit skiltust: “Gud styrki tykkum at
virka fyri hasari sakini”. Víða var hann kendur,
av hildin av øllum, sum kendu hann og elskaður
var hann av øllum sínum nærmastu.
D.
Eisini í dagbókini hjá C.M. Olsen
Tað finst nakað av søgu um Samuel í dagbókini
hjá Christoffer Michael Olsen frá 20. øld. Henda
dag bók eigur ein fittligan part av Havnar Søgu,
sum kom út fyri nøkrum árum síðani.
Tað hevur verið nakað av sambandi millum
Christoff er Michael Olsen, Niels Winther og
Sámal. Teir høvdu eina ferð lagað ein varða
uppi á Hálsi. Henda plagdu teir at hyggja at
við hvørt.
Í juni 1846 gingu meslingar í Havn. Samuel
og Christoffer M. arbeiddu báðir í handlinum.
CMO fekk eisini meslingar, men tað var so
heppið at Samuel var frískur og kundi koma
til arbeiðis.
Í juli sama ár vóru teir báðir faddrar hjá
Elisa beth Mariane Mohr. Hon giftist seinni við
Niels Christoffer Winther, pápa M.A. Winther,
sum var pápi Ragnhild, mammu Øssur. Tað
verð ur greitt nærri frá hesi ættini í komandi
parti.
Her eru nøkur onnur brot
úr dagbókini hjá CMO:
1850
27.2.:Betalte min Fader 2 RD i offer til Proust
Pontoppi tan. Samuel Debes, der er hans
Commissio nær modtog det.
Hetta bendir á, at Sámal longu tá hevur verið
kirkju tænari.
1851
21.1: I forgaars den 19de var Forsamling i Maade-
hold en hedsforeningen. Venningsted gik ud
som Formand, og i hans Sted blev Jacob Kjel-
næs valgt. Samuel Debes blev valgt paa nyt.
Mátahaldsfelagið hevur verið undan frá halds-
feløg ini. Men sum nevnt í minningarorðini var
Sámal fullkomiligur fráhaldsmaður.
14.4: Kom Enok Bærentsen fra Sund at assistere
i Skriverstuen for Samuel Debes, der skriver
inde paa Forvalteres Contoir, og vil der have
Ar bejde mere end en Maaned med at tage Ud-
skrift af Varebøgerne for de sidste 10 Aar.
20.9: Blev Samuel Debes færdig paa
Forvalterens Contoir med at extrahere
Afsætningen af Handelsvarerne her paa Øerne
i de sidste 10 Aar.
1852
18.1:Var Forsamling i Maadenholdenforeningen.
Jeg og Lützen bleve valgte til Forstandere
isteden for Samuel Debes og Sysselmand
Müller.
28.9:Kom jeg ind paa Bogholder Kontoiret.
Bogholder Jacobsen sat blev fra, formedelst
Brænde vinsdrikkeri og Uefterretteligheder.
Samuel Debes tog hans Plads.
1.10: Blev Debes Bogholder, jeg Kontrabogskriver
i hans Sted, Bogholder Jacobsen blev Hosetager.
Skaale [upprunin til Skálatrøð] har paa Grund
af Svaghed søgt sin Afsked.
Sámal og Kristianna fingu børnini
Hans August (1841-1886)
Sigrid Maria (1843-1930)
Niels Christoffer (1845-1846)
Deyðføddur drongur 1846
Elsa Bigittta f. 1847
Elisabeth Marianna (1849-1938)
Niels Christoffur (1852v-1932)
Laurits f. 1856
Maren Andrea Nicolina (1857-1891
Louis Henrietta (1859-1873)
Niels Christoffur Debes var abbi Øssur. Kona
hans ara var Elisabeth Maria Hansen f. 1850.
Siðsøga
Øssur og abbadóttirin, Edna Maria