hósdagur 26. februar 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. FEBRUAR 2015
SOSIALURIN 24
21
1
Í okkara samfelagi í dag er
tað soleiðis, at ein persónur
er myndugur, tá ið hann fyllur 18
ár. Tað er tá, at vit kunnu fáa lán í
bankanum ella fáa koyrikort. Og tað
er ein orsøk til, at samfelagið hevur
valt ein ávísan aldur, har vit flyta
okkum frá barndóminum og yvir
til vaksnamannalívið. Soleiðis er
tað eisini í londunum kring okkum.
Fólk vera mett at vera vaksin, tá ið
tey fylla 18 ár. Og tað er umráðandi,
at halda fast í, at tú kanst fara á val, tá
tú ert myndugur. Og tað er ikki fyrr
enn tú fyllur 18 ár.
2
Tá ið tú fyllur 18 ár, fært
tú ikki einans rættin til
at seta tína atkvøðu við
politisk val. Tú fært eisini
loyvi til at bjóða teg fram
sum umboð fyri onnur
á politiska leikvøllinum.
Vit kunnu undir ongum
umstøðum ímynda okkum,
at vit skulu skilja valbæri og
valrættin at. Og eg kann heldur
ikki ímynda mær, at vit fara at
síggja 16 ára gomul løgtingsfólk. Tað
tykist onkursvegna púra burturvið at
síggja so ung fólk fara uppí politikk.
Men tað verður so ein møguleiki, um
vit flyta valaldurin niður á 16 ár.
3
Vit menniskju fara alt lívið
ígjøgnum eina menning. Og í
londunum kring okkum og her í
Føroyum hava vit ta fatan, at tú ert so
mikið mentur, tá tú ert 18 ára gamal,
at tú ert førur fyri at taka slíkar
avgerðir, sum tær politisku. Tað er
eftir mínum tykki ikki rætt, at tvinga
ung fólk ígjøgnum ta menningina
áðrenn.
4
Í dag er tað soleiðis, at bæði
í politikki, í samkomum og
aðrastaðni hava vit sterk og virkin
ungmannafeløg. Hesi feløg eru røddin
hjá teimum ungu, og í veruleikanum
hava tey ógvuliga stórt vald. Í politikki
er tað í øllum førum so, at tað, sum
ungmannafeløgini halda, verður tikið
ógvuliga álvarsamt, tí tey umboða
okkara ungu og teirra hugsanir. Vit
royna frá barnagarðsaldri at geva
teimum ungu eina sjálvstøðuga
rødd, og tað gera vit eisini við
tey, sum eru millum 16 og 18
ár. Men tað merkir tó ikki,
at tey skulu fáa valrætt.
Tey eru umboðað
frammanundan í tí,
sum vit politikarar
gera.
5
Tað er ikki rætt,
at tvinga tey ungu
at standa við so stórari
ábyrgd. Tað eru tey 16 ára
gomlu neyvan búgvin til.
Valaldurin má hanga saman
við nær vit sum samfelag
halda fólk eru myndug.
Kanska er tann aldurin 17 ár.
Men so eiga øll aldursmørk
at vera flutt ti 17 ár og ikki
bert valaldurin.
Fakta um valaldur
Kári P. Højgaard
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
ur í 16 ár? Ja ella nei
kar
er
nga
ina
æði
og
kin
din
um
kki
um
kið
oða
Vit
eva
uga
rødd, og tað gera vit eisini við
tey, sum eru millum 16 og 18
ár. Men tað merkir tó ikki,
at tey skulu fáa valrætt.
Tey eru umboðað
frammanundan í tí,
sum vit politikarar
gera.
5
Tað er ikki rætt,
at tvinga tey ungu
at standa við so stórari
ábyrgd. Tað eru tey 16 ára
gomlu neyvan búgvin til.
Valaldurin má hanga saman
við nær vit sum samfelag
halda fólk eru myndug.
Kanska er tann aldurin 17 ár.
Men so eiga øll aldursmørk
at vera flutt ti 17 ár og ikki
bert valaldurin.
NEI!
Eg kann heldur
ikki ímynda
mær, at vit
fara at síggja
16 ára gomul
løgtingsfólk
Kári P. Højgaard
(Sjálvstýrisfl.)
SALTANGARÁ
TINGMAÐUR
S
2
Tá
tú
at se
poli
loy
sum
á p
Vit
ums
at vit
valrætt
ikki ímyn
síggja 16 ára g
t ki t
k
ti tú?
i var fyrsta
vropa, sum
ldurin til 16 ár.
tú framvegis
21 ár, áðrenn
pur á val
•
Í 1834 bleiv aldurin til valrætt í danska ríkinum settur at
samsvara mynduga aldurin, sum tá var 25 ár. Valbæri fekk
tú tó ikki fyrr enn tú fylti 30 ár. Tað var somuleiðis eitt krav
um minstamark av ogn.
•
Hetta var síðani lækkað niður í 21 ár, og í 1900-talinum varð
tað í nógvum londum kring heimin lækkað til 18 ár.
•
Nú verður so kjakast um, hvørt hann skal setast
Til dømis í:
• Onglandi
• Skotlandi
• Wales
• Írlandi
• Noregi
• Finnlandi
• Estlandi
• Danmark,
• Canada
• New Zealandi
• USA
• Australia
eru uppskot frammi um, geva 16 ára gomlum valrætt.
Í nógvum londum verður kjakast um
møguleikan fyri at lækka aldurin til
valrætt til 16 ár.