Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-26, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. februar 2015 sosialurin 24 38 ítróttur Ikki við: Hørður Askham (Leikbann) Alex Mellemgaard (Skaddur) Ivasamur: Símun Samuelsen Allir mans tøkir Ivasamur: Johan Jacobsen (Brotið nøsina) Allir mans tøkir Jóannes Hansen S o fer bólturin á rull aftur í landskappingini í fótbólti. Tað hevur verið kappast í landskappingini á hvørjum ári síðani 1942. Undantikið er 1944, tá ið kappingin varð avlýst, tí tað bar ikki til at fáa fatur á bóltum. Ongantíð áður er tað farið í holtur við landskappingina so tíðliga sum í ár. Feløgini ynskja, at punktum verð­ ur sett fyri kappingarárið fyrri, enn tað hevur verið seinastu árini. Tað er hugaligari at venja og spæla, tá ið dagar­nir leingjast og veðrið batnar, enn tað er, tá ið dagarnir styttast, og veðrið versnar. Spælararnir fegnast um, at tað nú verður álvari. Felags fyri øll feløgini, sum eru umboðað í bestu deildini, er, at spælararnir hava vant síðani væl undan ársskiftinum. Vetrarsteðgurin frá fótbóltinum er bara nakrar vikur. Hjá teimum, sum eisini skulu lut­ taka í europeisku kappingunum, verður sunnudagin settur sjøtul á kappingarár, har tað ikki verður helmað í fyrrenn fyrst í oktober, tá ið tað verður greitt, hvør verður meistari og niðurflytari. Sjáldan man kappingarárið undan fyrsta umfari hava kenst so opið, sum tað ger hesaferð. Trýstið er á meistarunum EB/Streymur - B36 Mikukvøldið fingu Eyðun Klakstein og hansara menn í B36 áminning um, hvussu tað kann ganga, tá ið annað liðið er undirtippað fult og heilt, og hitt liðið fokuserar á verjupartin og síðani eydnast at skora mál í mótálopi. Her verður sipað til totalt kiksaða avrikið hjá Arsenal á heimavølli ímóti Monaco. Meistararnir í B36 vilja fegnir megna tað, sum eingin annar í felag­ num áður hevur megnað. B36 hevur vunnið FM tíggju ferðir, men tað hev­ ur ongantíð eydnast at endur­vinna meistaraskapin beinan­vegin. – Tað er nógv torførari at endur­ vinna meistaraheitið, enn tað er at vinna tað fyrstu ferð, staðfestir B36 liðformaðurin Jákup á Borg, nú hann og liðfelagarnir fyrireika seg at fara norður í Sundalagið. Har bíðar EB/Streymur. Eftir at lyklaspælararnir nógvu tey seinastu árini – eitt nú René Tórgarð, Gert Hansen, Jónas þór Næs, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen - eru burtur, verður setningurin hjá nýggju og óroyndu monnunum saman við Eliesari Olsen ímóti væl trimm­aða B36 at verja stigið, sum er í pos­anum. – Hetta árið verður ein stór av­bjóð­ ing. Men eg rokni við, at vit fara at klára tað. Vit eiga nógvar ungan og evna­ríkar spælarar, og hýrurin er góður. Spælararnir hava verið leingi her hjá okkum, og vit hava ikki sett nóg væl við. Tí verður talan um torført kappingarár, men vit ætla okkum ikki at flyta niður, sigur EB/Streyma for­ mað­urin Signar í Homrum undan vitjanini av meistaraliðnum B36. Víkingur saknar gullið Víkingur - ÍF Fyrsta umfar í fjør var marra hjá Víkingi, sum var stórfavorittur, men tapti 2-0 á heimavølli ímóti undir­ tippaða AB. At tað gekk so striltið nógvu tey fyrstu umførini bar við sær, at Víkingur ongantíð fekk fatur á topp­ inum, hóast liðið bæði í steypa­kapp­ ingini og europeisku kappingini vísti, at fólkið var til tað. Í fyrsta umfari vitja grannarnir úr Fuglafirði, og setningurin hjá heima­ liðnum er greiður: – Vit hava havt tað torført ímóti teimum lægri á stigatalvuni. Hetta hava vit havt fokus á í fyri­reik­ing­ unum. Vit taka ikki forskot upp á nakað. Vit miðja eftir FM, og vit taka ein dyst í senn, men góð úrslit í Europa og steypakappingini, sum vit hava vunnið trý tey seinastu árini, eru vorðin partur av kappingarárinum, stað­festir Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen, sum eisini vísir á, at fleiri av spælarunum eru í fótbóltshøpi farnir at eldast, og at tað harvið skal vera nú, um tað skulu vera teir, sum vinna fyrsta FM heitið til Víking. Í Fuglafirði hevur gjøgnum­ trekk­urin verið øgiligur. Aleksandar Jovevic er nýggjur venjari, og hann sigur soleiðis undan fyrstu avbjóð­ ingini: – Tað týdningarmiklasta er, at vit mennast sum lið, og vit ætla okkum at verða betri enn í fjør. Tað letur til, at gøtumaðurin Hallgrím G. Hansen, sum hevur verið eyka­maður hjá Jákupi Mikkelsen, fær møguleikan millum stólparnar. LIÐ TÍÐINDI B36 HB Víkingur NSÍ EB/Streymur Fótbóltur Felags fyri tey trý, sum í fjør endaðu á heiðursmerkjaplássunum, er, at tey øll ætla sær FM heitið í kapping, har tað eru nógv um FM boðið, og har eingin kennist vera upplagdur favorittur at flyta niður Toppurin leggur trýst á seg sjálvan Upptakt til Effodeildina