mánadagur 2. mars 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
NR. 2
I
2. MARS 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
VERJA BORG
yggivirksemið kring landið
hevur verið vaksandi seinnu
árini, og hetta sæst eisini aftur
á botnlinjuni hjá P/F Borg, sum
rekur timburhandlar í Runavík
og í Klaksvík.
Felagið hevur júst latið
roknskapin fyri 2014 inn, og
hesin vísir eitt yvirskot, sum
er beint oman fyri tríggjar mió
fyri skatt. Eftir skatt er talið nærum hálva
triðju milión.
Hetta er besta úrslitið, síðani feløgini
handan timburhandlarnar vórðu samanløgd
fyri trimum árum síðani. Í 2011, sum var árið
fyri samanleggingina, hevði felagið hall.
Hóast sølan ikki framgongur beinleiðis í
roknskapinum, so er bruttovinngurin nógv
øktur í 2014, og hetta ber vanliga boð um
eina øking í søluni. Samstundis hevur felagið
hildið fast um – og enntá minkað – starvs
fólkaútreiðslurnar, sum eru størsti einstaki
útreiðsluposturin.
Góð lyklatøl
Eitt svart tal á niðastu linju er aloftast eitt
gott útgangsstøði, og sum heild tykjast allir
pílarnir í roknskapinum hjá Borg at peika
rætta vegin.
Langfreistaða skuld felags er framvegis
stór, og men skuldin verður niðurgoldin,
og soliditeturin er vaksandi. Eginpeningur
við árslok 2014 var soleiðis 17% av samlaða
fíggjarjavnanum.
Langfreistaða skuldin hjá felagnum var við
árslok 2015 43,5 mió kr. Samlaða støðisognin
er bókað til 32,2 mió krónur, umframt at
felagið hevði vørur fyri góðar 19 mió kr. á
goymslu. Rentuútreiðslurnar hjá felagnum
táttaðu í 3 mió kr., og tað er eingin ivi um, at
leiðslan framvegis fer at leggja dent á at gjalda
skuldina niður, so sleppast kann undan parti
av rentuútreiðslunum.
Gjaldførislutfallið er eisini rættiliga høgt.
Hetta er lutfallið millum skjótt umsetiligar
ognar og tær skyldur, sum fella til gjaldingar
innan eitt ár. Stórur partur av gjaldførinum
er tó bundið í vørugoymslur og skuldarar, og
tí er alneyðugt, at umsetiligheitin í hesum er
stór, um felagið skal halda sínar skyldur.
Skiftandi hjá kappingareytunum
Og so kunnu vit leggja afturat, at Borg langt
ífrá er einasti timburhandilin, sum forvinnur
pening í hesum døgum. Bygma Balslev, sum
er størsti timburhandilin í landinum, hevur
enn ikki latið inn roknskapin fyri 2014. Men
tey trý seinastu árini undan hesum er samlaða
úrslitið góðar 17 mió kr.
Hinvegin hevur Havnar Timburhandil í
sama tíðarskeiðið havt eitt samlað hall upp á
góðar 6 mió kr.
B
P/F BORG, SUM REKUR TIMBURHANDIL
Í RUNAVÍK OG Í KLAKSVÍK, HEVUR
AVLOP TRIÐA ÁRIÐ Á RAÐ
Jákup Mørk
Borg í Runavík
(tkr.)
2012
2013
2014
Bruttovinningur
17.092
17.429
20.003
EBITDA
5.480
4.438
7.341
Ársúrslit
967
126
2.460
Støðisogn
31.501
33.238
32.209
Ogn í umferð
34.274
34.620
34.190
Eginogn
8.330
8.656
11.117
Langfreistað skuld
47.499
46.239
43.554
Stuttfreistað skuld
9.946
12.963
11.647
Ognaravkast
6
4
8
Eginpeningsavkast
14
2
27
Trygdarevni
13
13
17
Gjaldførislutfall
345
267
293
Borg P/F