Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum NR. 2 I 2. MARS 2015 – EG HAVI AVGJØRT IKKI ANGRAÐ, AT EG FÓR Í HOLT VIÐ HETTA, HÓAST EG MÁ VIÐGANGA, AT EG OFTA HAVI SAKNAÐ POLITIARBEIÐIÐ, TÍ MÆR DÁMDI TAÐ SO VÆL, SIGUR HELGI JUSTINUSSEN, SUM FYRI NÍGGJU ÁRUM SÍÐANI BYRJAÐI SÍTT EGNA VAKTARFELAG VIÐ SJEY FÓLKUM. NÚ ER TEY SKJÓTT 40 Í TALI, UMFRAMT AT ARBEIÐIÐ FEVNIR UM ANNAÐ OG MEIRA ENN VAKTARHALD SKIFTI POLITI- SKELTI ÚT VIÐ LYKLA TYSSI Vinnuvangin: Helgi Justinussen Tekst og myndir: Hilmar Jan Hansen g fekk eitt sovorðið flipp síðst í 2005, at nú mátti eg heldur fara at royna okkurt annað. Eg nærkaðist teimum 40 og hevði arbeitt sum politistur í eini 18-19 ár, og skuldi eg fara aðrar vegir, sso helt eg tíðina vera komna til tað. Og tá eg nú var politistur, kend ist tað eisini nokk so náttúrligt at fara inn í trygdarbransjuna, tí har fekk eg sam- stundis brúkt mínar starvsroyndir. Soleiðis greiðir 48 ára gamli havnar- maðurin, Helgi Justinussen, frá upp runa- num til, at hann endaði við at standa sum eigari og leiðari í síni egnu fyritøku, sum í hesum føri var Ansni. – Í grundini hevði eg ikki hugsað tankan, tá møguleikin ella avbjóðingin brádliga var har á sumri í 2005, tá eg annars var virkandi sýslumaður í Eysturoynni. Eg var staddur á G!-festivalinum í Gøtu, tá John Johnsson kom til mín og spurdi, um eg ikki skuldi keypt Ansni, sum hann átti. Tað svaraði eg einki til, tí tað var ikki nakað, eg yvirhøvur hevði hugsað um, greiðir Helgi frá. – Men hvussu var og ikki, so má okkurt hava fest í tankarnar hjá mær, og sum tað leið út á heystið og veturin við, fór eg at hugsa meira og meira um tað. Eg bleiv at enda rættiliga uppsettur og spentur og hevði hug at royna, so eg ringdi aftur til John, og tá gingu bara tvær vikur, frá tí at vit tosaðu saman, til undirskrift var sett á pappírini. Í grundini var talan ikki um, at Helgi keypti sjálvt felagið hjá John Johnsson, men heldur, at hann keypti »goodwill«, sum merkir, at hann yvirtók allar kundar og upp- gávur frá gamla felagnum, tí í sambandi við arbeiðið at fara undir slíkt virksemi, hevði Helgi saman við konu síni, Aimi, sett á stovn smá parta felagið Cura, so har var longu eitt navn til felagið. – Cura er latínskt orð, sum merkir at taka sær av, og hóast hetta er heitið á móður- felagnum, sum eigur alt, sum í dag hevur við Ansni at gera, var tað kanska ikki eitt so snilt og gott navn til eina fyritøku sum hesa, sigur Helgi, ið endaði við eisini at yvirtaka navnið, so alt virksemi í hansara felag í dag gongur undir heitinum Ansni. – Tað komst í grundini av, at tá vit tann 11. januar 2006 høvdu skrivað undir inni hjá sakførara og vóru avstað aftur, spurdi John Johnsson meg, um eg ikki kundi umhugsa at kalla mítt nýggja felag og virksemi Ansni. Eg ivaðist eitt sindur fyrst, tí nú høvdu vit valt okkum hitt navnið, Cura, men allíkavæl valdi eg at taka hann upp á orðið, so vit í dag eita Ansni. Tað eri eg glaður fyri í dag, tí Ansni er eitt fínt orð, sum bæði er føroyskt og í veruleikanum sigur alt um tað, vit fáast við, meðan Cura hinvegin er eitt fremmant orð og neyvan hevði sitið so væl í dagligum brúki sum Ansni ger tað. framhald...