mánadagur 2. mars 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 2. mars 2015 · Nr. 25
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meslingar
Danjal av Rana
Eingin á skrivstovuni hjá
Landslæknanum
minnist,
nær meslingar seinast vóru
skrásettir í Føroyum, men
tað eru mong ár síðani, sigur
virkandi landslækni í Føroy
um, Henrik L. Hansen.
– Tað er heilt vist, at í løt
uni hava vit ikki meslingar í
Føroyum, sigur hann.
Landslæknin greiðir frá,
at koppseting móti mesling
um verður gjørd við MFR-
koppsetingini,
ið
verður
givin børnum, tá tey eru
15 mánaðir, og tá tey eru 4
ára gomul. Fyrr fingu børn
seinni ífylluna, tá tey vóru 12
ára gomul, men tá HPV-kopp
setingin varð tikin í nýtslu,
var seinna MFR-koppsetingin
flutt til fýra ára aldur.
Henrik L. Hansen greiðir
frá, at í Danmark eru regluliga
útbrot av meslingum, orsaka
av, at danir ikki megna at
koppseta síni børn nóg væl.
– Her í Føroyum verður
koppsetingarætlanin fylgd
nógv betri og tættari, og tískil
eru Føroyar og føroyingar so
gott sum fullkomiliga kopp
settir móti meslingum, sigur
virkandi
landslæknin,
ið
sigur seg hava varhugan av,
at allir føroyingar koppseta
síni børn. Hann minnir á, at
vanliga verður sagt, at um 95
prosent av nýggjum árgang
um verða koppsettir, verður
tað roknað sum, at allir
íbúgvarnir eru koppsettir.
Meslingar eru sera smitt
andi og er ein av teimum
meiri álvarsomu virussjúk
unum, vit kenna til. Hon
kann geva álvarsamar eftir
sjúkur, oftast lungnabruna
ella miðoyrnabruna, men
møguliga eisini heilabruna.
Fyrr hendi eisini, at fólk
doyðu av sjúkuni, greiðir
Henrik L. Hansen frá.
Byrjað varð at koppseta
føroysk (og donsk) børn í
1987, og í dag verður mett, at
tey yngru eru øll koppsett,
meðan tey vaksnu hava øll
havt sjúkuna sum børn.
– Tó so, um onkur veit,
at hann ikki er koppsettur,
mæla vit til at fáa eina kopp
seting beinanvegin, sigur
Henrik L. Hansen.
Umfatandi koppsetingin
í Føroyum merkir, at hóast
sjúkan skuldi funnið sína leið
til Føroya, so hevði talan ikki
verið um eitt stórt útbrot,
sum vit síggja í øðrum lond
um í løtuni.
– Sjúkan hevði havt sera
avmarkaðan møguleika at
spreiða seg, tí øll runt um
hana eru longu koppsett
móti henni ella hava havt
sjúkuna longu, sigur hann.
– Um ein gerst sjúkur,
verður ein rættiliga illa fyri.
Ein fær høgan fepur og følir
seg rættiliga illa. Tað er ein
stórur vandi fyri eftirsjúkum,
men deyðsvandin er lítil í
dag, sigur landslæknin, sum
minnir á, at mælt verður til
at koppseta seg, um ein veit,
at ein ikki er koppsettur,
ella ikki heldur seg hava
havt sjúkuna sjálvur, sigur
landslæknin at enda.
Eingir meslingar
í Føroyum
Virkandi landslæknin sigur tað vera sera lítið sannlíkt, at eitt
meslingaútbrot skuldi hent í Føroyum. Til tess er koppsetingin í
Føroyum ov umfatandi, sigur Henrik L. Hansen, virkandi landslækni.
Meslingar
Ein av herviligastu virussjúkunum, vit
vita um.
Smittar við beinleiðis samband ella
gjøgnum luft.
Ein persónur kann smitta 15 til 20 aðrar
persónar, ið ikki eru koppsettir móti
sjúkuni.
Tilgerðartíðin er millum 10 og 14 dagar
Byrjar við fepuri, hosta, krími og
ljóskvæmi. Síðani bróta meslingarnir út.
Nøkur fáa eftirsjúkur, sum bronkitis og
diaré. Heilabruni er ein sjáldsamur, men
álvarsligur, vandi við meslingum.
Síðani 1987 eru føroysk børn koppsett
móti meslingum. Koppsetanin verður
gjørd í tveimum umførum, tað fyrra,
tá barnið er 15 mánaðir, tað seinna, tá
barnið er fýra ára gamalt. Innan fyltar 15
mánaðir verður mett, at barnið er vart av
andevnunum frá móðurmjólkini.
Landslæknin sigur seg ikki minnast,
seinast meslingar vóru skrásettir í
Føroyum.
Deyðstíttlækin av meslingum er
umleið ein av 3.000. Ein av 1.000 fær
heilabruna.
Tað eru serliga børn undir fimm ára
gomul og vaksin yvir 20 ár, sum kunnu
koma illa fyri av meslingum.
Meslingar
í Evropa
Mett verður at seinasta árið eru um
22.000 smittaði í Evropa. Seinastu árini
hevur talið ligið støðugt millum 15.000
og 30.000.
85 prosent av teimum smittaðu vóru ikki
koppsett.
Seinastu árini hava fleiri stór útbrot
verið í Evropa. Umleið 5.000 vóru
smittaði í Italia í 2008, yvir 24.000 í
Bulgaria í 2010 og 15.000 í Fraklandi
í 2011. Sambært evropiska depilinum
fyri fyribyrgjan og eftirliti av sjúkum
(European Centre for Disease Prevention
and Control) vóru útbrot í Niðurlondum,
Italia og Stórabretlandi í 2013.
Sambært WHO doyggja 122.000 fólk um
allan heimin av meslingum um árið.
Eftir at ein bretskur granskari í 1998
vildi vera við, at samband var millum
autismu og MFR-koppsetingina, fall
talið av koppsetingum í Evropa nógv.
Ástøðið hjá granskaranum er síðani væl
og virðiliga afturvíst, men enn í dag
vísa koppsetingarivasom til hendan
granskaran og atfinningar hansara móti
koppseting.
Henrik L. Hansen, virkandi landslækni
Mynd: Álvur Haraldsen