mánadagur 2. mars 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
NR. 2
I
2. MARS 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
EIGA AT
TAKA SAM-
FELAGSLIGA
ÁBYRGD
– ALMENN PARTAFELØG EIGA AT VÍSA SAMFELAGSLIGA ÁBYRGD Í TANN MUN, AT TEY SKULU TRYGGJA GÓÐA OG
JAVNBJÓÐIS TÆNASTU FYRI ALLAR FØROYINGAR. MEN TEY SKULU EISINI VERÐA RIKIN FÍGGJARLIGA
FORSVARLIGA, SIGUR JOHAN DAHL, LANDSSTÝRISMAÐUR Í VINNUMÁLUM
Barbara Holm
lmenn partafeløg hava eina
týdningarmikla uppgávu í
sam felagnum. Taka vit til
dømis Føroya Tele, so hevur
fyritøkan til uppgávu at veita
inter net og telefonsamband
til alt landið, til ein sømiligan
og javnbjóðis kostnað. Tað er
ein stórur partur av tí ábyrgd,
sum fyritøkan hevur
– Tað eru lógarbundnar uppgávur, sum tey
almennu partafeløgini hava. Tað er fyrst og
fremst tey skulu liva upp til, sigur Johan Dahl.
Hann vísir eisini á Atlantic Airways, hvørs
fremsta endamál er at veita støðuga og bíliga
flúgving. Men Føroya Tele, Atlantic Airways
og hini almennu partafeløgini hava eisini til
endamáls at tjena pengar.
– Tey skulu ikki hava eina millión í yvir-
skotið bara fyri at hava tað. Men tað er um-
ráðandi at feløgini vera rikin forsvarliga, so at
peningur er til at gera íløgur fyri og soleiðis
betra tænastuna, sigur Johan Dahl.
Tó vísur hann á, at almenn partafeløg
ikki einans kunnu hugsa um botnlinjuna,
tí umráðandi er eisini at hava í huga, at
feløgini hava eina týdningarmikla uppgávu í
samfelganum.
– Atlantic Ariways skal sjálvandi altíð taka
føroyingar framum útlendingar, um tað eru
føroyingar við nóg góðum kvalifikatiónum,
sigur landsstýrismaðurin.
Tó er einki krav um, at Atlantic Airways
bert skal hava føroyingar í starvi, tí tað ber
ikki til at krevja, sambært lands stýris mann-
inum í vinnumálum.
Politiski myndugleikin hevur áður kravt
av Atlantic Airways, at ferðaseðlarnir skulu
gerast bíligari. Og tað sama hevur Johan Dahl
í hyggju at gera við Føroya Tele.
– Eg fari at krevja av Føroya Tele, at tey
veita bíligari prísir á eitt nú telefon og inter-
netnýtslu, sigur Johan dDahl.
Almenn partafeløg kunnu
kappast við privata vinnulívið
Hóast almenn partafeløg skulu taka sam-
felags lig atlit, sambært Johan Dahl, so er
eingin forðing fyri, at almenn partafeløg
kappast við privata vinnulívið. Eitt ítøkiligt
dømi um tað er, at Føroya Tele eigur Formula,
sum er ein beinleiðis kappingarneyti hjá
Nema.
– Tað er í lagi, at Føroya Tele kappast við
privata vinnulívið, um fyritøkurnar kappast
á jøvnum føti, og tað haldi eg tær gera, sigur
Johan Dahl.
Hann heldur ikki tað er ein hóttan móti
privata vinnulívinum, at almenn partafeløg,
sum hava landskassan í rygginum, eru í bein-
leiðis kapping við privata vinnulívið.
Johan Dahl, landsstýrismaður
í vinnumálum.
A
Almenn partafeløg
-
GA
GA
GA
G