hósdagur 26. februar 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. februar 2015
sosialurin 24
39
Ikki við:
Ivan Joensen (Sjúkur)
Ivasamur:
Evrard Blé
Ikki við:
Nenad Saric (Ryggurin, 2-3 vikur),
Jan Ó. Ellingsgaard
(Burturstaddur)
Ivasamur:
Clayton Soares
Ikki við:
Kristin R. Mouritsen (1,5 mánað)
Hørður M. Mohr (2 mánaðir)
Karstin Højgaard (1 vika)
Beinir Ellefsen
Ivasamur:
Franck O. Able (Spæliloyvi)
Ivasamir:
Mamuka Toronjadze
(Spælaraloyvið)
Valerian Lobashvili
(Spælaraloyvið)
Toppskjúttin og ársins spælari í
fjør, Adeshina Lawal, verður fremsti
maður, og Andy Olsen, André Olsen
og Sjúrður Jacobsen eru nýggju
menninir, sum í kappin við Dánjal á
Lakjuni, Ara Ó. Ellingsgaard og Nenad
Saric skulu syrgja fyri uppleggunum.
Grannauppgerð í Gundadali
HB - AB
Hjá HB restaði eitt stig í at vinna FM
heitið í fjør. Tað vóru fleiri dystir, har
favorittarnir ikki megnaðu tað, sum
tað varð roknað við. Ein var, tá ið AB
í 17. umfari fór úr Gundadali við 2-1
sigri. Sunnudagin vitjar AB aftur í
Gundadali.
Heðin Askham fer nú undir annað
av trimum kappingarárum sum HB
venjari. Setningurin er at vinna gull
í landskappingini og steypakapping-
ini. Í fjør var úrtøkan stór, men HB
vann einki gull, og venjarin leggur
trýst á seg sjálvan undan kappingar
byrjan:
– Um vit ikki megna úrslitini, so er
eingin orsøk til, at eg verði verandi í
felagnum. Málið er greitt, og tað er at
røkka eitt stig hægri enn í fjør bæði í
landskappingin og steypakappingini,
sigur Heðin Askham.
Stóri spenningurin í HB er, hvussu
tað fer at svinga í álopinum, har
Andrew av Fløtum nú hevur fingið
Arnbjørn Hansen undir liðina á sær.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer AB
undir triðja kappingarárið á rað í
bestu deildini.
– Hetta er tó ikki nóg mikið til
at staðfesta, at AB er rótfest í bestu
deildini, men gongdin er avgjørt
rætta vegin, sigur AB venjarin
Oddbjørn Joensen, sum fyrstu ferð
hevði ábyrgdina á Argjum í 2007.
Málið hjá Oddbirni og spælar
unum undan vitjanini í Gundadali
er greitt:
– Vit hava verið plágaðir av vand
anum at flyta niður ov leingi hesi
seinastu árini. Tað er strævið. Tí
ræður um hjá okkum at vera við
beinanvegin, sigur AB venjarin, ið
ætlar at hansara lið skal spæla fótbólt
og ikki sparka bólt.
NSÍ miðjar eftir
fjórða plássinum
NSÍ - FC Suðuroy
Uppflytararnir í FC Suðuroy fara í
morgin fyrstu av mongu ferðunum
í hesum kappingarárinum norður
um fjørðin. Harvið verður farið undir
drúgva setningin, ið hevur sum mál,
at FC Suðuroy skal varðveita plássið
í fremstu røð, og at liðið næstu árini
støðugt skal vera millum tey fremstu:
– Størsta avbjóðingin er at fáa
spælararnar at trúgva uppá, at felagið
skal eiga pláss í bestu deildini. Tað
snýr seg um mentala og sinniliga
partin, sum vit hava stórt fokus á.
Hetta er avgerandi, um vit skulu
røkka málinum, sigur Jón Pauli
Olsen, venjari. Hann er ikki fegin um
skipanina av fyrstu umførunum, tí FC
Suðuroy skal spæla bæði í Runavík
og í Klaksvík, áðrenn høvi verður at
spæla á heimavølli – ímóti TB!
– Vit hava gjørt vart við hetta á
røttum staði, og eg skilji ikki, at tað
ikki bar til at broyta hetta, tá ið tað
bar til at gera aðrar justeringar í
skipanini, sigur FC Suðuroy venjarin.
Vertur hjá FC Suðuroy í fyrsta
umfari er NSÍ, sum síðstu árini mest
sum hevur tikið patent upp á fjórða
plássið. Sambært Kinnu F. Olsen,
sum hevur verið formaður og nú er
næstformaður í felagnum, so er málið
aftur í ár at røkka fjórða plássinum:
– Vit byggja framvegis upp, og
vit dúva upp á egnar spælarar, sum
vit geva tíð at mennast. At áhugin er
sera stórur sæst eitt nú aftur í, at tað
møta nógv til morgunvenjingarnar,
sum Trygvi Mortensen stendur fyri.
Inngangurin
avgerandi hjá TB
TB - KÍ
Í Klaksvík spenna teir bogan høgt í
royndini at vinna seg fram á heiðurs
merkjapláss. Mikkjal Thomassen
er nýggjur við róðrið, og saman
við honum eru tríggir fremmandir
spælarar komnir til Klaksvíkar. Teir
eru keyptir, tí tað verður roknað við,
at teir skulu vera millum teir fyrstu
ellivu. Tað ber við sær, at kappingin
um plássini er stór¸og at fleiri, sum
í fjør spældu nógv, í fyrstu atløgu
verða á beinkinum.
KÍ formaðurin, Tummas Lervig,
sigur soleiðis um, hvat skal til:
– Um vit enda á fjórða plássi, so er
talan um gott kappingarár, men vit
vilja fegnir vinna atgongumerki til
europeisku kappingina.
Í morgin fer KÍ um Suðuroyarfjørð,
har TB sunnudagin tekur ímóti við
Stórá í Trongisvági. Páll Guðlaugsson
og hansara menn hava sum mál at
varðveita plássið í fremstu røð, og teir
vita, hvat hevur alstóran týdning:
– Tað hevur alstóran týdning, at vit
sleppa væl frá fyrstu umførunum, og
at tað harvið verður møguleiki at ríða
á alduni. Undanvindur hjá TB hevur
nógv at siga fyri alt lokalsamfelagið,
sigur miðvallarin Rógvi Joensen.
Hann heldur, at tað sær spennandi út,
og at teir fýra útlendsku spælararnir
fara at styrkja um liðið:
– Teir síggja út at hava dygdirnar,
sum tað varð roknað við, men tað
tekur tíð at spæla nýggju menninar
inn á liðið, sigur Rógvi Joensen.
joannes@sosialurin.fo
KÍ
ÍF
AB
TB
FC Suðuroy
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
AB
0
0
0
0
0
0
0
0
2
B36
0
0
0
0
0
0
0
0
3
EB/Streymur
0
0
0
0
0
0
0
0
4
HB
0
0
0
0
0
0
0
0
5
ÍF
0
0
0
0
0
0
0
0
6
KÍ
0
0
0
0
0
0
0
0
7
NSÍ
0
0
0
0
0
0
0
0
8
TB
0
0
0
0
0
0
0
0
9
FC Suðuroy
0
0
0
0
0
0
0
0
10 Víkingur
0
0
0
0
0
0
0
0
Mynd: Álvur Haraldsen
savnsMynd: Álvur Haraldsen