hósdagur 26. februar 2015síða 40
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. februar 2015
sosialurin 24
40
E
in útlendingur spurdi meg,
hví allir føroyingar eiga bil.
Hann hevði verið her í
nakrar dagar og stóð spyrj
andi.
Eg svaraði honum við orðunum
úr svarta/hvíta Føroyafilminum,
sum varð gjørdur í trýssunum, at før
oyingurin er beindovin, rætt og slætt
beindovin. Royndi at umseta hetta
frálíka orðið beindovin sum frægast:
føroyingar tíma ikki at ganga, tí koyra
øll í bili. Føroyingar tíma bara og orka
at ganga bara út í bilin og úr honum
innaftur.
Og tó, tað er ikki heilt beint.
Rætta svarið er, at føroyingar
tíma ikki at ganga í illveðri. Í
Føroyum er ringt veður 347
og fjórðings dag um árið,
so har er rætta svarið. Og
so hava allir føroyingar
børn, sum skulu koyrast
17 ferðir um dagin.
Men hví hava føroy
ingar so bilar við sóltaki, spurdi tann
fremmandi?
Har hevði eg so einki svar, skal eg
viðganga. Býtt bjartskygni kanska.
Hesin forvitni útlendingur
spurdi eisini, um eg gangi í
øllum veðri.
Øllum veðri? Eg
gangi í einum veðri.
Veðrið,
ja.
Ringt, verri,
verst. Tá
tú situr í flogfarinum í Vágum og
bíðar eftir, at tað skal fara bóltandi
gjøgnum luftholini yvir Sørvágsfirði,
hugsar tú, hvussu nógvar syndir klári
eg at angra uppi yvir fjørðinum? Tú
ert lítil í slíkum støðum, minni enn
lítil.
Ikki fleiri veðurtíðini, men onnur
úr rúgvuni.
Var í matstovu í Keypmannahavn
nakrar dagar eftir jól. Besta reyða hús
vín annars, eg havi fingið fyri prísin.
Starvsfólkið fór alt í einum at taka
niður alt jólaskreytið, hóast langt var
til trettanda, sum er sætta.
Tey fyltu skreytið upp í sekkir. Ein
spurdi, hvar og hvussu tey skuldu
goyma tað. Bossurin, tey vóru øll
úr Fjareystri, svaraði, at tað nýttist
teimum ikki at hugsa um, tí »næstu
jól vera vit ikki her, anyway.«
Tá eg var formaður í Føroya Blað
mannafelag fyri einum mannaminni
av jólum síðani, hugsaði eg longri
fram í tíðina enn hasin gjørdi.
Eg gjørdi uppskot um avtalu
um teldubrúk at leggja fyri blað
útgevararnar, Óla Breckmann, Petur
F og teir. Hevði ongantíð roynt eina
teldu sjálvur, kanska sæð eina, men
ikki meira enn tað.
Hvussu skuldi eg gera? Jú, eg um
setti eina danska avtalu hjá teimum,
sum skrivaðu tíðindi við teldu.
Millum annað stóð okkurt um
bíðingartíð. Fólk skuldu ikki noyðast
at bíða, meðan tey brúktu telduna.
Eg skilti tað als ikki. Bíða, bíða eftir
hvørjum? Umsetti tað kortini eftir
besta førimuni og skrivaði tað í upp
skotið um avtaluna, sum útgevararnir
mín sann góðtóku og skrivaðu undir.
Nú bíði eg ofta eftir telduni. Og
nú skilji eg væl, hví danska avtalan,
sum eg umsetti tá í hinari øldini,
hevði eina áseting um bíðingartíð.
Tað var tá. Men vit bíða enn, ting
taka tíð, bíðingartíð. Slík bíðingartíð
er stressandi saman við nógvum
evstumørkum um dagin. Men hon
er sum veðrið, handan bíðingartíðin,
eingin fær gjørt nakað við hana.
Fólkaræðið í Føroyum kann bíða
fyri mær. Tað er so strævið, tá okkurt
skal viðgerast í almenna rúminum.
Millimetrademokratiið krevur kilo
metrar, tí sjey politiskir flokkar eru at
býta millum 35.500 veljarar. Frítt val
á niðastu hill, fimmtúsund og nakrar
atkvøður í part, um rættvísi var til.
Sum tað ikki er.
Tí so væl riggar millimetrademo
kratiið kortini ikki. Allir flokkar skulu
tó hava líka nógvar millimetrar um
sekundið í kjakinum, sum øll gjalda
fyri.
Sjey flokkar í einum so lítlum landi
við so fáum fólkum. Eg meini so við,
Sovjetsamveldið, heimsins størsta
land við nøkrum hundrað milliónum
veljarum, kláraði seg væl í hálvt triðja
mannaminni við einans flokki.
Viðrar kemur eisini skil á í Føroy
um. Tað viðrar ikki.
Kilometrar av øllum ættum
Signar í Homrum
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
Mynd: heinesen myndir
Yrki: Lesandi
Bústaður: Streymnes
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
– Politistur.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– Um vit mannfólk siga, at vit orna eitt ella annað, so
gera vit tað. Tað er ikki neyðugt at minna okkum á tað
hálva hvørt ár!
Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin?
– Ger feilin at stóla uppá tíni medmenniskju. Lat tey
heldur prógva seg følsk, enn at dúva uppá títt misálit.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
– At fara aftur í skúla. Havi ikki angrað tað eitt sekund!
Enda setningin: Um eg tordi, so
hevði eg …
… meldað meg til X-Factor.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Um man skifti út sjálvsøkni við næstakærleika.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Tá mín góði vinur John tók lykilin til orkesturbilin
seinasta leygarkvøld í Sumba, fyri at koyra umborð aftur
á Smyril aftaná spælingina.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
– Onki er broytt (lurtandi eftir
fiskivinnukjakinum úr Klaksvík
mikukvøldið 18/2 kl. 21.06.)
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at tú:
– Ikki seti ta tíð av til konuna og børnini, sum tey hava
uppiborið. Eitt stórt minus í mínum kalendara!
Enda setningin: Føroyingar burdu...
… ikki valt Fólkaflokkin. Líkaglaður við hvat annað. Bara
ikki Fólkaflokkin!