Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum NR. 2 I 2. MARS 2015 6.5.2 Krøv til almennar grunnar og partafeløg Tað almenna í Føroyum hevur fl eiri mia. kr. í eginpeningi í grunnum og partafeløgum, ið virka í vinnuligum høpi. Fyri at kappingin skal verða á jøvnum føti, er fyrsta fortreyt, at krøv, sum privata vinnan virkar undir, eisini verða sett til tílíkt alment vinnuligt virksemi. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at um tað almenna framhaldandi skal hava ein so stóran leiklut í vinnuni, so eiga avkastskrøv at verða sett til feløg, sum tað almenna eigur ein týðandi ognarlut í. Tað sama eigur at verða gjørt fyri grunnar, sum hava vinnuligt virksemi, og sum tað almenna ræður yvir. Við hesum ikki sagt, at tað skal vera tað sama fyri alt. Krav um avkast og væntanir um vinningsbýti fer í størri mun at tryggja kapping og eff ektivitet í nevndu feløgum og grunnum, tí krøv verða sett til leiðslu og nevnd. Harumframt vildi landskassin óivað fi ngið nakað burtur úr á hvørjum ári. Í teimum førum avkastskrøv ikki eru ein gongd leið, eiga sáttmálar at verða gjørdir við krøvum til virksemið. Tað almenna má seta krøv til, hvussu almennur peningur verður nýttur. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tó tað grundleggjandi sjónarmið, at tað skilabesta hevði verið, at almennu fyritøkurnar, ið kunnu virka í kapping á privata marknaðinum, vórðu einskildar. Inntøkurnar frá søluni eiga at verða settar í Búskapargrunnin. Tiltøk: • Eitt árligt avkastskrav eigur at verða sett til almennar vinnuligar grunnar og partafeløg, har tað almenna hevur ein týðandi leiklut. • Almennu fyritøkurnar, ið kunnu virka í kapping á privata marknaðinum, eiga at verða einskildar. Brot úr Vinnusjónar- miðum hjá Føroya Ar- beiðsgevarafelag Neyðugt at seta krøv Tá ið landið velur at leggja arbeiðsuppgávur út á almenn partafeløg, so viðførir tað eisini, at landið í ein ávísan mun leggur ræði s rættin frá sær. Og so er tað upp til nevndina og leiðsl ur nar at stýra felagnum. Men kortini eig ur almenni myndugleikin at hava í huga, at hesi partafeløg kunnu virka kapp ingar- avlagandi mótvegis privata vinnu lívinum, um tey eru í kapping við hesi. - Sum víst er á í Vinnusjónarmiðunum hjá Før oya Arbeiðsgevarafelag, eigur landið at krevja eitt avkast frá privatu feløgunum, um tey virka á einum privatum marknaði, har aðrar fyritøkur eru, sigur Marita Rasmussen. Hon vísur á, at um landið ikki krevur a v- kast frá almennu partafeløgunum sum virka í kapp ing, so kunnu tey feløgini kappast undir heilt øðrum treytum enn privat feløg og kann hetta verða kappingaravlagandi. - Um landið ikki krevur avkast, so er kapp ingin ikki jøvn, tí allar privatar fyritøkur mugu hava avkast av sínum virksemi, sigur Marita Rasmussen. Almenni myndugleikin hevur í ávísum før- um sent politisk signal til almenn parta feløg um ávís ynski, og vanlig er, at almennu parta- feløgini lurta eftir politiska viljanum. - Ein eigari kann altíð gera sína ávirkan gald andi á aðalfundi ella við at velja fólk í nevnd ina. Og tá ið eitt politiskt signal verður sent út um ávís ynski, so plaga fyritøkurnar at lurta, sigur Marita Rasmussen. Einskiljing er eitt hugskot Uppgávurnar hjá almennu partafeløgunum eru ógvuliga ymiskar, og sum nevnt ber ikki til at skera øll feløgini yvir ein kamb. Men landið eigur at umhugsa sín leiklut í ymisku feløg unum. - Um fyritøkur við almennum kapitali kapp ast við fyritøkur við privatum kapitali, so heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at hetta virk semi eigur at vera einskilt, heldur Marita Ras mussen. Hóast prinsippið er tað, at eitt alment parta felag verður rikið á sama hátt sum eitt privat partafelag, so er kortini fleiri dømi um, at landsstýrismenn beinleiðis krevja ymiskar tænastur frá ymisku feløgunum. Og so er spurn ing ur in hvar markið gongur. - Landið eigur ikki at blanda seg í smá- lutir, tá ið ein tænasta er løgd í eitt al ment parta felag. Men vit síggja kortini uppí bland- ing í summum førum, og kunnu kjakast um hvørjar fyrimunir og vansar eru við tí, sigur Marita Rasmussen.