mánadagur 2. mars 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mars 2015 · Nr. 25
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Meslingar
herja í Evropa
Tvey børn í Keypmannahavn hava fingið meslingar. Í Týsklandi doyði eitt hálvtannað ára
gamalt barn av sjúkuni. 22.000 evropearar eru smittaðir seinasta árið. Evropa megnar ikki
at basa herviligu sjúkuni, hóast koppseting móti sjúkuni hevur verið tøk í mong ár
Danjal av Rana
Eitt meslingaútbrot í USA,
við uppruna í Disneyworld
í California, hevur fingið
nógva umrøðu í heimsins
miðlum
seinastu
tíðina.
Fleiri enn 80 persónar vórðu
smittaðir av meslingum, tá
teir vitjaðu væl umtókta
ferðamálið. Haðani spreddi
sjúkan seg til 14 aðrar statir
og til grannalandið Meksiko.
Endin var at amerikanski
forsetin,
Barack
Obama,
heitti á fólk um at lata seg
koppseta móti sjúkuni, ið var
mett av verða týnd í USA um
aldarskiftið.
Sannleikin er, at útbrotið
í USA er lítið, samanborið
við tey útbrot av meslingum,
sum eru í Evropa í dag. Mett
verður, at eini fimm, seks
størri útbrot av meslingum
eru í Evropa í løtuni. Fyri
tveimum vikum síðani doyði
eitt hálvtannað ára gamalt
barn í Berlin av sjúkuni,
meðan gott og væl 600 fólk
í Berlin eru smittað síðani
oktobur.
Altjóða heilsufelagsskap
urin WHO hevur sett sum
mál, at týna meslingasjúkuna
í Evropa í ár 2015. Lítið bendir
á, at hetta málið verður nátt.
Hóast sjúkan hevur verið
roknað sum týnd í USA sein
astu 15 árini, verða hvørt
ár túsundtals fólk í Evropa
smittað av sjúkuni, tó at
koppseting
móti
sjúkuni
hevur verið tøk síðani seksti
árini. Høvuðsorsøkin er, at
tey gerast alsamt fleiri, hesi,
ið ikki vilja koppseta seg ella
børn síni. Hetta rákið hevur
eisini vunnið frama í Før
oyum í seinastuni. Tó verður
eisini sagt, at tey allarflestu
foreldur, ið ikki hava kopp
sett síni børn, siga, at tey heilt
einfalt hava gloymt tað.
Nøkur
eru,
sum
ikki
kunnu koppsetast. Teirra
immunverja er kanska skadd
av øðrum sjúkum, ella tey eru
ovurviðkvom fyri onkrum
evni í koppingarevninum.
Fyri hesi er tað alneyðugt, at
fólkini runt tey ikki gerast
sjúk, ella sagt á annan hátt, at
fólkini runt tey eru koppsett.
Hetta verður kallað flokk
verja, har tey veikastu vera
vard av restini av flokkinum.
Tó, um ov nógv velja, ikki at
lata seg koppseta, setir tað
flokkverjuna í vanda og økir
eisini um vandan fyri, at tey,
sum ikki tola hvørki at gerast
sjúk ella at verða koppsett,
verða smittað av sjúkuni.
Ofta verður ført fram av
teimum, sum eru ímóti kopp
seting, at kanningar vísa, at
samband er millum MFR-
vaksinuna og autismu. Hetta
vísti ein kanning hjá einum
bretskum granskara í 1998.
Tað er síðani komið fram,
at kanningin hjá bretska
granskaranum var falsað,
og síðani tá hava fleiri enn
40 aðrar kanningar staðfest,
at tað ikki er gjørligt at vísa
á nakað samband millum
MFR-vaksinuna og autismu.
Onnur siga, at nátúrlig kopp
seting, tað vil siga tann kopp
seting, ein fær, tá ein fær
sjálva sjúkuna, er betri enn
tann, ein fær gjøgnum kopp
ingarevni. Kanningar vísa
tó, at báðir hættinir av kopp
seting eru líka góðir.
Meslingar eru ein av
mest smittandi sjúkum vit
kenna til, og er nógv meiri
smittandi enn til dømis
krím. Í Danmark verður
sagt, at um ein persónur
ikki er koppsettur, og býr í
somu trappuuppgongd sum
ein, sum er smittaður, er 90
prosent vandi fyri, at við
komandi eisini verður smitt
aður.
Lykilin at basa sjúkuni er,
at 95 prosent av fólkinum
eru koppsett. Hetta tálmar
sjúkuni somikið, at hon ikki
fær gjørt um seg. Men um
lutfallið av teimum koppsettu
fellur undir 95 prosent, kann
sjúkan aftur spreiða seg. Sagt
verður, at ein persónur við
meslingum kann smitta eini
15 til 20 aðrar persónar, sum
ikki eru koppsettir.
Áðrenn MFR-koppseting
in varð tikin í nýtslu í Dan
mark í 1987, fingu millum
30.000 og 50.000 børn mes
lingar um árið. Síðani 1987
er sjúkan so gott sum týnd,
við tað at einans eini 20 til
30 dømi um meslingar eru í
Danmark um árið.
meslingar
Meslingar í Evropa
Tal av fráboðaðum meslingatilburðum
frá desember 2013 til november 2014.
Tølini vísa talið av smittaðum í hvørjum
landi.
Litirnir vísa tal av meslingatilburðum
fyri hvørja millión íbúgvar