mánadagur 2. mars 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. mars 2015 · Nr. 25
ítróttur
13
fótbóltur
Ein dystur, sum hevði
alt, sum ein góð
grannauppgerð skal
hava. Mál, blóð, nógv
kort, dramatikk og
nógvar eldhugaðar
áskoðarar.
Altíð keðiligt við reyðum korti,
sum setti ein heldur keðiligan og
harðrendan dám á dystin. Eyka
keðiligt fyri ÍF, tí at Lawal hevði
tvey upplegg og tyktist vandamikil,
men nú missir hann í minsta lagi
næsta dyst, samstundis sum, at
Clayton manglar at fáa sítt arbeiðs-
og uppihaldsloyvi upp á pláss.
í seinna hálvleiki. ÍF vildi
ikki nógv frameftir, og hetta
gjørdi Víkingur sær dælt av
í størri mun. Málroyndir
nar blivu naskari og nask
ari, og nú var oftari boð
eftir Predrag Markovic í ÍF
málinum.
Serliga
Bárður
Hansen og Finnur Justinus
sen royndu seg nógv, men
inn vildi bólturin ikki. ÍF
blivu trýstir í botn, og teir
fingu ikki eingongd sett La
wal í góðar kontrastøður. Tí
skil var bólturin næstan bara
á ÍF-hálvuni allan seinna
hálvleiki á tamb.
Aftaná 71 minuttir bragd
aði endiliga hjá víkingunum.
Innskifti Heðin Hansen legði
innfyri úr høgru, og inni í
brotsteiginum stóð Finnur
Justinussen klárur, og so var
málmunurin tódnaður niður
í eitt mál.
Lawal sær reytt
Tveir
Víkinga-leikarar
skumpa og provokera meg.
Fyri at verja meg sjálvan
skumpi eg aftur, og tíverri
raki eg ein teirra í andlitið.
Um eg átti reytt kort í hesi
støðuni, so skuldi Atli Greg
ersen eisini fingið reytt. Hann
tók í ein leikara hjá okkum í
somu støðu, men fekk bara
gult kort. Antin skuldu báðir
fingið gult, ella skuldu báðir
fingið reytt, haldi eg.
Orðini eigur ein av høv
uðspersónunum úr fyrra
hálvleiki, Adeshina Lawal,
tá ið Sosialurin fekk orðið
á honum aftaná dystarlok.
Støðan, ið Lawal sipar til,
fann stað í 72. minutti, beint
aftaná, at Víkingur hevði
minkað um munin. Nýinn
skifti André Olsen gjørdi
eina
nógv
ov
ógvusliga
takkling á Súna Olsen, og so
kom eldur í fjúsið hjá fleiri
av leikarunum. Atli Greger
sen skumpaði André, ið datt
av skumpinum, og so var
rok. Í rumblinum fekk Filip
Djordjevic eina hond í and
litið frá Lawal. Dómarin, Eil
er Rasmussen, sá alt og endin
var tann, at André og Atli
fingu gult kort, meðan Lawal
fekk sína fyrstu útvísing,
síðani hann kom til Føroya
at spæla. Hetta reyða kortið
tyktist at geva Víkingi enn
meira blóð á tonna.
Álop oman á álop
Um trýstið á ÍF var stórt áðr
enn útvísingina, so náddi
trýstið heilt nýggjar hæddir
aftaná reyða kortið. Álopini
skolaðu yvir ÍF-liðið, ið var
fullkomiliga innibyrgt á egn
ari hálvu. Orsakað av hesum
valdi Alexander Jovevic at
seta John Daniel Guðjónsson
í miðverjuna afturat Bartal
og Poul, og so spældi ÍF eina
sera verjukenda 5-4-0 upp
stilling, har einasta enda
málið var at forða Víkingi í
at skora.
Nú kom Víkingur til stór
ar møguleikar, men inn fór
bólturin ikki. Hanus Jac
obsen hevði tveir góðar
møguleikar, sum fóru við
síðuna av, og tað heilt stóra
tilboðið kom í 83. minutti,
tá ið Predrag kom skeivt
út úr málinum og ikki fekk
hendurnar á eitt innlegg úr
vinstra borði. Andreas Lava
Olsen fekk høvdið á, men
vanlukkutíð fyri Víking, so
fór bólturin á tvørstongina
og út.
Men aftaná 89 minuttir
fall verjuborgin hjá ÍF endi
liga saman. Víkingur sendi
alt fólkið fram og aftaná
eitt innlegg úr høgru síðu
datt bólturin fyri føturnar á
Súna Olsen. Sparkiførleikin
hevur altíð verið góður hjá
gøtumanninum, og frá brots
teigarmarkinum sveik hann
ikki. 2-2!
Teir síðstu minuttirnar
trýsti Víkingur framhaldandi
á, men onki meir spurdist
burturúr.
Bæði liðini mugu sita við
einari løgnari kenslu av, at
tey kundu fingið meir burt
urúr. Víkingur, tí at teir
høvdu bóltin mest sum allan
dystin og skaptu nógvar mál
møguleikar, og harumframt
skoraði ÍF upp á tey einastu
tvey skotini, sum teir høvdu
í øllum dystinum. Hinvegin
mugu fuglfirðingar eisini sita
við einari kenslu av, at teir
mistu sigurin á stokkinum,
hóast trýstið á teirra mál
vaks sum dysturin fráleið.
Eisini mugu fuglfirðingar
iðra seg um, at Adeshina La
wal, ið royndist serliga væl
í fyrra hálvleiki, ikki verður
við í komandi dysti vegna
leikbann.
4
Predrag Markovic
38 ára gamli serbin kann
vera væl nøgdur við sín fyrsta
dyst í ÍF-málinum. Gav ikki ein
einasta returbólt vekk í torføru
vindumstøðunum, og harafturat
hevði hann fleiri góðar bjargingar
í seinna hálvleiki. Sum heild eitt
gott avrik.
2
Leivur Joensen
Hevði ein fínan fyrra hálvleik,
men gekk minni væl í seinna
hálvleiki. Bleiv settur av dekan ov
ofta og fekk eisini gult kort fyri at
hála ein Víkinga-mann niður í 78.
min..
3
Bartal Eliasen
Ógvuliga stinnur í egnum brots
teigi. Vann næstan allar luftbóltar og
ruddaði ofta burtur, tá ið vandi var
á ferð. Fekk tó eitt gult kort longu
í 14. min..
4
Poul N. Mikkelsen
Var eisini vælleikandi í mið
verjuni saman við Bartal, har teir
báðir vardu væl saman við Predrag.
Fekk ofta ein avgerandi fót á, tá
ið Víkingur royndi at spæla seg
ígjøgnum.
2
Frank Poulsen
Røkti vinstra bakk væl í fyrra
hálvleiki, men í seinna hálvleiki kom
Víkingur alt ov ofta ígjøgnum og til
innlegg í hansara síðu. Fekk tó ikki
nógva hjálp frá viðleikarunum.
3
Fritleif í Lambanum
Liðskiparin stríddist væl á
defensivu miðuni saman við Sjúrður
Jacobsen. Kom tó alt ov lítið burturúr
frameftir, har hann og Sjúrður ikki
fingu sett nakað serligt í gongd.
3
Sjúrður Jacobsen
Nýggi ÍF’arin og superveteranurin
hevði eitt ókey avrik í sínum fyrsta
dysti fyri fuglfirðingar. Var fínur
á bóltinum í fyrra hálvleiki, men í
seinna hálvleiki kom Víkingur dekan
ov ofta ígjøgnum, og orkan hjá Sjúrði
fór at bila. Bleiv útskiftur aftaná
65 min..
3
Dánjal Á Lakjuni
Álopssinnaði miðvallarin
eydnaðist væl við at halda upp á
bóltin í fyrra hálvleiki, har hann
eisini stríddist væl. Í seinna hálvleiki
sást tó ikki nógv til hann, m.a. tí,
at ÍF næstan ikki hevði bóltin. Bleiv
útskiftur aftaná 78 min..
4
Ari Ellingsgaard
Fær eitt 4-tal fyri bæði málini,
sum hann skoraði. Men hansara
leiklutur í sjálvum dystinum minkaði
so hvørt, tí at trýstið á ÍF-liðið bleiv
so høgt.
2
Andy Olsen
Sá ikki út til at hava funnið
seg til rættis enn á ÍF-liðnum. Var
ógvuliga anonymur ígjøgnum allan
dystin.
3
Adeshina Lawal
Líkt er til, at hann verður ein
sannur fongur fyri ÍF. Legði upp
til bæði málini hjá Ari, men eitt
fullkomiliga óneyðugt reytt kort ger,
at hann ikki fær meira enn 3.
2
André Olsen
Innskiftur aftaná 65 min. og kom
so sanniliga í fokus. Gjørdi hørðu
takklingina, ið elvdi til støðuna, har
Lawal fekk reytt kort. Ta takklingina
fekk hann gult fyri, og løtu seinni
kundi hann eins væl fingið sítt seinna
gula kort, tá ið hann aftur var ov
seinur við einari takkling. Fekk tó
bert eina átalu.
John Daniel Guðjónsson:
Ov stutt inni til at fáa støðumet. Kom
inn í verjuna, tá ið ÍF parkeraði bussin
aftaná útvísingina til Lawal.
Dánjal Pauli Højgaard:
Kom inn í 81. min.. Ov stutt inni til at
meta um avrikið.
spælarameting
Ikki nakar álvarsligur skaði Longu í sætta minutti gjørdist
Hans Jørgen Djurhuus skaddur aftaná ein harðan nærdyst.
Stríðshugaði miðvallarin spældi tó heilt inntil 40. minutt, áðrenn
hann bleiv skiftur út fyri Heðin Hansen. Sum skilst frá Hans Jørgeni
sjálvum, so er talan tó ikki um nakran álvarsligan skaða. Hann
fekk eitt slag í knæið, men er væntandi klárur til næsta dyst.
Myndir: Álvur Haraldsen
1 til 6
Víkingur Geza Turi – Gert A. Hansen (Andreas Lava Olsen, 70.min),
Atli Gegersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen
Djurhuus (Heðin Hansen, 41.min), Sølvi Vatnhamar, Súni Olsen –
Bárður J. Hansen, Filip Djordjevic, Finnur Justinussen.
Venjari: Sigfríður Clementsen
ÍF Predrag Markovic – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul
N. Mikkelsen, Frank Poulsen – Fritleif í Lambanum, Sjúrður
Jacobsen(André Olsen, 65.min) – Ari Ó. Ellingsgaard, Dánjal á Lakjuni
(Jón Daniel Guðjónsson, 78.min), Andy Olsen (Dánjal Pauli Højgaard,
81) – Adeshina Lawal ■ Venjari: Alexandar Jovevic