Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juli 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 128 - 8. juli 2004 Nr. 128 - 8. juli 2004 9 – Tónleikur er mítt málgagn – Eg meti meg ikki at vera ein vanligan tón- leikari, men eg brúki tónleikin sum mítt málgagn. Eg kann úttrykkja tað, sum eg havi á hjartað, gjøgn- um mínar sangir, sig- ur hann, sigur David Kosteljanetz, ið er ungur og fløguaktu- ellur singer/songwrit- er. Hann fer í næstu viku at syngja og spæla í Havn TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Seinastu árini eru fleiri góðir fólkatónleikarar – ella singer/songwriter, sum tað helst skal eita – komnir fram. Hetta eru tónleikarar, sum skriva og spæla sítt egna tilfar, og teir eru gjarna einsamallir á palli. Ein av teimum er okkara egni Teitur Lassen, sum fekk møguleikan hjá amer- ikanskum plátufelag og hevur úr at gera við fram- førslum í USA og Europa. Ein annar lovandi tón- leikari av hesum slag er David Kosteljanetz, sum hóast eftirnavnið rungar eitt sindur fremmant (tað hevur røtur úr Russlandi) er dani. Í februar mánaði kom hann við sínari fyrstu fløgu, og í næstu viku skal hann hava tvær framførslur í Havn. Meira enn bara tónleikari David Kosteljanetz er vaks- in upp við tónleiki, og tað var kanska ikki so løgið, at hann skuldi enda sum tónleikari. – Eg var føddur inn í eitt heim við klaveri, og síðani var tónleikur altíð partur av mínum uppvøkstri. Eg havi verið gjøgnum alt tað van- liga við at ganga til klaver og trummuspæl, og seinni tók eg eisini eina tónleika- útbúgving, greiðir hann frá. Nógvir tónleikarar gerast tónleikarar og ikki kom- ponistar, men soleiðis var ikki við David Kostelja- netz. Hann byrjaði tíðliga at skriva sínar egnu sangir, og tað hevur verið drívmegin í hansara tónleiki. – Eg meti meg ikki at vera ein vanligan tónleik- ari, men eg brúki tónleikin sum mítt málgagn. Eg kann úttrykkja tað, sum eg havi á hjartað, gjøgnum mínar sangir, sigur hann. David Kosteljanetz skriv- ar alt sítt tilfar sjálvur – bæði yrkingar og løg – og tað er vanliga eisini hann, sum syngur so spælir sang- irnar fyri fólki. Samband við Føroyar David Kosteljanetz kemur nú til Føroya at verða í eina viku, og tann ferðin er komin í lag gjøgnum vinar- lagið við ein føroyskan tónleikara í Danmark, Kára Jacobsen, sum hann hitti á skúla í Keypmannahavn. – Kári plagar at fara til Føroya eina ferð um árið, og tað plagar onkur av hansara vinfólkum altíð at fara við. Hesaferð havi eg krøkt meg uppí, sigur David Kostelja- netz., sum eisini kennir Føroyar á annan hátt. – Mamma mín hevur ver- ið fleiri ferðir í Føroyum sum sjúkrasystur. Hon hev- ur arbeitt bæði í Klaksvík og í Havn, sigur hann. David Kosteljanetz hevur ligið fram við eftir at sleppa framføra í Føroyum, meðan hann er her, og tað hevur eydnast. Hóskvøldið 15. juni skal hann spæla á Vertshúsinum og fríggjakvøldið eftir á Hafnia Lounge. Fløgan fingið góð skoðsmál Í februar mánaði var fyrsta fløgan hjá David Kostelja- netz givin út í Danmark. Tað var nýggja plátufelagið Quartermain, sum stóð fyri útgávuni, og fløgan varð umrødd í fleiri av stóru donsku bløðunum. – En løfterig under- grundsdebut, båret igenn- em af en forbilledlig pro- duktion og en stribe kniv- skarpe kompositioner, skrivaði Informatión um út- gávuna, og BT gav eisini sangunum sítt viðmæli. – Tørre, elektroniske be- ats med en masse synthesiz- ers og nogle rigtig gode me- lodier er hovedingrediens- erne i David Kosteljanetz' pladedebut, skrivaði BT. Tónleikurin hjá David Kosteljanetz er rættiliga egin og samansettur: Akk- ustiskur gittari og elek- tronisk ljóðføri eru bæði á heimavølli. – Eg havi fingið nógvan íblástur úr USA, har eg havi verið fleiri ferðir. Eg havi samantvinna tann amerik- anska fólkatónleikin við tann europeiska elektron- iska tónleikin, sigur David Kosteljanetz. Og tá alt kemur til alt, so hevur danski tónleikarin helst sín heilt egna stíl, sum føroyingar fáa møguleikan at uppliva í næstu viku. Føroyski sangarin stríddist ein harðan dyst við ógvusligar rocktónar á Roskilde Festivalinum um vikuskiftið TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Teitur Lassen var um viku- skiftið við á Roskilde Festi- valinum, sum er tann størsti tónleikafestivalurin í Dan- mark. Veðrið var ikki av tí besta, og tí endaði festival- urin sum størsta runudíki í Norðurlondum, men tað nervaði ikki tey mongu túsund fólkini, sum høvdu leitað sær til tiltakið. Roskilde Festivalurin var aftur í ár útseldur, hóast ummælarar vóru eitt sindur misnøgdir við, at tað manglaðu nøkur stór og spennandi nøvn. Tað var tó ein øgrynna av tónleiki at fara til, og Teitur Lassen var ein av teimum, sum var á pallinum. Hann spældi í einum telti nær- indis stóra pallinum, og meðan føroyski tónleikarin sang sínar vøkru og stilu sangir, buldraði rockbólk- urin Slipknot á stóra pallin- um, og tað órógvaði fram- førsluna hjá Teiti nakað. Upp og niður Almenna festivalavvísin í Roskilde skrivar, at Teitur var ein djarvur maður, tá ið hann tveitti seg út í stríðið við Slipknot. Teltið var á tremur við fólki, og Teitur, sum hevði latið seg í eina troyggju við áskriftini »Bevar Christiania« lat seg ikki nerva av rockinum í grannalagnum. – Det kunne have været en scene fra Nordatlanten. Teiturs blide skumsprøjt mod Slipknots massive klippevæg. Denne aften blev der vendt op og ned på fysikkens love, og med smukke versioner af ‘Sleeping With the Lights on’ og ‘Poetry and Aero- planes’ leverede Teitur en koncert, der var hans flotte debutalbum værdig, skrivar ummælarin fyri Roskilde- blaðið, sum tó helt, at Teitur av og á var eitt sindur monotonur. Men tað forðaði ikki fyri, at Teitur við sínari fram- førslu fekk nógvar nýggjar vinir, skrivar ummælarin. Teitur skal í august mán- aði verða við á Listastevn- uni í Føroyum, og tað verð- ur einastu ferð, at føroying- ar fáa høvi at hoyra hann í ár. Føroyskur rockur við biti í Bólkurin Sic er eitt av nýggjastu skotun- um á føroyska stjørnuhiminum. Stílurin er harður og kontantur, og á G! Festivalinum fara teir at spæla við fullari megi TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Bólkurin Sic hevur sterk- ar røtur til føroyska kult- bólkin Krit, og tann, sum av mongum verður mettur sum besti rokksangari í Føroyum og hetja millum rokksinnaðar íslendingar, er sangari í bólkinum. Talan er um Mikkjal G. Hansen, sum hevur verið ein ímynd av tí nýggja og harða rocktónleikinum á føroyska tónleikapallin- um. Mikkjal hevur karisma sum fáur og bæði syngur, skrálar og grælar við sál og dugnasemi. Sic byrjaði við núver- andi manning fyri einum ári síðani, upprunaliga í GRÓT umhvørvinum, men nú við støð á Marg- arinfabrikkini í Havn. Sic hava spælt konsertir kring landið og vunnið sær nógvar fjepparar. Tú hevur møguleikan at hoyra SIC fríggjakvøldið kl 18.00 á G! Festivalinum. Manningin í bólkinum er henda: Mikkjal G. Hansen (sang og guitar), Eddie F. Jacobsen (guit- ar), Meinhard H. Joensen (bass), Kári S. Nielsen (trummur) – Mamma mín hevur verið fleiri ferðir í Føroyum sum sjúkrasystur. Hon hevur ar- beitt bæði í Klaksvík og í Havn, sigur danski tónleikar- in, sum í næstu viku sjálvur sleppur at uppliva Føroyar Teitur fekk nýggjar vinir í Roskilde Teitur Lassen spældi á størsta danska tónleikafestivalinum um vikuskiftið, og tað kom hann væl frá Sic umboðar tann harða og kontanta føroyska rocktónleikin á G! Festivalinum Mynd: Kristfríð Tyril C M Y K 9 8