Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. februar 2015 sosialurin 24 22 Føðingar 3. februar fingu Elena og Eyðun ein lítlabeigga. Hann var 56 cm langur og vigaði 4450 gr. Foreldrini eru Gunnvá Ellendersen og Ellindur Olsen, Tórshavn.        Minningarorð um Kára á Rógvi (1973 – 2015) Leygardagin 14. februar fingu vit boðini um, at Kári á Rógvi var farin frá okkum, einans 41 ára gamal. Tað er framvegis ófatuligt, at hesin hugdjarvi, gløggi og vitandi maðurin ikki longur er okkara millum. Kári var tingmaður fyri Sjálv­ stýrisflokkin í tíðarskeiðnum 2008 til 2011. Og nú hann legði árarnar inn, var hann professari í løgfrøði á Fróð­ skaparsetrinum. Virkin sum hann var, hevði hann eisini nógv onnur álitisstørv, so nógv, at vit mangan hugsaðu, hvussu nógvar tímar samdøgrið hjá Kára mundi hava. Vit komu at kenna Kára í okkara politiska arbeiði. Kári var okkara løg­ tingslimur, og vit royndu at stuðla og hjálpa, hóast honum ikki tørvaði hjálp. Kári hugsaði skjótari og djypri enn tey flestu, harumframt var hann ágrýtin og sera arbeiðssamur, og tí var ofta ringt hjá okkum at fylgja við. Men Kári var eisini tolin og lurtandi, hann tók fegin móti góðum og kanska eisini minni góðum ráðum, hann vildi, at politikkurin skuldi umboða flokkin og ikki einans hansara sjónarmið. Tí var stuttligt at taka lut í politiska arbeiðinum saman við honum, og úrslitið gjørdist ofta ítøkilig lógaruppskot og altíð eitt gott og mennandi politiskt kjak. Vit minnast eisini mangar góðar løtur heima hjá Kára, har var bæði gesta­ blídni, hugni og hjartarúm. Kári var ein úrmælingur á nógv­ um økjum. Hann visti nógv um søgu og mentan, var áhugaður í út­ búgving og skúlaskapi, hevði stóran áhuga í landbúnaði og samfelags- viðurskiftum – og so var hann løgfrøðingur um ein háls. Kári var ongantíð hálvur, har hann var. Hann var ikki altíð semjusøkjandi, tí hann vildi hava loysnir, praktiskar loysnir, sum hóskaðu til okkara sam­ felag. Kári kundi onkuntíð vera ber­ søgin, men hann var altíð erligur. Hans­ara hugsan var merkt av rætt­ vísiskenslu. Hetta eru eginleikar, sum alt ov lítil dentur verður lagdur á, og hesir eginleikar eru tíanverri ikki teir, sum eyðkenna flestu politikarar. Kári var ein sjáldsamur politikari, men hann var avgjørt eisini ein góður politikari. Hann tordi at siga sína hugsan, hóast hann visti, at hann fekk mótstøðu. Hann var víðskygdur í einum mangan snævurskygdum sam­felag. Hann leyp ikki um garðin, har hann var lægstur, og hann lá ongantíð á latu síðuni. Kári er tikin frá okkum alt ov ungur, vit hava mist ein vin, ein gløgg­an partamann og sam­starvs­ felaga; Fróðskaparsetrið hevur mist ein eld­hugaðan og dugnaligan undirvísara. Ofta verður tikið til, at maður kemur í mans stað; vit vænta ikki, at nakar kann koma í Kárasa stað. Hann verður saknaður av mongum; Før­oyar hava mist ein av sínum bestu synum. Ongin ivi er tó um, at kona, børn og familja sakna hann nógv mest. Vit vóna, at øll tey góðu minnini, sum vit hava eftir Kára, fara at gera tað lættari hjá tykkum at liva við sorgini og sakninum. Tit hava okkara stóru samkenslu. Vit enda okkara minningarorð við ørindinum úr Hávamáli: Doyr fæ, doyggja frændur, doyggi eg sjálvur samur; eitt eg veit, sum aldri doyr, dómur um deyðan mann. Kári er farin, men minnini liva. Kristianna W. Poulsen, Teitur Vágadal, Karl A. Olsen 21. februar fingu Miriam Torleivsdóttir Jacobsen og Benny Bærentsen, Leynar, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3415 gr. 85 ára føðingardagur Leygardagin 28. februar fyllir Hildi­ garð Nattestad 85 ár, tey ið ynskja at heilsa uppá hana, eru hjarta­liga vælkomin í kjallarin á Missións­ húsinum í Hvalba millum kl 12.00 til kl. 17.00 90 ára føðingardagur Sunnudagin 1. mars verður Martin Tórgarð 90 ár. Dagurin verður hildin á Tjarnagarði, har tey, ið ynskja at heilsa uppá Martin, eru væl­komin til ein drekkamunn ímill­ um kl. 14:00 og 17:00 90 ára føðingardagur Sunnudagin 1. mars verður Jóhanna Petersen, Saltnes, 90 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 28. febru­ar kl. 17.00 á Teymavirkinum í Søldarfirði. Øll eru hjartaliga væl­ komin. 90 ára føðingardagur. Hósdagin 5. mars verður Adela Ja­ cob­sen 90 ár. Dagurin verður hild­in í missiónshúsinum libanon í Sør­ vági frá kl 18. Øll eru vælkomin. 60 ára føðingardagur Tann 28. febr. haldi eg mín 60 ára føð­ing­ardag í hølinum hjá Oddfellow á Grøn­landsvegnum 56, Tórshavn. Eg fari at bjóða til kalt borð, køkur og ann­að gott. Øll eru hjartaliga væl­komin. Vinarliga sigið frá á tlf. 221300. Vinarliga heilsan Kjartan Kjartansson 85 ára føðingardagur Leygardagin 28. februar fyllir Hildigarð Nattestad 85 ár. Tey ið ynskja at heilsa uppá hana, eru hjartaliga vælkomin í kjall­aran á Missiónshúsinum í Hvalba millum kl 12.00 til kl 17.00 nøvn