Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mars 2015 · Nr. 24 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 úr tinginum Árni Gregersen Samgongan hevur boðað frá, hvørji lógaruppskot hon fer at leggja fyri Løgtingi í hesi setuni. Listin telur um 30 upp­skot, men torført er at fáa eyga á nakað uppskot, sum veru­ liga hevur nakrar politiskar broytingar í samfelagnum við sær. Hinvegin er lættari at fáa eygu á, hvørjum samgongan ikki fer at koma við undan ólavsøku. Sjónligast er mangulin á einum uppskoti um nýskipan av fiskivinnuni. Á listanum verður ikki einisinni nevnt nakað sum helst, sum skuldi bent á, at eitt uppskot fer at koma áðrenn seinasta freist at leggja uppskot fram, er farin 6. mars. Heldur ikki er nakað um pensjónir at síggja á list­ anum, sum samgongan hev­ ur boðað tinginum frá. Loðsskipan Verður hugt at listanum, so ber til at fáa eygu á, at enn einaferð er uppskotið um loðs­ skipan at síggja á list­an­um. Hetta er eitt mál, sum angan hevur verið uppi og vent, men enn er tað ikki eydnast at fáa tað gjørt til lóg. Eitt uppskot, sum menta­ málaráðið hevur boðað frá er stuðul til privatar miðlar. Á fíggjarlógini fyri í ár er tvær milljónir settar av til hendan stuðul og nú verður so eitt uppskot um hvussu hetta skal skipast lagt fyri tingið. Vápnalógin stendur á list­ anum. Løgmaður ehvur boð­ að frá, at hann fer at koma við einum uppskoti, sum fer at stramma lógina um vápn. Tosað hevur verið um, at hýruvognar í framtíðini skulu hava taxametur. Hetta stendur eisini á upp­skots­list­ anum. Hetta er eisini eitt mál, sum mangan hevur ver­ið frammi, men nú er so lógar­ uppskotið fráboðað. Sjálvt um tað verður sagt, at hetta lógaruppskot verður lagt fram, so brúkarin kann fylgja við, hvat ferðin kostar, so er endamálið eisini at fáa meira tamarhald á, hvussu nógv skal gjaldast í skatt av tí sum hýruvognarnir fáa í kass­an. Á listanum er eisini eitt uppskot um broytignar í lóg­ini um avgjald á akførum. Hetta snýr seg um at leingja lóg­ina, sum sleppur el og vetnis­bilum avgjaldi kom­ andi trý árini. Eitt uppskot um hetta liggur frammanundan í ting­ in­um frá Bjørt Samuelsen úr Tjóð­veldi. Møguliga verða bæði uppskotini viðgjørd sam­an. Landskassanum fer eisini at tørva gjaldføri, so eitt uppskot fer eisini at koma um lántøku til landskassan. Val í heyst Um val verður í oktober, tá ið tað skal vera í seinasta lagi, so ber tilhjá samgonguni at leggja onnur uppskot fram eftir ólavsøku, men í veru­ leikanum er hetta tíðin, tá ið samgongan skal hava sum est gjøgnum tingið undan val­inum. Hóast freistin at leggja upp­skot er sett til 6.mars, so ber til at koma við uppskotum seinni. Hetta krevur tó, at Løg­tingið gevur undantak frá ásettu freistini. Listin hesaferð vísur tó, at í løtuni er ongin semja í samgonguni at gera stórar, politiskar broytingar. Tvey stórmál fylla nógv – nýskipan av fiskivinnuni og pensjónsskipanin – men flokkarnir vita eisini, at tað verður stríð, tá ið fíggjar­ karm­arnir fyri næsta ár skulu samtykkjast. Tað er undir tí viðgerðini tað fer at koam fram, hvussu felags stevið hjá samgonguni er. Ella ikki er. Lógaruppskotini boða ikki frá felags stevi So at siga onki av lógvaruppskotunum, sum samgongan hevur boðað frá í hesi tingsetuni, hevur politiskar broytingar í sær Her eru upp­ skotini frá samgonguni Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um keyp (leingjan av fráboðanarfreistini o.a.) Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om voldgift” Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunulæknaskipan (setan av kommunulæknum) Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ásetimg og javning av almannaveitingum (Hækkan av viðbót til fólkapensjón) Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um hýruvognskoyring Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um manning av skipum Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um góðkendar grannskoðrar og grannskoðaravirkir Uppskot til Løgtingslóg um fjarskifti Uppskot til løgtingslóg um broyting í ársroknskaparlógini Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing Uppskot til løgtingslóg um rætt hjá Vága Floghavn at fáa upplýsingar frá Akstovuni Uppskot til samtyktar um at góðkenna endurskoðaða NAFO-sáttmálan Uppskot til samtyktar um Horizon 2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar Uppskot til løgtingslóg um upphavsrætt Upprit og uppskot til broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar- handilsog skrivstovuøkið Upprit og uppskot um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni Uppskot til broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul Uppskot til løgtingslóg um stuðul til privatar fjølmðlar Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af § 2 i lov om ændrinf af lov om betalingstjenester, lov om finansiel virksomhed, lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme og lov om visse forbrugeraftaler (Gennemførelse af e-penge- direktivet m.v.)” Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af § 1 i lov om ændring af lov om finansiel virksomhed og forskelligeandre love (Uppskot til lántøku til landskassan Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (eftirlønarlógina) Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting Uppskot ti løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a. og løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi kapitalvinningsskattalógin Uppskot til løgtingslóg um skuldarfyrisiting Seinasta freist at koma við uppskotum í hesi tingsetuni er 6. mars Hýruvognar skulu nú hava taxametur ísett ætlar landsstýrið