Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 NR. 2 I 2. MARS 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Tunga byrjan Nú var Helgi Justinussen brádliga í aðrari vinnu, og í mun til at møta til tær ymsu vaktir nar, ið skulu gangast á Politistøðini, var hann nú stjóri í síni egnu fyritøku, og tað var sjálv andi ein heilt onnur avbjóðing, enn at vera vanligur lønmóttakari. – Tað var øgiliga tungt at byrja við, og fyrsta hálvárið var talan um so mikið stórt hall, at eg ikki kundi hugsa um at flyta mær sjálv um eina krónu í løn. Men longu seinna hálvár í 2006 byrjaði tað at venda rætta vegin, og í 2007 høvdu vit tað fyrsta árið, sum var nøkt andi, sigur hann. – Vit vóru bara seks fólk at byrja við, um- framt meg sjálvan, og ta fyrstu tíðina høvdu vit ikki so nógv brúk fyri hølum og kring- umstøðum annars, tí tað mesta arbeiðið bleiv sjálvandi gjørt uttan fyri húsið. Vit høvdu nakrar alarmskipanir at taka okkum av og hildu annars vakt á bygningum og skipum, so tað var mest náttararbeiði, vit høvdu, tá vit byrjaðu. Sjálvur royndi eg so at arbeiða um dagin, tá eg virkaði mest sum seljari, tí eg royndi at fáa fleiri nýggjar kundar. Helgi sigur um seg sjálvan, at hann er impulsivur og gjarna tekur skjótar avgerðir, sum byrjanin hjá felagnum eisini vísti, og so við og við fekk hann eisini hug til at økja um virk semi. – Ein máti at gera tað uppá, er at keypa ella yvirtaka aðrar fyritøkur, ið fáast við nakað tað sama, sum tú sjálvur gert, og nokk so skjótt royndi eg umvegis onkran annan at fáa sam skifti í gongd við Bjarna Thomsen um at keypa Vaktargarðin, sum við sínum 30 árum var bæði Føroya fyrst og elsta vaktarfelag, men tað bar ikki á mál tá, sigur Helgi. – Men tá eg so aftur í 2008 setti eg meg í samband við Bjarna um Vaktargarðin, gekk tað heila nokk so skjótt, og vit keyptu frá honum felagið, sum tá hevði sjey fólk í starvi. Undan tí høvdu vit eisini á sumri 2006 keypt eitt annað lítið felag aftrat, sum æt Vaktar- hald, og sum hevði nakrar góðar kundar, men bara var ein einmansfyritøka. Alt hetta merkti so, at eg fekk eitt sindur meira skuld, men aftur fyri fekk eg eisini nakrar góðar kundar, so eg haldi, at hetta vóru góðar og skilagóðar íløgur. Vaksin við árunum Vøksturin í stødd og vavi hevur havt við sær, at tá Ansni í næstum fær trý nýggj starvsfólk aftrat, er samlaða talið á starvsfólkum farið at tátta í tey 40, so nógv er hent hesi árini, síðani Helgi Justinussen skifti politiskeltið út við eitt lyklatyssi. – Karmarnir og umstøðurnar eru eisini heilt øðrvísi, tí ta allarfyrstu tíðina húsaðust vit á nøkrum heilt fáum fermetrum uppi á loft inum í tí bygninginum, har Inn er við Landa vegin. Tað var eisini nøktandi ta allar- fyrstu tíðina, tí so at siga alt arbeiðið varð gjørt uttan fyri húsið allíkavæl, so vit kravdu ikki tað stóra plássið tá, sigur hann. – Síðani fluttu vit í 2008 í Gundadal, har vit vóru í gomlu farstøðini í Havn, sum eisini hevði hýst bilstøðini Bil, men teir umleið 150 fermetrarnir eru nú ov fáir, og í fjør fluttu vit so í bygningin við Hoyvíksvegin, har Mekonomen er í neðra og har millum annað VR Bilar var. Nú hava vit so 470 fermetrar at ráða yvir, umframt goymslu, so tú kanst siga, at fer metra víddin kanska eisini avspeglar vøksturin í virkseminum hesi árini. Um hugt verður aftur ígjøgnum søguna hjá fyritøkuni, so var 2008 yvirhøvur eitt rættiliga hendingarríkt ár. Umframt, at Vaktar- garðurin kom aftrat, var hetta eisini árið, tá Ansni fór undir samstarv við Føroya Tele um nummarkall, og tann parturin av virk- seminum er útbygdur so líðandi, og tí krevur Ansni í dag meira húsarúmd, enn neyðugt var at byrja við. – Vit hava nú eitt sokallað »call-sentur« við tekniskari umstilling, sum stutt sagt merkir, at vit taka telefonina fyri virki og stovnar. Tað kann vera hjá fyritøkum, sum brúka Total View-skipanina hjá Formula, men eis ini hjá øðrum fyritøkum, ið ikki hava hesa skipan, tí tá finna vit so aðrar loysninr. Vit hava einar tíggju kundar á hesum umráði, og tað riggar so væl, at fólk slett ikki leggja til merkis, at vit taka telefonina fyri ta fyritøku ella tann stovn, tey ringdu til, greiðir Helgi frá. – Ein annar partur av okkara virksemi er, at vit hava tilbúgvingastovu, sum vit í 2013 yvirtóku frá Jógvani Jensen, sum hevur drúgvar royndir á økinum. Tað vil siga, at vit veita undirvísing í fyrstuhjálp, selja hjarta startarar og hava skeið í tí sambandi, út búgva portørar og annað, og eg kann nevna, at Ansni eisini hevur eina avtalu við Heilsu málaráðið um sálarliga fyrstuhjálp, tá van lukkur henda. Ein partur er so eisini, at Arbeiðs eftirlitið hevur útveitt til okkum at skipa fyri teimum trygdarskeiðum, ið krevjast á arbeiðs plássum. Vinnuvangin: Helgi Justinussen Tað var øgiliga tungt at byrja við, og fyrsta hálvárið var talan um so mikið stórt hall, at eg ikki kundi hugsa um at flyta mær sjálvum eina krónu í løn. Men longu seinna hálvár í 2006 byrjaði tað at venda rætta vegin, og í 2007 høvdu vit tað fyrsta árið, sum var nøktandi framhald...