Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juli 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 128 - 8. juli 2004 Nr. 128 - 8. juli 2004 7 Sum ein dreymur – Hetta var sum at koyra ein kombineraðan Rolls Royce og Ferrari, sigur orkesturleiðarin hjá Føroya Symfoniorkestri TÓNLEIKUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hin 11. juni var ein stórur dagur í mínum lívi Orðini eigur tónleikarin Bernharður Wilkinson. Hetta seinasta hálva árið hevur hann stjórnað Føroya Symfoniorkestri. Men tá ið hann kallar 11. juni fyri ein stóran dag í lívinum, hevði tað fyri so vítt onki við føroyskan tónleik at gera. Men hendan dagin upp- livdi Bernharður Wilkon- son tað, sum bara er unt teimum fægstu tónleikar- um: At stjórna einum av heimsins kendastu orkestr- um. Hendan dagin stjórnaði hann nevniliga symfoni- orkestrinum í St. Pæturs- borg í Russlandi, sum av- gjørt hoyrir til teir allar tyngstu tungvektararnar í alheims tónleikalívinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Bernharður Wilkinson er í St. Pætursborg í tónleika- ørindum. Fyri tveimum árum síð- ani var hann har og stjórn- aði einum øðrum orkestri, tá ið tað spældi Requiem hjá Mozart. Annars var upprunaliga ætlanin, at Vladimir Ash- kenazy skuldi stjórna sym- foniorkestrinum í St Pæt- ursborg á konsertini 11. juni, sum var partur í árligu konsertskránni hjá orkestr- inum. Men tá ið hann gav av- boð, varð heitt á Bernharð Wilkinson um at taka yvir. Hetta má sigast at vera eitt herðaklapp til orkesturleið- aran hjá Føroya Symfoni- orkestri. Sjálvur tók Bernharður Wilkinson hetta sum ein møguleika, hann avgjørt ikki kundi siga frá sær. Og tónleikastykkið, sum var á skránni,var heldur ikki hissini. Tónleikaverikið, sum Bernharður Wilkinson skuldi leiða symfoniork- estrið í St. Pætursborg ígjøgnum, var stórverkið, Ødipus, eftir russiska tóna- smiðin, Igor Stravinsky Og konsertsalurin var einki minni enn kendi Schostakovich-salurin, har symfoniorkestrið vanliga heldur til. Tvey manskór, eitt úr Finnlandi og eitt úr Íslandi, sungu verkið saman við orkestrinum og hartil vóru fimm sangsolistar úr Ís- landi, Litauen, Polandi og Týsklandi og ein frásøgu- maður úr St. Pætursburg, við í framførsluni. Ødipus Rex er annars ikki so ofta at hoyram hvørki í Russlandi, ella aðrastaðni í heiminum, tí tað er so krevjandi at fram- føra. Eitt nú er bæði brúk fyri stórum mannskóri, fimm solistum og einum frásøgumanni. Og seinast, symfoniorkestrið í St. Pæt- ursborg framførdi verkið, varð mitt í sjeytiárunum. Bernharður Wilkinson hevur havt eina drúgva og fjølbroytta tónleikatilveru, men hetta má avgjørt sigast at vera eitt hæddarpunkt. Hóast navnið ljóðar út- lendskt, er hann als ikki ókendur við føroysk viður- skifti. Hann er føddur og uppvaksin í Bretlandi, men hann er hálvur føroyingur og hevur verið her nógvar ferðir, bæði í tónleikaør- indum og privat. Hesi seinastu nógvu árini hevur hann búð í Íslandi, men nú er hann fluttur til Føroya, her hann m.a. stjórnar Føroya Symfoni- orkestri Sum ein dreymur – Hetta var sum ein dreym- ur, sum gjørdust veruleiki, sigur Bernharður Wilkin- son, tá ið vit spyrja hann, hvussu tað var at standa frammanfyri hesum frálíka og søguríka orkestri. Orksetrið hevur spælt mong stórverk og í Schostakovich-høllini hev- ur hetta framúrskarandi orkestrið frumframført tey flestu av teim russisku stór- verkunum eftir Tchaikov- sky, Prokofiev, Stravinsky, Schostakovich og øðrum. – Orkestrið hevur eina ríka søgu og nógvar ótrúlig- ar framførslur á baki, og her hava teir flestu altjóða tón- leikararnir og orkesturleið- ararnir spælt og stjórnað. – So ikki kann sigast ann- að, at eg var ikki størt eyð- mjúkur, tá ið eg stóð frammanfyri hesum mæta orkestri, sigur Bernharður Wilkinson. Hann sigur, at hetta upp- livilsi gjørdist enn størri við tað, at salurin var fullsettur á sjálvari konsertini og at áhoyrararnir fagnaðu fram- førsluni óført – At stjórna symfoniork- estrinum í St. Pætursborg kann samanberast við at koyra ein kombineraðan Rolls Royce og Ferrari. Tað er tann fullkomna kom- binatiónin, sigur Bernharð- ur Wilkinson. Heimafturkomin úr Russlandi, fór hann beint til Íslands, har hann skuldi stjórna íslendska symfoni- orkestrinum í sambandi við upptøku til eina fløgu. Hesar upptøkur eru júst er liðug. Úr Íslandi gekk leiðis beinleiðis til Fraklands, har hann hevur spælt á konsert við Blásarakvintett Reykja- víkar, sum er ein bólkur, hann hevur spælt við í nógv ár. Hetta er stórfingna Schostakovich-høllin í St. Pætursborg, har symfoniorkestrið heldur til og har konsertin var Orkesturleiðarin hjá Føroya Symfoniorkestri, Bernharður Wilkinson, frammanfyri eini plakat, har lýst verður við stórfingnu konsertini. Eina staðni á plakatini stendur Wilkinson – Eg var ikki sørst eyðmjúkur at standa frammanfyri hesum mæta og søguríka orkestri. At stjørna hesum framúrskarandi tónleikarunum var sum at koyra eina kombinatión av einum Rolls Royce og einum Ferrari, sigur Bernharður Wilkinson Ein spildurnýggj insulinpumpa kann nú geva sukursjúkl- ingum eitt fleksiblari, fríari og sunnari lív. – Við tað at nýggja pumpan gevur eitt neyvari og beinrakn- ari blóðsukurtal enn sproyturnar, eru sannlíkindini fyri vandamiklum insulintilburðum minni nú, og hetta er ein kollvelting á økinum, sigur Jens Andreasen, lækni. Hann vónar, at pumpan næstu árini gerst ein standard tænasta í Føroyum SUKURSJÚKA Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Í staðin fyri at nýta sproytu fleiri ferðir um dagin fyri at fáa neyðuga insulinið er spildurnýggj insulinpumpa nú komin til Føroya, og týs- morgunin varð farið undir at royndarkoyra insulin- pumpuna við trimum før- oyskum sukursjúklingum (diabetikarum). Jens Andreasen, lækni, hevur síðani 1997 varað av sukursjúkuøkinum á Landssjúkrahúsinum, og sambært honum er talan um eina kollvelting. Prakt- isku og fysiologisku fyri- munirnir eru fleiri við nýggju, lítlu pumpuni, sum er á stødd við hálvaaðru svávuldós og kann setast ymsastaðni á kroppin. Neyvt blóðsukur Í fyrstu atløgu hevur Jens Andreasen fingið tríggjar pumpur til Føroya at roynd- arkoyra í nakrar mánaðir, sum hvør kostar 10.000 krónur og er framleidd í Sveits. – Høvuðsfyrimunurin við hesi pumpuni er, at hon kann programmerast sera neyvt og beinrakið, so vandamiklu insulintilburð- irnir gerast færri, sigur Jens Andreasen. Í staðin fyri stórar mongdir av insulinið við sproytu fleiri ferðir um dagin fær kroppurin eina lítla nøgd av insulinið triðja hvønn minutt við nýggju pumpuni, og Jens Andrea- sen sigur, at reguleringin av blóðsukrinum gerst nú nógv neyvari hjá sukur- sjúklingum. – Sostatt verða árinini av sukursjúku munandi meiri avmarkað, og hetta veitir sjúklinginum størri trygd, um hann røkir uppgávu sína og minnist til krøvini, sigur Jens Andreasen. Engagement Nýggja pumpan kann sam- bært Jens programmerast á tann hátt, at hon hermir eftir náttúrligu, likamligu insulinframleiðsluni, men fyri at náa optimal úrslit krevst engagement frá sjúklingunum. – Hóast sukursjúklingar við nýggju pumpuni bert skulu skifta nál tvær ferðir um vikuna, merkir tað ikki, at einki nú er at minnast til, sigur Jens. Pumpan skal nevniliga aktiverast umleið tríggjar ferðir um dagin til stóru máltíðirnar, tá kropp- urin skal hava størri mongdir av insulini. – Við nýggju pumpuni er sjúklingurin vorðin sín egni maskinmeistari og skal vita, nær hann skal justera pumpuna, sigur Jens Andreasen. Færri insulintilburðir Fyri sukursjúklingar er bæði insulinsjokk (ov nógv insulin) og sýrueitran (ov lítið insulin) ein høvuðs- vandi, sum allatíðina spøk- ir, um sjúklingar ikki røkja sína uppgávu. Hetta kann gerast so álvarsamt, at sjúklingar kunnu doyggja av hesum sama, og gjøgn- um tíðirnar eru einstøk dømi í Føroyum um deyðs- føll, serliga av sýrueitran. Jens Andreasen sigur, at nýggja pumpan minkar um henda vandan. – Við tað at nýggja pumpan gevur eitt neyvari og beinraknari blóðsukur enn sproyturnar, eru sann- líkindini fyri skaðiligum insulintilburðum minni nú, sigur Jens Andreasen, sum fegnast um framstigið og vónar, at pumpan næstu árini vinnur frama í Føroy- um. Standard tænasta Talan er í veruleikanum ikki um eina spildurnýggja vøru, tí pumpan hevur eksisterað í eini 15 ár. Tá kostaði hon so nógv, at eingin sjúklingur kundi keypa hana. Fyri fimm árum síðani kostaði hon 35.000 krónur, og í dag kunnu sjúklingar ogna sær hana fyri 10.000 krónur, hóast hon er vorðin betri á allan hátt. Meðan tær tríggjar pumpurnar í Føroy- um eru úr Sveits, eru slíkar at fáa í seks øðrum londum í heiminum, m.a. USA og Suðurkorea. – Danmark hevur higartil havt ein konservativan hug- burð til nýggju pumpuna, og tí eru enn bert 150 pumpur niðri, men í Noregi nýta 3000 sukursjúklingar insulinpumpu, og talið er enn hægri í Svøríki, sigur Jens Andreasen, sum vónar, at føroyingar eisini kunnu fáa gleði av kollveltandi pumpuni. – Higartil hava fleiri for- eldur spurt seg fyri, og nú verður hon royndarkoyrd við trimum sjúklingum. Enn er ov tíðliga at siga, um hetta í framtíðini verður ein standard tænasta til diabetikarar, men eg vóni, at samfelagið kann bjóða hesa tænastu til teir sjúkl- ingar, sum taka sjúkuna í álvara, endar Jens Andrea- sen. Insulintilburðir gerast færri – Við tað at nýggja pumpan gevur eitt neyvari og beinraknari blóðsukur enn sproyturnar, eru sannlíkindini fyri skaðiligum insulintilburðum minni nú, sigur Jens Andreasen, lækni Nýggja insulinpumpan er á stødd við hálvaaðru svávuldós, og hevur hon bæði fysiologiskar og praktiskar fyrimunir. Her roynir sjúklingur pumpuna á fyrsta sinni Mynd: Jens Kristian Vang 250 føroyingar hava sukursjúku í bólkinum typa 1. Tað vil siga, at hesi skulu hava sproytu fleiri ferðir um dagin og eru undir eftirliti 2500 føroyingar hava sukursjúku í bólkinum typa 2.Tað vil siga, at hesi ikki hava sproytu fyri neyðini hvønn dag. Bert helvtin av typu 2´arum hava diagnosu og fáa viðgerð, meðan hin helvtin gongur óvitandi um teirra heilsutrupulleika. Lívið kann økjast við 20 árum, um tú ert sukursjúklingur og fær røttu viðgerðina FAKTA C M Y K 7 6