mánadagur 2. mars 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
NR. 2
I
2. MARS 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
TEKUR ÚTLEND-
INGAR FRAM UM
FØROYINGAR
dag eru áleið 30 arbeiðsleysir føroyskir
flogskiparar. Í summar í fjør hevði
Atlantic fyri neyðini at taka fleiri
eyka flogskiparar inn í fyritøkuna,
tí óvæntað ferðsla kom á dagsskrá.
Allir teir eyka flogskipararnir, sum
Atlantic settI í tíðaravmarkað starv í
fjør summar, vóru útlendingar. Sum
Sosialurin skilur hevur hetta vakt eina
ávísa ónøgd bæði millum starvsfólk
hjá Atlantic, og ímillum teir føroysku
flogskipararnir, sum enn ikki hava fingið starv
bjóðað hjá føroyska flogfelagnum.
Men sambært Sámali Danielsen, so er ein
natúr lig frágreiðing til hendan spurning.
Atlantic hevði í fjørsummar tørv á at fáa
flog skip arar til fyritøkuna, sum kundu byrja
beinan vegin, og tískil var neyðugt at fáa fatur
á teimum, sum frammanundan høvdu røttu
skeið ini og so framvegis.
– Vit vildu ynskt at tikið inn føroyskar
flogskiparar, men tað var bara eingin, sum
hevði tey neyðugu skeiðini til at flúgva okkara
nýggju flogfør, sigur Sámal Danielsen.
Avbjóðingin við at seta ein flogskipara í
starv, sum fyrst má taka tey neyðugu skeið ini
er, at viðkomandi skal nýta 5-6 vikur á skeið-
num, og síðani er ein royndartíð á skránni.
– Tað tekur okkum áleið tríggjar mánaðir
at fáa ein flogskipara til reiðar at flúgva, um
viðkomandi ikki hevur tey kravdu skeiðini,
sigur Sámal Danielsen.
Hava reglugerðir á økinum
Í dag starvast 24 flogskiparar hjá Atlantic
Airways, umframt fleiri onnur starvsfólk. Av
flogskiparunum eru allir føroyingar, ella hava
búð í landinum í yvir 10 ár.
– Vit vilja sjálvandi seta føroyingar í starv,
og vit hava sum meginreglu í fyritøkuni, at
føroyingar skulu sleppa framum útlendingar,
um teir lúka krøvini hjá fyritøkuni, sigur
Sámal Danielsen.
Hann skilur tó væl, at starvsfólk í fyri tøk-
uni og arbeiðsleysir flogskiparar hava verið
ónøgd við, at fyritøkan setti útlendingar í
starv í fjørsummar, men er kortini sannførdur
um, at eingin onnur loysn var møgulig.
– Og samanumtikið skal ótrúliga nógv til,
fyri at vit seta ein útlending í starv framum
ein føroying, sigur Sámal Danielsen.
Í
– TÁ IÐ ÓVÆNTAÐUR EFTIRSPURNINGUR STINGUR SEG UPP, OG ATLANTIC HEVUR FYRI NEYÐINI AT FÁA
FLEIRI FLOGSKIPARAR TIL FELAGIÐ, SO ERU VIT NOYDD TIL AT VELJA TEIR FLOGSKIPARAR, SUM HAVA
NEYÐUGU SKEIÐINI. TAÐ SIGUR SÁMAL DANIELSEN, EIN AV LEIÐARUNUM Í ATLANTIC AIRWAYS
Barbara Holm
Nakrar fyritøkur í okkara samfelagið veita okkum tænastur, sum landið hevur valt skulu vera í Føroyum. Talan er
eitt nú um fl ogferðsluna, sum Atlantic Airways rekur, og um tele og internet samband, sum Føroya Tele rekur. Men
hvørji krøv skulu almenn partafeløg lúka? Skulu tey taka samfelagslig atlit, ella er tað í lagið, at almenn partafeløg
verða rikin við eittans endamálið - at geva avkast? Tað viðgerða vit í Vinnutemanum í Sosialinum í dag.
Eiga almenn partafeløg at taka samfelagslig atlit?
Atlantic Airways: