Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum NR. 2 I 2. MARS 2015 FØROYA TELE SITUR TUNGT Á TÍ FØROYSKA SAMSKIFTIS MARKNAÐINUM MEIRA ENN HÁLVTRIÐHUNDRAÐ ÁRSVERK ERU Í STÓRA ALMENNA PARTAFELAGUNUM Árni Gregersen amskiftisfyritøkan Føroya Tele er eitt stórt, føroyska alment parta felag. Føroya Tele fæst við sam- skifti av øllum slag og byggir á gamla Telefonverk Føroya Løgtings. Føroya Tele hevur virksemi í Føroyum og eisini uttanlands. Fyritøkan veitir telefoni og sam skifti til føroyingar av øllum slag. Frá eldri tíðum var tað Telefonverk Føroya Løgtings, sum átti allar telefonlinjur og seinni kaðalnetið í Føroyum. Hetta er nú lagt í felagið FT Net, sum er eitt dótturfelag hjá Føroya Tele-samtakinum. Í veruleikanum vil hetta siga, at alt net í jørð ini í Føroyum, sum hevur við telesamskifti og breiðband at gera, er ogn hjá FT Net. Aðrir veitarar, sum vilja nýt netið, gjalda so fyri brúks rættin, sum hesi feløgini lata útaftur til kundarnar. Føroya Tele eigur eisini sendistøðir til fartelefoni, men her eru eisini onnur net bygd upp, sum taka sær av telefonsamskifti. Stór fyritøka Føroya Tele er ein eftir føroyskum mátistokki, stór fyritøka. Umframt at fyritøkan eigur FT Net, so eigur hon – ella eigur part í – FT Net, Formula, Shefa og Televarpinum. Umframt at Føroya Tele er størsta samskiftis fyritøkan á fjarskiftisøkinum í Føroyum – felagið situr á umleið 80 pro sent um av marknað inum – so halda fleiri, at styrkin fyrst og fremst kemst av, at samtakið situr á kaðal netinum. Í løtuni er eitt uppskot frá Framsókn til viðgerðar í Løgtinginum, har skotið verður upp, at kaðal- og samskiftisnetið verður lagt í eitt alment partafelag fyri seg. Grundgevingin er fyrst og fremst, at hetta fer at geva eina meira javna kapping millum samskifisfeløgini. Í Løgtinginum var nevnt undir orðaskiftinum, at fæst ikki meirluti fyri at leggja FT Net í eitt felag fyri seg, so eigur FT Net við lóg at verða skilt frá Føroya Tele, so persónssamanfelling í feløgunum báðum ikki kemur fyri. Føroya Tele er ein stór og eftir føroyskum viðurskiftum sterk fyritøka. Eginognin var í endanum av 2013 góðar 400 milljónir krónur. Samtakið seldi vørur í 2013 fyri nærum eina hálva milljard krónur. Tá ið skatturin var goldin lupu slakar 60 milljónir krónur av hjá felagnum. Klaus Pedersen í Charlottenlund er formaður og Kristian R. Davidsen í Havn er stjóri. S 43 PROSENT AV LØN TAKAR- UNUM FÁA LØN FRÁ TÍ ALMENNA Næstan helvtin av øllum løntakarum í Føroyum fáa løn frá tí almenna ella frá almennum partafeløgum 43 prosent av teimum 24.250 løn takar- unum í Føroyum fáa løn frá tí almenna. Í teimum 43 prosentunum eru eisini roknað tey starvsfólk, sum arbeiða fyri tey sjey almennu partafeløgini, sum vinnu- málaráðið varar av. Almennu Føroyar eiga sjey almenna partafeløg. Tey eru: • Atlantsflog • Vága Floghavn • Lív • Føroya Tele • Visit Faroe Islands • Posta • Fiskaaling Harumframt er almennur peningur í øðrum fyritøkum, men tað er ikki talt við her. Til dømis eigur tað almenna ein triðing av Bank Nordik, Føroya Tele eigur ein stóran part av Formula o.s.fr. Tað vil siga, at av teimu 24.250 fólkum í Føroyum, sum hvønn mánaða fáa sína løn, fáa 10.250 av teimum løn bein leiðis frá tí almenna: landskassanum, kommunu kass- unum ella frá kassunum í almennum parta- feløgum. Umframt at 43 prosent av løntakarunum fáa løn frá tí almenna ella teimum almennu partafeløgunum, so fær ein stórur partur av teimum, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum útgoldið pening frá tí almenna. Allar fólkapensjónir og aðrar almennar pen sjónir verða goldnar úr almennum kassum. Tað vil siga, at millum 60 og 65 pro- sent av øllum føroyingum fáa sínar inntøkur úr almennum kassum. Hyggja vit eftir almennu partafeløgunum og roknskapinum fyri 2013, so vísir tað seg, at 181 ársverk eru í Atlantsflog, 35 í Vága Floghavn, 26 í Lív, 263 í Føroya Tele, Visit Faroe Islands 6, Posta 124 og á Fiskaaling arbeiða 34 fólk. Her eru tey sjey almennu partafeløgini: • Atlantsflog . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 181 fólk • Vága Floghavn . . . . . . . . . . . . . . . . . 35 fólk • Lív . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 26 fólk • Føroya Tele. . . . . . . . . . . . . . . . . . . 263 fólk • Visit Faroe Islands . . . . . . . . . . . . . . 6 fólk • Posta . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 124 fólk • Fiskaaling. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 34 fólk Eftir ætlan skuldi Atlantsfl og fl ytast á privatar hendur, men politiski meirlutin gjørdi eina kú vending. Upprunaliga var ætlanin, at al menna føroyska fl ogfelagið skuldi einskiljast. Farið var eisini undir at selja felagið, men avgjørt var politiskt, fyrst bert at selja ein trið- ing av partabrøvunum. Hetta var sett í verk, men hóast tey sum keyptu parta brøvini høvdu fi ngið at vita, at minst ein triðingur afturat av partabrøvunum fór at verða seldur, so kom hetta ongantíð í lag. Í staðin fór landsstýrismaðurin við vinnu- málum, Jóhan Dahl, í Løgtingið og skeyt upp, at tann triðingur sum var einskyldur, varð keyptur aftur, so Atlantic Airways aftur gjørdist eitt 100 prosent alment partafelag. Løgtingið samtykti uppskotið og tann trið ingur av partabrøvunum, sum fyri nøkrum árum síðani var einskyldur, var keyptur aftur frá íleggjarunum, so felagið nú er eitt reint al ment partafelag. Tjóðarfl ogfelag Atlantsfl og er einasta føroyska fl ogfelagið og verður mangan nevnt fyri tjóðarfl ogfelagið. Einasta loftvegis sambandið við umheimin er við fl ogførunum hjá Atlantsfl og. Rutan til Keyp mannahavnar hevur fl est ferðafólk og har er títtleikin størstur. 181 ársverk vóru í felagnum í 2013. Magni Arge var í 18 ár stjóri í felagnum, men síðan enda num av 2013 hevur danin Jørgen Holme sitið í stjórastólinum. Í 2013 var nettosølan hjá felagnum 542 milljónir krónur. Sølan nærkast tí hægsta sum hon nakrantíð hevur verið – nevniliga í 2008, tá ið hon var 547 milljónir krónur. Nettosølan mink aði frá 2008 úr 547 milljónum krónum til 402 milljónir krónur árið eftir. Hetta er eis ini einasta árið, seinasta 10-ára skeiðið, felagið hevur havt hall – eitt hall uppá slakar 20 milljónir krónur. Umlagt rutunet Føroyska almenna fl ogfelagið hevur seinasta árið arbeitt við at leggja rutunetið hjá felag- num um. Høvuðsdentur verður lagdur á fl úgvingina til Keypmannahavnar, men felagið hevur eisini setti skjøtil á at skapa eitt rutunet til Noregs, Íslands og Skotlands, sum verður nevnt Norð. Flúgvingin til London er steðgað og í staðin verður fl ogið til Edinburgh í Skotlandi. Umframt tað, so verða nakrar charter líkn- andi ferðir suðureftir til meira sólrík støð. Hálv privata flogfelagið sum aftur gjørdist alment felag u s Hálvprivata flogfelagið