Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mars 2015 · Nr. 25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur 12 Neli Heldarskarð Ársins fyrsta umfar í Effo­ deild­ini byrjaði longu í gjár, sunnu­dagin 1. mars. Ivi varð sjálvandi sáddur um veð­ur­ líkindini, tá ið veðrið hev­ur verið so misjavnt í vetr­ar­ mán­að­unum, men tað spældi kort­ini væl av. Tað var kalt og til tíðir nógvur vindur, men tað forðaði ikki leikarunum at geva áskoðarunum ein góð­an dyst. Víkingur fekk eina góða und­an­roynd til fyrsta lands­ kapp­ing­ar­dyst­in, tá ið teir eftir brots­sparkskapping vunnu stórsteypadystin ímóti B36. Hópurin er nær­ um tann sami í fjør, og tí vænt­aðu viðhaldsfólkini hjá teim­um ljósabláu sær nógv av teirra monnum. Felagið hev­ur kunngjørt aftur í ár, at Víkingur fer at tráða eft­ ir fyrsta FM-heitinum í søgu felagsins. Tí var eisini eyð­ sæð, at víkingarnir fóru á vøll­in fyri at vinna dystin. ÍF hevði eitt misjavnt kapp­ing­ar­ár í fjør, og broytingarnar hava verið nógv­ar til kappingarárið í ár. Fyrrverandi serbiski ÍF-leikarin, Alexander Jove­vic, er blivin venjari, og harafturat hevur nógv útskift­ing verið í hópinum. Árs­ins leikari í Effodeildini 2014 og heilt stóra keypið hjá ÍF í ár, Adeshina Lawal, spældi eisini við á fyrsta sinni í gjár. Og hann kom so sanni­liga í miðdepilin. Bæði á ein positivan og ein nega­tiv­ an hátt. Bæði liðini stillaðu upp í ein­ari 4-2-3-1 uppstilling. Fuglfirðingar kendu sína vitjunartíð Heimaliðið setti seg á dystin bein­an­vegin. Longu aftaná tveir minuttir mundi Súni Olsen lagt Víking framum aft­aná innlegg úr vinstru, men bólturin snýkti seg fram­við málinum hjá Pre­ drag Markovic. Í teimum fyrstu 10 minuttunum hevði Vík­ing­ur fleiri góðar støður, ið kundu givið mál, men inn fór bólt­urin ikki. Hetta kom Vík­ing­ur at rinda dýrt fyri. ÍF legði ógvuliga varið út, men í 12. minutti fóru teir í snarálop aftaná, at Vík­ing­ur hevði flutt fólk fram í sam­ band við eitt langt innkast frá Gert Hansen. Adeshina La­wal fekk ein rennibólt í vinstru síðu og rann síðani om­an ímóti baklinjuni. Har steðg­aði hann upp, áðrenn hann legði bóltin innfyri til ein púra blankan Ari Ell­ings­ gaard, ið lættliga kundi trilla bólt­in framvið Geza Turi. 1-0 til úti­liðið! Leikliga gongdin helt áfram. Víkingur hevði bólt­ in nógv og legði nógv fyri í álops­partinum, men heilt vanda­miklir blivu teir ikki. ÍF-lið­ið stóð ógvuliga væl á vøll­inum hesa løtuna. Skot­ ini hjá Víkingi blivu ong­ an­tíð heilt vandamikil, og ístað­in gjørdu fuglfirðingar ein vørr í hinum endanum. Upp­skrift­in var tann sama sum til fyrra málið. Víking­ur hevði hornaspark, ÍF rudd­ aði burtur, og so fór La­wal til stroks aftur. Við góð­um einmansavriki rann hann aftur í vinstra borði, áðr­enn hann rak seg sjálvan í góða skot­støðu og skuldi skjóta. Tíverri fyri Lawal rakti hann yv­ir­høvur ikki bólt­in, men enn eina­ferð vísti Ari Ell­ings­ gaard góða málnøs og var á røttum staði á røttum tíðs­ punkti. Bólturin trillaði yvir til Ari, ið umvegis stólpan økti um leiðsluna til 2-0 til fugl­firðingar. Hendan støðan helt sær eisini til hálvleiks. ÍF hevði bert tvey skot í fyrra hálv­leiki, men tað var eisini nóg mikið til tvey mál. Víkingur spennir álopsbogan Leikgongdin var tann sama fótbóltur H E S A V I K U N A 3 Geza Turi Næstan onki at meta útfrá. Var prísgivin í báðum málunum hjá ÍF, har hann onki fekk gjørt. Slapp ikki at vísa síni kynstir, tí at mótstøðuliðið ikki hevði aðrar atsóknir. Tað fær hann eitt 3-tal fyri. 3 Gert Hansen Spældi ein fínan dyst, áðrenn hann bleiv útskiftur. Bæði málini hjá ÍF komu ígjøgnum hansara síðu, men ábyrgdin var ikki hansara, tí at hann var frammi í samband við deyðbóltsstøður í báðum førum. 2 Atli Gregersen Bleiv ikki testaður nógv av defensiva ÍF-liðnum, men sá ikki heilt skuldarleysur út í samband við fyrsta málið hjá ÍF. Var íbirtarin til klandursstøðuna, tá ið Lawal fekk reytt kort, og tað trekkir eisini niður. 3 Erling Jacobsen Ikki nógv at skriva um hann. Gjørdi tað, ið hann skuldi, men heldur ikki meira enn tað. 4 Hanus Jacobsen Vongverjin í vinstru hevði ongar trupulleikar defensivt og offensivu dygdir hansara eru heilt góðar. Hevði nógv innlegg og eisini tvær vandamiklar atsóknir í endanum av dystinum. Eitt gott álopsvápn hjá Víkingi. 3 Hans Jørgen Djurh. Røkti sítt pláss sum verju­- kendur miðvallari væl. Í sam­ band við seinna málið hjá ÍF slapp Lawal tó dekan ov lætt fram­við Hans Jørgen. Bleiv út­skift­ur aftaná 40 min. vegna skaða. 3 Sølvi Vatnhamar: 3 Sindur anonymur í byrjanini, men spældi seg væl upp. Í seinna hálvleiki var hann góður til at varðveita støðuga trýstið hjá Víkingi á ÍF-hálvuni. 4 Súni Olsen: 4 Eitt gott avrik av Súna. Strídd­ist væl, deyðbóltarnir sótu væl og harafturat skoraði hann alt avgerandi 2-2 málið í 89. min. 4 Bárður Hansen: 4 Byrjaði á vonginum, har hann var ein støðug hóttan. Hevði nøkur fín skot, men bleiv enn betri, tá ið hann varð fluttur aftur á høgra bakk í síðsta part­inum av dystinum. Nógv vanda­mikil innlegg. 3 Filip Djordjevic Innsatsurin og royndirnar at skapa okkurt lógu ikki eftir hjá Filip. Tað bleiv tó ikki veruliga til nakað hjá honum. 4 Finnur Justinussen Gav ÍF-verjuni trupulleikar allan dystin á tamb. Bjóðaði nógv av og skoraði eisini eitt mál. Hevði eisini aðrar møgu­leik­ ar, men sum heild eitt gott avrik. 4 Heðin Hansen Innskiftur aftaná 40 min. og gjørdi góðan mun í seinna hálvleiki. Legði upp til málið hjá Finni, sum minkaði um munin til 1-2. 4 Andreas Lava Olsen Gjørdi alt tað, sum ein góður innskiftari skal gera. Stríddist væl, kom til møguleikar og átti sín lut í 1-2 málinum. spælarameting Lagt var upp til eina spennandi grannauppgerð, tá ið arvafíggindarnir úr Víkingi og ÍF brustu saman í Sarpugerði í ársins fyrsta dysti í Effodeildini. Og áskoðararnir fingu so sanniliga pengarnar endurgoldnar við einum framúr spennandi og intensum dysti, ið hevði mál, drama og reytt kort. Blóðið fleyt í Sarpugerði Víkingur við níggju monnum Nakrar minuttir í endanum av fyrra hálvleiki hevði Víkingur bert níggju mans á vøllinum. Orsøkin var, at bæði Atli Gregersen og Filip Djordjevic vóru farnir at bløða, og tí máttu teir báðir av vøllinum at skifta troyggju. Báðir komu tó inn aftur og spældu restina av dystinum. 1 til 6 (0-2) 2-2 0-1 Ari Ó. Ellingsgaard, 13 0-2 Ari Ó. Ellingsgaard, 31 1-2 Finnur Justinussen, 71 2-2 Súni Olsen, 89 Reytt kort: Adeshina Lawal, 73 Dómari: Eiler Rasmussen Ari Ellingsgaard: Gert Hansen: Tvífaldi málskjúttin hjá fugl­firð­ingum hevði bland­ aðar kensl­ur aftaná 2-2 javnleikin ímóti Vík­ingi. Áðrenn dystin høvdu vit helst verið nøgdir við ein javnleik. Men tað kenn­ ist kortini sum eitt slag av ein­um tapi, tá ið vit missa sig­ur­in í 89. minuttir. Hin­ veg­in vita vit, at vit eisini kundu mist alt at enda, so heilt ónøgd­ir eru vit ikki, sigur Ari við Sosialin. Bæði málini komu eft­ ir tvey snarálop, har Ari hevði seinasta fótin á. Júst kontra­álop er ein av styrkj­ un­um hjá ÍF, metir Ari. Vit hava skjótar leikarar har frammi og vit vita, at vit kunnu skora upp á kontra ímóti øllum liðum í land­inum. Lawal gjørdi alt for­arb­eiðið fyri meg í samband við málini, og so skuldi eg bara vera á røttum staði. Tað er sjálvandi ein deilig kensla at skora tvey mál. Síðani 2003 hevur Gert Han­sen umboðað besta liðið hjá EB/Streymi, men í gjár var hann á fyrsta sinni at síggja í øðrum búna í Effodeildini, tá ið leikti sín fyrsta dyst fyri Vík­ing í Sarpugerði. Mær dámar ógvuliga væl í Víkingi. Eg eri blivin væl móttikin, og orsakað av hes­um hevur skiftið verið sera lætt fyri meg. Tað varð vænt­að, at fleiri fóru at skifta frá EB/ Streymi aftaná síðsta kapp­ingarár, og eg kendi eis­ini eina trongd til at royna okk­urt nýtt. Um sjálvan dystin hevði Gert blandaðar kenslur. – Eg eri nøgdur við, at vit javna í endanum, men vit burdu vunnið, tá ið hugt verður eftir leikligu dyst­ar­gongd­ini. Vit spældu væl í dag, men framyvir mugu vit vera neyvari frammanfyri mál­ in­um. Vónbrotin um úrslitið Gott, at vit fingu stig burturúr