Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juli 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 125 - 4. juli 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 125 - 4. juli 2000 Sigurssælir gøtumenn fóru úr Gundadali sunnudagin. Fyri tri›ju fer› í fimm ár høvdu fleiri teirra vunni› finaluna um løgmanssteyp- i›. Fleiri av spælarunum hava veri› mettir at veri› farnir um besta fótbóltsald- urin, men finalusigurin ger, at teir hava tryggja› sær rættin til Europa Cup lut- tøku komandi ár, og ta› kann væl fara at vísa seg, at hetta ver›ur drívmegin rest- ina av hesum árinum og eis- ini komandi ár. GÍ er í ni›ara enda í landskappingini. Nú ver›ur setningurin hjá teimum at vinna seg longri upp eftir talvuni. Steypasiguirn átti at bori› spæligle›i og sjálvs- álit vi› sær. Um úrslitini í landskapp- ingini vóru n‡tt sum metingargrundarlag, so var HB stórfavorittur Tórsvølli, har teir framvegis ongantí› hava vunni›, men gongdin og úrsliti› vístu, at í einari finalu er einki óhugsandi. At HB, sum hevur veri› so sera sanførandi í lands- kappingini, snáva›i ímóti einum av lægru staddu li›u- num, kann hava vi› sær, at fleiri av hinum li›unum so at siga fáa mót av n‡ggjum. Ta› kann aftur hava vi› sær, at spenningurin um FM ver›ur stórur í heyst. Næstu dagarnar ver›ur ta› fri›arligt á fótbóltsvøll- unum. Klaksvíkingar hava hildi› frí í eina viku. Í hesi vikuni eru teir farnir undir fyrireikingarnar til Europa Cup. Fyrri dysturin ver›ur í komandi viku. Í hinum fel- øgunum halda teir frí í hesi vikuni. So fara teir undir fyrireikingarnar til restina av spennandi fótbóltsári- num. 6. august ver›ur 11. umfari› á skránni. Tá ver›- ur spælt solei›is: NSÍ–FS Vágar, B36–B68, Sumba–GÍ, B71–VB og KÍ–HB. jh Tríggir føroyingar á tri›ja plássi Kurt Mørkøre er toppskjútti í næstbestu norsku deildini, og Sogndal, sum hevur vunni› tríggjar fer›ir upp í slag, er komi› fram á tri›ja plássi› Ta› er næstan spell, at næst- besta norska fótbóltsdeildin nú fór í summarfrí. Tær sí›stu vikurnar hevur ta› rættuliga gingi› undan hjá føroyska li›num í norskum fótbólti, og ta› hevur gingi› væl hjá føroysku spæl- arunum. Tá Sogndal annan sunnu- dag á útivølli fer at spæla móti Hønefoss, sum er næstni›ast, ver›a teir á tri›ja plássinum. Megna teir at var›veita hetta plássi›, tá kappingin verå›ur li›ug í heyst, so skulu teir spæla um eitt pláss í bestu deildini. Tvey tey bestu li›ini flyta beinlei›is upp. Lyn og Strømgodset eru fremst vi› ávikavíst 34 og 28 stigum. Sogndal, sum hevur spælt tólv dystir, me›an tey flestu av hinum li›unum hava spælt tretan dystir, hevur 23 stig. Teir hava málmunin pluss 15. Kongsvinger hevur sama stigatal sum Sogndal. Teir hava spælt trettan dystir, og málmunur- in hjá teimum er pluss f‡ra. Arsenal hugdi Sambært norskar fjølmi›lar var onkur njósnari fyri ein- gilska stórfelagi› Arsenal ímillum teir 277 ásko›arar- nar, tá Sogndal á útivølli vann 3–0 á Kjelsås. Njósn- arin seg›ist hava serligan áhuga fyri álopsfelaganum hjá Kurt Mørkøre, sum eitur Tommy Øren. Hesin skor- a›i sí›sta máli›, men ta› er ikki at undrast á, um hann eisini festi seg vi› Kurt Mørkøre, sum tvær fer›ir sendi bóltin í máli›. Kurt Mørkøre drønstøuta›i til 1–0 í næstsí›sta minutti- num í 1. hálvleiki. Eftir at Kjelsås var fari› í skjótt mótálop, eydna›ist ta› Hans Fró›a Hansen, sum allar 90 minuttirnar var í mi›verjuni, at ste›ga álop- inum. Uppspæli› var skjótt í høgru, og Kurt Mørkøre, sum fleiri norskir fjølmi›lar framvegis hava ilt vi› at skriva navni› rætt hjá, var fyrstur á innlegginum. Í 2. hálvleiki stó› ta› leingi einki til hjá Sogndal, sum var rættuliga kroyst. Tí kom ta› sera væl vi› og var ein stórur lætti, tá Kurt Mørkøre økti til 2–0. Ta› resta›u trettan minuttir, tá hann eftir skjótt mótálop fekk máli›, og so fór luftin úr heimali›- num. Eftir uppspæl í høgru økti Tommy Øren til 3–0 ein minutt eftir at Kurt hev›i skora› fyri a›ru fer›. Allir føroyingarnir v i › Í Sogndal vóru teir eitt sind- ur ni›arlaga, tá teir mitt í sí›stu viku høvdu tapt steypadystin móti Vål- erengen heili 7–0. Men tri›ji sigurin á ra› í lands- kappingini gjørdi, at lagi› batna›i. Umbo› fyri lei›sluna bo›a›i eftir dystin frá, at teir umhugsa at keypa onkran stóran verjuspælara. Ta › kundi sæ› út sum ein hóttan móti Hans Fró›a Hansen, men fyribils kann føroyski fótbóltsheimurin gle›a seg um, at ta› gonst øllum trim- um føroyingunum í Sogndal væl. Julian Johnsson hevur veri› smáskaddur, men sunnukvøldi› spældi hann allar 90 minuttirnar á tamb, og ta› gekk væl. Lei›slan helt eftir dystin fyri, at tá teir í fjør keyptu Kurt Mørkøre, so var talan um eitt tann besta handilin, sum teir nak- rantí› hava gjørt, og ta› er ikki at undrast á. Nú næst- besta norska deildin er farin í tvær vikur langa summar- frí, er Kurt Mørkøre topp- skjútti í 1. deild. Saman vi› Jostein Flo hevur hann skor- a› tíggju mál. jh Leiftur burturúr Europa Føroyska li›i› tapti 3–0 í Fraklandi, og tí tykist heimadysturin móti Sedan at ver›a avgrei›sluspurn- ingur Ta› er fri›arligt í íslendsk- um fótbólti í løtuni. Lands- kappingin er í stuttari summarfrí. Næstu dystirnar eru á skránni mánadagin í komandi viku. Tá skal Akranes spæla á heimavølli móti Fylkir, og ÍBV skal spæla í Grindavík. Leiftur sleppur ikki upp í part aftur fyrrenn 20. juli, tá teir á heimavølli skulu spæla móti Keflavík. Leygardagin var Leiftur í Fraklandi, har teir í ø›rum umfari í Intertoto Cup kapp- ingini royndu seg móti Sed- an. Ta› gekk einki serligt. Franska li›i› vann 3–0, og tí tykist ta› vera greitt, at ta› ver›ur franska li›i›, sum fer at halda fram í kappingini. Men á›renn ta› ver›ur púra greitt, skal dysturin í Ólafs- fir›i spælast komandi leyg- ardag. Stø›an í hálvleikinum var 2–0. Beinanvegin í 2. hálv- leiki hev›i Leiftur tveir stór- ar møguleikar, men teimum eydna›ist ikki at skora t‡dn- ingarmikla máli› á útivølli. Og fram móti endanum var heimali›i› nærri vi› at økja um lei›sluna, enn Jens Martin Knudsen og teir vóru at fáa mál. jh GÍ sigurin letur upp fyri fleiri møguleikum Steypasingurin hjá gøtumonnum fer ivaleyst at gera, at hini li›ini fara at rokna meiri vi› møguleikanum, at ta› ber til at koppa HB Lesi› eisini Ítróttarsosialin á alnetinum www.sosialurin.fo Magni Jarnskor, li›forma›ur hjá GÍ, var sera fegin aftaná dystin Viðmerking: Gott fundarfólk Tað munnu vera fá politisk mál sum eru so nógv við- gjørd sum fullveldismálið. Eg dugi illa at ímynda mær at nakað nýtt og óviðgjørt tilfar liggur og bíðar eftir at vera drigið uppá politiska skurðborðið til viðgerðar. Kortini, so hava vit kallað saman til fundar í dag, fyri aftur einaferð at tosa hetta sjáldsama mál, ella hetta bæði elskaða og hataða fyri- brigdi, ið setti gongd á hug- sjónarliga og nationala gróðurin inni í okkum før- oyingum, men sum eisini hevur lagað tjóðina sundur, nú eini 100 ár. Eg kundi eisini sagt 200 ár. Men søguliga sæð, hevði tað ikki verið beint. Nasjonalisman í Føroyum er ikki 200 ára gomul. Hóast Nólsoyar Páll er okkara tjóðarhetja, so kann man ikki siga at hann var nasjonalistur. Og hóast hann er eitt av okkara fræg- astu skøldum, kann man heldur ikki kalla hann eitt tjóðskaparligt skald, sum t.d. Jóannes Paturson og partvís eisini Hans Andrias Djurhuus. Nólsoyar Páll yrkti um framburð Nólsoyar Páll yrkti onki kvæði til okkara móðurmál. Hann var heldur ikki ein sovorðin romantisk flower power typa, ið var um at dána av okkara vøkru fjøll- um. Og enn minni sang hann føroyska fólkinum nakran prís. Og eg loyvi mær at ivast í um hann yvir- høvur hevði bríggjað seg um ein sang sum »Eg minn- ist úr gomlum søgum«, eftir Rasmus Effersøe. Tí tað var nettup úr teimum gomlu døgunum, hann vildi sleppa burturúr. Hann hataði teir gomlu dagarnar, ið hingu tungir og lodnir yvir hvørj- um einasta føroyingi, og køvdi allan framburð her í landinum. Nólsoyar Páll var fyrst og fremst eitt politiskt skald, og í hesi bygd fyri 196 árum síðani, legði hann støði und- ir tað sum seinni útviklaði seg til eina avgerandi sam- felagsliga rembing. Nólsoy- ar Páll var ein praktiskur kollveltingarmaður, og aft- urat tí, so var maðurin skald, handilsmaður, kapteynur, átti tað slagið av dirvi, sum er lívsneyðugt hjá einum fólki, ið roynir at fóta sær vinnuliga, politiskt og mentunarliga. Vágur var uttan fyri lóg og mark Men hvussu ber tað til, at akkurát Vágur kom at gerast eitt sovorði uppreistrarkent reiður? Hví ikki Kollafjørð- ur, Sandavágur ella t.d. Norðragøta? Vágur lá so lukkuliga langt burtur frá øvrigheitini í Havn, tað er í høvuðsheitum svarið. Fyri at lýsa fjarstøðuna, so hevði eitt bræv frá Havnini til Vágs hesa sendiferð: Maður úr Havn til Kirkjubøar. 10 kirkjubingar róðu til Skop- unar. Nú er Skopun ein ung bygd, so áðrenn nakar búði har, mátti ein ella báðir tveir av bátsmonnunum ganga heim á Sand við brævinum. 8 ella 10 sandsmenn róðu til Skúvoyar. 10 skúvoying- ar róðu haðani til Hvalbiar. Og síðani reið maður á hest- baki suður til Vágs. Tá brævið umsíður var komið fram, høvdu umleið 35 mans lagt leiðina aftur og fram millum Havnina og Hvalba yvir eitt tíðarbil uppá 2 ella 3 dagar. V.ø.o.: Vágur lá veruliga langt utt- an fyri lógarinnar stranga eyga. Vágur smuglarahavn Um árskiftið 1804 rendi bretska skipið »Sally O‚Polly« á Land í Hvalba, og tað var burturúr tí vrak- inum, at Royndin Fríða var smíðað ella riggað til av nýggjum. Vágsfjørður var ein av teimum firðunum, har útlendsk skip vanliga krokaðu. Men hvat vóru hetta fyri skip? Í stóran mun var talan um handilsskip. Og hvat tekst man við, tá man soleiðis liggur fyri akk- erið inn á einum firði? Man rekur sjálvandi handil, og tá tað var strangliga bannað at handla við onnur enn Kongaliga Einahandilin, ja so rekur man ólógligan handil! So at siga at Vágur partvís var ein smuglara- støð, har tað uttan iva hevur verið trivnaður, og har fólk hugsaðu tað slagið av bjørt- um tonkum, ið kundi loysa eina samfelagsliga rembing úr lagdum, tað er neyvan heilt av leið at siga. Og mill- um annað av hesi orsøk fekk bygdin ein heilt avger- andi týdning í nýggjari før- oyskari søgu. Og tað er ikki bara Royndina Fríðu sum eg hugsi um, men í uppaftur størri mun tað framdrift, ið tók seg upp her á plássinum um aldarskiftið. Eldsálir í Vági Framvegis í dag verður ein stórur partur av ferðsluni í Føroyum rikin á kjøli. Og eg haldi ikki, at man kann siga annað, enn at tað hevur borið til at liva og virka her undir teimum kørmunum. Tað var tann tíð, tá Morten- sens mennirnir slógu uppá stórutrummu á Tvøroyri. Í Fuglafirði var tað Petersen familjan. Í Sørvági var tað Niclasen fólkið. Kjølbro ráddi norðuri í Klaksvík og í Vági lá tann stóra fyritøk- an á Gørðunum. Men sum Prædikarin í Gamla Testa- menti segði, »Fyri øllum er ein avmarkað stund og ein og hvør lutur undir himli- num hevur sína tíð«. Um hann møguliga var so fram- síggin av hann hevði Vágs bygd fyri sær í huganum, tað veit eg ikki. Í Hvussu so er lá Vágs bygd lenda- brotin í fleiri ár. Eg ímyndi mær Prædikarin sum ein vakran, skarpan, men lívs- troyttan harra. Hann hevur valla havt slitmansins boygda skap. Hann er ikki typan sum hevur staðið og engt afturi í skúrinum á Porkersnes, og enn minni høgt kol í námunum í Rangabotni. Kortini hvepti hann seg ikki við at fella harðar dómar yvir korini á jørð. Og so bæði evnaði og dámdi honum at taka orðið. Kom hann hesa løtuna sveittur og veðurbardur om- an av Borgarknappi, so kenni eg meg fullvísan í at hann beinanvegin hevði busta støvið av ósjónligu gravsteinunum hjá Rodna bónda, Nólsoyar Páli og Schrøter presti, at hann hevði tosað um vinnulívið sum tók seg upp í 1890’u- num, og sum uppaftur fekk eitt frambrot við Polarfrost, og hann hevði víst á at tann tradisjónin var brotin. Møg- uliga hevði hann eisini prísa eldsálunum sum beint eftir fyrra kríggj tóku stig til byggingina av vatnverki- num í Botni og sum stóðu fyri byggingini av bátadrátt- in vestri á Eiðinum, ið var eitt hitt merkisverdasta bygningsverki í landinum. Hesar eldsálir áttu tað magnetismu ið skuldi til, fyri at fólk trivust og mentu bygdina. Ódámligt um man ikki tímir Men hetta er sjálvandi heil- aspuni. Vera vit kortini eina løtu aftrat stødd í hesum heilaspunanum, hvat hevði man so svara tí skarpleidda Prædikaranum, ið hevði gingið smá 3000 ár úr Gamla Testamenti og heilt til Vágs á Jóansøku? Eitt tað frægasta svarið eftir mínum tykki, gav Helgi Larsen tá hann uppfann tann nýggja trollemmnin og eftir hvat ein hevur skilt, kundi tann lítla verksmiðjan niðri á keiuni, í dag verið ein fyri- tøka, sum útflutti í milliard- klassanum, um bankarnir høvdu verið meiri víð- skygdir. Eitt annað svar gev- ur sangkórið Ljómur. Hó- ast hóttafall, so megnar menniskjansligi andin at hevja seg nakrar tummar uppfrá klettinum. Eitt annað svar gav fyritøkan Sirri, ið framleiðir nakað so sjáld- samt sum nýmótans pløgg úr føroyskari ull. Og hóast fakfeløgini ikki eru million- erar, so hava tey við sínum fátæku krónum roynt at savna stovnsfæ til arbeiðs- pláss. Onnur svør ber ikki til at geva tí harða jødanum ið kallar seg Prædikarin. Men hvør var Prædikar- in? Hansara borgarliga navn var Sálamon kongur, og umframt at ráða yvir einum landaøkið ið fevndi heilt frá Miðalhavinum eystur til Eufrat ánna, er hann eisini eitt av okkara mætu skøld- um, og tað munnu vera fáir menn yviri í miðeystri, sum hava hórast meiri enn hann. Og hvat ger ein maður tá aldurdómurin við øllum sín- um plágum bankar uppá? Jú, hann hevjar seg somikið langt upp, at hann ikki long- ur kennir roykin av jarðar- lívi og uppi í tí tunnu luftini, letur hann lívsleti regna yvir heimin. Alt er fáfongd, sigur hann. Alt hevur sína tíð, suffar hann. Hvørt lívsbragd ikki er annað enn eftirsøkn eftir vindi. Soleiðis tosar ein troyttur maður. Men tann dagin tað er blivið fáfongd at royna at lívbjarga sær og sínum, tá man ikki tímir at raka sær longur, ella at pynta síni børn til Jóansøk- una, tá man er líkasælur um eitt stórmal sum fullveldi, tá er okkurt heilt álvarsligt á vási. Tá er blivið ódámligt at liva á jørð. Haldór Laxness royndi í síni skaldsøgu »Atomstøð- in« at svara spurninginum hví teir annars sterku íslendsku kommunistarnir fingu so fáar atkvøður frá bóndunum. Teir tosaðu við bøndurnar sum vóru teir vesalingar ið onki formáddu sær, og akkurát tað særdi bóndirnar, var niðurstøðan hjá Laxness. Tí bóndirnir kendu seg ikki sum arming- ar. Tvørturímóti. Hvussu kundu menn, ið vóru ættaðir undan norskum kongum vera armingar? Tað bar jú ikki til. Men tíverri er tað ikki eitt íslendskt serfyribrigdi, at politikarir tosa við fólk sum vóru tey armingar. Talan er um eitt brek, ella ein hjarta- feil, sum er slúsaður inn í demokratiið. Vit hava í stór- an mun gloymt at ein demo- kratisk skipan uttan sam- felagshugaði fólk, hon stag- nerar og gerst sum frálíður ein stór misskiljing. Appel- erar man støðugt til tað veika og vesaliga í okkum, ja so dyrkar man henda partin av okkara politisku psyku, og sum frálíður hev- ur man fingið skapt eitt fólkaslag sum allatíðina er í eini bíðandi støðu og sum sýtur at taka nakað stig til at skapa sína egnu tilveru. Nógv fólk brúka ein stóran part av sínum lívi við at bíða. Vit bíða eftir at onkur skal ringja. Vit bíða eftir ein brævið, sum kanska ongan- tíð kemur fram. Vit bíða eft- ir sólini, vit bíða eftir kær- leikanum sum skal geva lív- inum fyllu. Ein tann størsti sjónleikurin sum er skriv- aður í hesi øldini eitur »Bíða eftir Godot«. Men hvør er hesin Godot? Tað fáa vit ikki at vita. Vit bíða eftir frelsuni, at Gud skal straffa øll tey, sum vit ræðast, vanvirðia og hata. Vit lata okkara lítla dreym upp í hendurnar á einum politik- ara og sita so og bíða eftir at hann setur dreymin í verk. Og tá hann ikki megn- ar tað, so kasta vit hatur á hann, samstundis sum vit hava eyguni eftir einum nýggjum politikara. Og tað merkir í veruleikanum, at tey bíðandi eru líka svikalig sum politikarin sjálvur, ja, at vit eru ein spegilsmynd av honum. Og er hesin politikarin ein skálkur, ella ein mini-útgáva av sjálvum Satan, so kann man siga at atkvøðan til hann er onki minni enn ein bílegging av einum plássi í hansara brennandi ríkið. Eftir mín- um tykki eiga vit at hugsa sum teir íslendsku bøndurn- ir hugsaðu, at vit hava há- tignarligt blóð í æðrunum, at vit eru kongar og drottn- ingar, og at vit sjálvandi megna at skapa eitt samfel- ag sum er nóg gott, ella sum svarar til tann dreymin sum vit hava um eitt norðuratl- antiskt heimstað. Væntandi í hesum árinum fara vit á val. Og vit skulu velja ímillum at hava fullan yvirvaldsrætt yvir Føroyum, ella um vit framvegis skulu lata yvirvaldsrættin liggja í hondunum hjá dønum. Danska stjórnin er sinnað at lata okkum fíggjarligan styrk til eitt skiftisskeið upá 4 ár, meðan landsstýrið harafturímóti ynskir eina skiftistíð uppá 15 ár. Landsstýrið sýnist ikki at fata at danir meina tað sum teir siga um eina 4 ára skift- istíð. At fólk í Danmark eru skelkaði av okkara nassara- lyndi, tað fata teir heldur ikki og hótta við at draga umboð fyri Sameindu Tjóð- ir við til tær komandi sam- ráðingarnar. At S.T. fer at kveistra eitt møguligt før- oyskt ynski til viks, tí kenni eg meg sannførdan í. Slík luksusproblem vilja teir onki hava vit at gera. Eg haldi at tíðin nú er komin at siga takk fyri eina 4 ára skiftistíð og sum eg segði í byrjanini av hesi røðu, at allir spurningar sum hava við fullveldi at gera, teir eru væl og virðiliga viðgjørdir. Tíðin er komin at leggja málið út til eina fólkaat- kvøðu. Tá sæst hvat føroy- ingar ynskja. Har er ikki meiri at siga. Taka føroyingar undir við fullveldinum, so kann man siga, at vit eru eitt rímiliga stolt fólk, ið vil standa á egnum beinum. Vraka vit harafturímóti fullveldi, ja so kann man siga um okkum, at vit hoyra til tað lítið virði- liga fólkaslagið, sum man kann fáa til keyps á tí pol- itiski marknaðinum. Jóanes Nielsen Lítið virðilig vraka vit fullveldi Har er ikki meiri at siga. Taka føroyingar undir við fullveldinum, so kann man siga, at vit eru eitt rímiliga stolt fólk, ið vil standa á egnum beinum. Vraka vit harafturímóti fullveldi, ja so kann man siga um okkum, at vit hoyra til tað lítið virðiliga fólkaslagið, sum man kann fáa til keyps á tí politiski marknaðinum, segði Jóannes Nielsen á fólkafundi í Vági á jóansøku