Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. februar 2015 sosialurin 24 23 POLITIKKUR Møguleiki fyri semju um fimm avgerandi mál Andstøðan er innkallað til samráðingar um nýskipan av fiskivinnuni týsdagin ÁRNI GREGERSEN L andsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur boðað um­boðum fyri allar and­ støðuflokkarnar á fund týsdagin um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Sum orðaskifti hevur verið í seinastuni, so er ikki nógv sum bendir á, at tað fer at eydnast at binda bond millum andstøðu og samgongu. Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, metir sum støðan er nú, at talan mest verður umreguleringar, sum samgongan sjálv fer at atkvøða ígjøgnum - kanska saman við einum andstøðuflokki. – Støðan er vorðin eitt sindur undarlig. Vit eru í endanum á einum valskeiði og tað ger at tað mesta endar í einum taktiskum spæli, sigur Høgni Hoydal. – Tað sær út til at topparnir í sam­ gonguflokkunum eru samdir um eina loysn, men hon verður neyvan víttgangandi. Millum annað vænti eg, at tað framhaldandi fer at bera til við privatum sølum av rættindum og veiðiloyvum, sigur hann. Punkt at semjast um Hóast hann ikki heldur at støðan er seliga jalig nú, so heldur formaðurin í Tjóðveldi, at tað eigur at bera til at fáa semju um fimm ella seks mál í fiskivinnuni. 1: Hann heldur, at tað eigur at bera til at fáa eina semju um eina um­ sitingarætlan, so til ber at fáa sum mest burturúr fiska­til­feinginum. – Tað vil siga, at vit lurta eftir fiskifrøðingum og teimum, sum arbeiða í vinnuni og gera eina skipan, sum tryggjar at stovns­ røktin er góð, sigur Høgni Hoydal. 2: Høgni Hoydal heldur eisini, at tað eigur at bera til at finna eina semju, sum ger tað ólógligt at selja veiðurættindi millum privatar. tað fer so sjálvandi eisini at hava við sær, at eitt slag av tilfeingisbúð ella kvotabanka má setast á stovn. – Kanska eru vit ikki enn samd um, hvussu hetta skal gerast, men her er meira taln um, hvørjar prakt­ iskar loysnir kunnu finnast. Tað eiga vit at kunna finna eina semju um, sigur Høgni Hoydal. 3: Rættindini eiga at vera á før­oysk­ um hondum. Tað vil siga, at tey, sum fáa atgongd til føroyskar kvotur ella føroyska landgrunnin eru føroyingar og føroyskt skrá­ sett­ar fyritøkur og skip. Um út­ lendingar annars eru við, so eigur at verða kravt, at teir eru skrásettir í Føroyum og gjalda fullan skatt í Føroyum. – Eg haldi ikki, at ósemja er um hesi viðurskiftir. Kanska heldur onkur at útlendingar kunnu eiga ein part, men eg haldi at vit grundleggjandi eru samd um, at ræðisrætturin skal liggja í Før­oy­ um og feløgini skulu hava fulla skatt­skyldu í Føroyum, sigur formaðurin í Tjóðveldi. 4: Føroysk virkir á landi eiga at fáa atgongd til fiskin, tá ið hanner fiskaður. Hetta vil siga, at fiskurin helst skal uppá land í Føroyum, so til ber at virðisøkja veiðuna á landi og skapa arbeiðspláss. – Tað sum vit eiga á sjónum skal gagna Føroyum og fólkinum, sum her býr. Tí mugu vit krevja at veiðan kemur uppá land og verður viðgjørd her í so stóran mun, sum tað yvirhøvur ber til, sigur Høgni Hoydal. 5: Føroyskar lógir og føroyskir sátt­ málar eiga at galda umborð á skip­ unum. – Tað er eyðsæð, at føroyskar lógir og føroyskir sáttmálar eiga at galda umborð á øllum skipum, sum veiða í føroyskum sjógvi ella av føroyskum kvotum. Og mann­ ingin skal ikki gjalda fyri keyp av rættindum, sigur Høgni Hoydal. Keyp og søla Formaðurin í Tjóðveldi heldur,,at nakað av tí, sum hevur volt stórar tupulleikar í fiskivinnuni er keyp og søla av rættindum. Hetta hevur gjørt, at vinnan í stóran mun hevur siglt tungan sjógv búskaparliga og hetta hevur eisini gjørt raksturin tungan. • Í veruleikanum hava tey, sum sluppu at selja rættindini, sogið pen­ing úr fiskivinnuni, sum vinn­an nú noyðist at gjalda. Tað ger sam­stundis, at lítið yvirskot og lítil skattur kemur frá hesum reiða­ríum, sigur Høgni Hoydal. Tjóðveldi byrjaði tíðliga at tosa um tilfeingsbúð, men hetta er mangan afturvíst av vinnuni og øðrum. Nú hevur Javnaðarflokkurin fing­ ið ein norskan professara at gera ein frágreiðing um føroysku fiski­ vinnuna og í henni verður eisini mælt til, at eina kvotabanki verður gjørdur. – Vit hava fleiri ferðir mælt til til­feingisbúð, men eg haldi at hetta ofta er misskilt við vilja, heldur Høgni Hoydal. Sætta punktið Umframt tey fimm punktini, sum formaðurin í Tjóðveldi hevur nevnt, heldur hann eisini, at tað eigur at fáast meira úr føroyska tilfeinginum. Hetta eru spurningar, sum hava verið vendir ótalligar ferðir síðani áttati-árini, men í veruleikanum eru vit ikki komin so langt víðari. Í løtuni verður tosað um markn­ aðar­forðingar, sum gera at vit ikki kunnu fáa meirvirði úr fiskinum. Hetta hevði herfyri við sær, at klaksvíkignar keyptu tvær verk­ smiðjur í Týsklandi, sum so gevur at­gongd til ES marknaðin. – Sjálvandi eiga vit at fáa meira burturúr og tí eiga vit sum politkarar at fáa forðignarnar burtur, so væl sum hetta ber til, men vit eiga eisini at eggja vinnuni til at koma longur fram á veg og royna nýggja leiðir, sigur Høgni Hoydal. Andstøðuflokkarnir fara týsdagin á fund við samgonguna um nýskipan av fiskivinnuni. HØGNI HOYDAL: Høgni Hoydal: – Vit eiga at kunna semjast um hesi fimm punktini