týsdagur 4. juli 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 125 - 4. juli 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 125 - 4. juli 2000
Sjálvsagdur sigur
Um hugt varð eftir hagtølunum fyri EM-endaspælið, so
var einki at ivast í, at Frakland skuldi gerast
europameistari
JÁKUP MØRK
Mongu vóru helst tey, sum
roknaðu Italia fyri at vera
europameistarar, tá tað
bert restaðu fá sekund av
EM-finaluni.
Fyri søgugranskararnar,
var tó ongantíð nakar ivi,
tí um hugt verður at yvir-
litinum niðanfyri, so varð
langt síðani stungið í kort-
ið, at tað skuldi verða
Frakland, sum fór avstað
við sigrinum. Ja longu í
1992 vóru fyrstu ábend-
ingarnar um, at tað skuldi
ganga sum tað gekk
2000
- Frakland vinnur EM-fi-
naluna.
- Mótstøðuliðið í finaluni,
Italia, vinnur hªálvfinal-
una við brotssparkskapp-
ing.
- Frakland vinnur sína
hálvfinalu við einum máli
móti Portugal eftir longda
leiktíð. Avgerandi málið
skjýtur nr. 10, Michel Pla-
tini.
- Fyrsti dysturin hjá Frak-
landi, móti Danmark, end-
ar við fronskum sigri.
Fýra ár
frammanundan, 1996
- Týskland gerst europa-
meistari
- Mótstøðuliðið hjá Týsk-
landi er Kekkia, sum held-
ur óvæntað hevur vunnið
seg fram til finaludystin
- Talið av liðum í enda-
spælinum verður tvífald-
að, úr 8 í 16
Átta ár
frammanundan, 1992
- Fullkomuliga óvæntað
gerst Danmark europa-
meistari
- Í finaludystinum vinnur
Danmark á Týsklandi,
sum tá var heimsmeistari
- Í hálvfinaluni vinnur
Danmark á Hollandi
1984
- Frakland vinnur EM-fi-
naluna
- Mótstøðuliðið í finaluni,
Spania, vinnur hálvfinal-
una við brotssparkskapp-
ing.
- Frakland vinnur sína
hálvfinalu við einum máli
móti Portugal eftir longda
leiktíð. Avgerandi málið
skjýtur nr. 10, Zinedine
Zidane.
- Fyrsti dysturin hjá Frak-
landi, móti Danmark, end-
ar við fronskum sigri.
Fýra ár
frammanundan, 1980
- Týskland gerst europa-
meistari
- Mótstøðuliðið hjá Týsk-
landi er Belgia, sum held-
ur óvæntað hevur vunnið
seg fram til finaludystin
- Talið av liðum í enda-
spælinum verður tvífald-
að, úr 4 í 8
Átta ár
frammanundan, 1976
- Fullkomuliga óvæntað
gerst Kekkia europameist-
ari
- Í finaludystinum vinnur
Kekkia á Týsklandi, sum
tá var heimsmeistari
- Í hálvfinaluni vinnur
Kekkia á Hollandi
JÁKUP MØRK
Hóast hann hevur roynt
tað fleiri ferðir áður, so
var gleðin hjá elsta jarn-
skorinum eins stór og
fyrstu ferð eftir steypa-
sigurin sunnudagin.
Nóg mikið til eitt lið
Við ikki sørt av stoltleika
kundi veteranurin boða
frá, at hetta var gullmerki
nummar ellivu, sum hann
hevði vunnið við GÍ lið-
num. Onkur vildi kanska
sagt, at hetta er reyp, men
um so er, so hevur hann í
øllum førum nakað at
reypa av.
Viljin og royndirnar
Tá ein hevur roynt so
nógv og vunnið so nógv,
er tað ofta soleiðis, at
mettan kemur fyrr ella
seinni, men soleiðis tykist
ikki vera í Gøtu. Spurdur,
hvussu teir bera seg at við
framhaldandi at vinna,
svarar Pauli, at tað týdn-
ingarmesta í hesum er
viljin.
- Kanska hevði tað eis-
ini nakað at siga, at vit
hava fleiri royndir enn
HB liðið, tí báðir partar
vóru undir trýsti undan
dystinum, heldur Pauli.
Hann helt tó, at GÍ
Nokk til
eitt lið
Pauli Jarnskor kundi fyri 11. ferð
fáa gullmerki hongt um hálsin
sunnudagin
Pauli við steypinum og soninum, Magnusi
Mynd: Jan Müller
hevði gott tak á fyrra
hálvleiki, men undraðist
samstundis á, at HB
byrjaði
við
Gigi
á
beinkinum. – Tað broytti
nógv, tá hann kom á
vøllin, men it kláraðu so
at halda tørn.
Bjargað árinum
Í ár hevur annars ikki
gingið eftir vild hjá GÍ,
og Pauli ásannaði eisini,
at steypasigurin at kalla
hevði bjargað árinum.
-
Vit
hava
eitt
klokkuklárt mál, sum er
at
tryggja
okkum
europeiska luttøku, so í
so máta hava vit nú
tryggjað okkum, greiðir
veteranurin frá. Hann
leggur tó dent á, at hetta
ikki fær teir at taka sær
av løttum, tá kappingin
verður uppafturtikin eftir
summarsteðgin:
- Nei, vit ætla okkum
so avgjørt at standa
okkum betri seinnu helvt,
og so leingi, sum vit
kunnu, so ætla vit at
koma longur fram, sigur
Pauli Jarnskor at enda.
Frøðin var stór á
Tórsvølli sunnudagin
JÁKUP MØRK
HB-GÍ 0-1 (0-1)
Undan ársins útgávu av fin-
aludystinum um løgmans-
steypið, vóru mong, sum
mettu HB sum stórfavoritt
at vinna dystin.
Skuldi metast eftir støð-
uni á stigatalvuni, var sum
so heldur einki at ivast í, at
so var. HB er í løtuni á frem-
sta sessinum í landskapp-
ingini, meðan GÍ heldur
skuffandi er heilt niðri á
sjeynda plássi.
Avrikini hjá gøtumonnum
hava heldur ikki verið sann-
førandi í fleiri av landskapp-
ingardystunum. Í steypa-
kappingini eydnaðist tað við
bit og slit at basa vága-
monnum í hálvfinaluni,
men tey flestu mundu tó
rokna við, at her fór positiva
gongdin at steðga, tí HB
mundi verða teimum ein ov
stórur biti at gloypa.
Royndirnar telja
Eitt, sum gøtumenn tó áttu
fram um HB liðið, mundi
vera drúgvu royndirnar,
sum ofta eru so týdningar-
miklar í slíkum dystum.
Sæð
í
bakspeglinum
mundi tað eisini vera júst
hetta, sum gjørdi, at GÍ í dag
kann kalla seg steypavinn-
ara 2000.
Tað var nevnliga skjótt
greitt, at HB liðið als ikki
spældi upp til sítt besta hen-
da dagin, og serliga vóru tað
fleiri av ungu leikarunum,
sum ikki vóru eins eyðsýnd-
ir, og teir vanliga hava verið.
Í vinstru riggaði samspæl-
ið millum Pætur Dahl og
Janus Joensen als ikki so
væl, sum tað hevur gjørt
higartil í ár, og Pætur hevði
einki av teimum gjøgnum-
brotunum, sum hann so ofta
hevur sýnt.
GÍ liðið tóktist hinvegin
at spæla eins og talan var
um ein heilt vanligan lands-
kappingardyst. Líkt var ikki
til, at leikararnir á nakran
hátt vóru nervaðir av týd-
ninginum av dystinum, tó
at tiltikni stríðsviljin hjá
gøtumonnunum var sjónlig-
ari enn vit hava sæð higartil
í ár.
Teir vóru snøgt sagt nógv
grammari enn havnarmenn-
inir, teir vunnu flestu nær-
dystirnar, fluttu seg meira,
og yvirhøvur vóru teir oman
á fyrstu trý korterini.
Royndirnar móti málu-
num báðum vóru tó ikki so
nógvar. Bárður Mortansson
hevði eina vandamikla frí-
sparksroynd, meðan tað ein-
ar tvær ferðir gjørdist
vandamikið framman fyri
HB málið. Fyrru ferð, tá
Helgi stútaði upp um eftir
frísparksinnlegg, og aðru
ferð, tá Magni royndi seg
við langskoti, sum Bárður
akkurát fekk jústað upp um
málið.
Málið líktist permuni
Á permuni á leikskránni
hendan dagin, var mynd av
Óla Hansen og Símun E-
liasen, meðan hesir báðir
stríddust um ein bólt.
Tilvitað var tað neyvan,
men einasta málið í dyst-
inum líktist í rættuliga stór-
an mun permumyndini. Ein
høgur bóltur varð sendir
móti HB verjuni, og bæði
Hans og Símun stóðu skeivt
plaseraðir, soleiðis at bólt-
urin støkk niður í svørin og
upp um verjuleikararnir. Óli
Hansen elti bóltin allan veg-
in, og hóast hann var kroyst-
ur av báðum miðverjunum,
so eydnaðist tað honum við
einum dómadagsskoti at
senda bóltin í meskarnar.
HB leikararnir iðraðu seg
uttan iva, tí talan var um ein
heldur óneyðugan møgu-
leika, sum Óli fekk. Tað
skal tó ikki takast frá mál-
skjúttanum, at talan var um
eitt rættuligt »forward-
mál«.
Uttan
stórvegis
himpr, smekkaði hann til,
og mál er jú tað, sum alt
snýr seg um hjá einum ál-
eypara.
HB vaknaði
Sum nevnt omanfyri, so
vóru gøtumenn omaná í øll-
um lutum fyrsta partin av
dystinum.
Møguliga komst hetta av,
at leikararnir vóru nakað
tyngdir av trýstinum, sum
lá á teimum undan dysti-
num. Líka mikið um hetta
var so ella ikki, so loysnaðu
í øllum førum nakrir teym-
ar, eftir at GÍ hevði lagt seg
á odda, og seinastu løtuna
av fyrra hálvleiki fekk HB
nakað, sum líktist einum
trýsti á GÍ málið, tó uttan at
hetta gav nakran rættuligan
málmøguleika av sær.
Seinna umfarið tóktist tó
beinanvegin greitt, at HB nú
hevði fingið eitt nógv betri
tak um dystin. I hálvleik-
inum høvdu teir býtt Pætur
um við Gigi, og hetta setti
beinanvegin nógv meira
ferð á HB spælið.
Lítli rumenin treivst sera
væl á grasinum, og fleiri
ferð skapti hann ólag í GÍ
verjuni, tá hann við kviku
snaringum
sínum,
ella
skjótum 1-2 spæli royndi at
koma ígjøgnum verjuna.
Kropsvøkstur hansara hevði
tó við sær, at hann so at siga
hvørja ferð varð steðgaður
í avgerandi løtuni, men tað
skerst ikki burtur, at hann
veruliga prógvaði, at hann
kann gerast ein styrkur hjá
HB eftir summarfrítíðina.
Besta møguleikan mundi
HB tó fáa, miðskeiðis í
seinna hálvleiki. Jóhannis
slapp sær ígjøgnum í høgru,
og tá bólturin varð sendir
inn fyri, stútaði Andrew sera
hegnisliga, men bólturin tók
í undirsíðuna av tvørstong-
ini, og støkk síðani út aftur
í spæl.
Fastfryst spæl
Móti endanum av dystinum
gjørdist fortreytirnar hjá HB
fyri at leggja trýst á GÍ enn
betri. Helgi L. Petersen var
áhaldsin, og í royndini at
takla Janus Joensen, leyp
hann á aftan ífrá, og so var
dómurin
eirindaleysur.
Reytt kort, og GÍ skert við
einum manni.
Hetta broytti tó ikki so
nógv um spælið hjá HB, og
yvirhøvur kann ein undrast
á, at teir alla tiðina hildu so
konsekvent fast við somu
spæliætlan. Ikki fyrr enn
seinastu tveir minuttirnar
ella so varð víkt frá 4-4-2
skipanini, hóast tað tóktist
upplagt at flyta antin Símun
ella Hans niðan í álopið.
Um ikki annað fyri at skapa
meira tyngd í.
Heldur ikki tær útskift-
ingar, sum vórðu framdar,
tóktust viðføra, at HB liðið
gjørdist meira álopssinnað.
Gamaní, so bøtti fyrsta út-
skiftingin nógv um spælið,
tí Pætur var als ikkis í hopla
henda dagin. HB liðið gjør-
dist als ikki meira álops-
sinnað av, at Ingi Rasmus-
sen kom á vøllin fyri Hall
Danielsen, ella at Jón Rói
Geeeeeee-Ííííííííí
Unga HB liðið megnaði ikki at liva upp til favoritt heitið, meðan GÍ leikararnir gjørdu alt tað teir kundu, til tess at
vinna sær sætið í Europa komandi ár, og so kundi tiltikna HB rópið verða skift út við omanfyristandandi
varð settur í álopið fyri
Bárð.
Tá vildi tað verið meira
upplagt at sett Inga á ver-
jukenda miðvøllin, tikið Ja-
nus út, og broytt spælskip-
an, soleiðis at Rúni og Rói
gjørdist meira frígjørdir í
framrættaða
spælinum.
Annar møguleiki hevði ver-
ið, at sett Jón Róa inn fyri
ein miðvallara, so HB sein-
astu løtuna leikti við trimum
áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera
eftirklókur, men tað er nú
einaferð soleiðis, at tá spælt
verður í eini steypafinalu, so
mást tú satsa, um tú ert aftan
fyri. At tapa við einum ella
tveimum málum er so full-
komulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um,
hvat HB gjørdi rætt ella
skeivt, skal tó á ongan hátt
skiljast sum ein niðurgering
av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hó-
ast teir ikki spæla sama á-
gangandi fótbólt, sum teir
fyrr hava gjørt, so vita teir
framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir
tað lítla pettið hvassari enn
mótstøðumenninir, og yvir-
høvur spældur teir skilabet-
ri. Vóru umstøður til at
spæla róliga niðaneftir, so
varð hetta gjørt. Skuldi bólt-
urin bara vekk, so varð hetta
gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu
teir tamarhald á dystinum
teir allarflestu av teimum 90
minuttunum, sum vórðu
leiktir.
At enda skal nevnast, at
GÍ eisini átti besta leikaran
hendan dagin. Magni Jarn-
skor stríddist fyri fleiri í
samfullar 90 minuttir, og
hetta var eisini viðvirkandi
til, at reyða kortið hjá Helga
ikki fekk nakran serligan
týdning. GÍ liðskiparin setti
bara ferðina enn meira upp,
og so var tann trupulleikin
loystur.
»GÍ er nakað heilt fyri
seg« varð sungið eftir dyst-
in, og hesum kunnu vit bara
geva
fegnu
viðhalds-
fólkunum rætt í. Liðið, sum
hevur myndað toppin av
føroyskum fótbólti var av
mongum avskrivað, tá vit
komu út í juni mánað, og
hóast teir neyvan verða før-
oyameistarar, so hava teir
enn einaferð víst, at undrið
í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt
kort:
Helgi
L.
Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen – Jó-
hannis Joensen, Hans á Lag,
Símun Eliasen, Janus Jo-
ensen – Hallur Danielsen,
Rúni Nolsøe, Rói Árting,
Pætur Dahl – Bárður Mort-
ansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen – Pól
Ennigarð, Bartal Eliasen,
Martin Thomsen – Leivur
Hansen, Magni Jarnskor,
Pauli Jarnskor, Helgi L. Pe-
tersen, Henning Jarnskor –
Óli Hansen, Súni Olsenm
Jú. Gleðin var stór, tá tað endiliga varð greitt. GÍ er steypavinnari 2000
Mynd: Jan Müller