Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 NR. 2 I 2. MARS 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum BROYTINGAR MUGU GERAST VIÐ VARSEMI Reiðarafelagið yri at kunna siga nakað um møgu ligar broytingar í fiski vinn- uni, og hvussu tær fara at ávirka búskapin, er neyðugt at kenna støðuna, sum hon er nú. Tað var grundhugsanin hjá Føroya Reiðarafelag, tá tað í heyst bað Magna Laksáfoss, búskapar- frøðing, um at gera eina kanning av samfelags týdn ing inum, sum føroyska fiskivinnan hevur. Kanningin var almannakunngjørd 11. februar, men hon var liðug væl áðrenn tað, og sambært Herálvi Joensen, stjóra í Reiðara- felagnum, er hon eisini brúkt á fundum við politikarar, áðrenn hon var almanna- kunngjørd. Kanningin byggir á tøl frá 2012 frá Hagstovu Føroya og vísir, at fiskivinnan við avleiddum privatum vinnum og al- mennum virksemi tá var grundarlag undir 43 prosentum av tí samlaða føroyska búskap- inum. Beinleiðis ávirkanin frá sjálvari fiski- vinnuni var bara 16 prosent. Herálvur Joensen er tó ikki bilsin av tølunum. – Tað hava verið aðrar kanningar, millum annað Gørtz-rapportin frá miðskeiðis í 90’unum, sum hava sagt fiskivinnuna at standa fyri millum 40 og 60 prosent av samfelagsbúskapinum, staðfestir hann. Vantandi lønsemi Um talið er hóskandi, ov stórt ella ov lítið, veldst um eygað, ið sær. – Eg havi ongantíð hoyrt nakran sagt tað vera sítt mál at fáa fiskivinnuna at fylla meira í samfelagsbúskapinum, enn hon ger. Hinvegin hevur alla mína tíð verið tosað um at fáa fiskivinnuna at fylla minni í sam felags- búskap inum. Tað merkir sjálvandi ikki, at nakar vil gera fiskivinnuna minni lønsama fyri samfelagið, men at onkur kanska heldur vil menna aðrar vinnur, sigur stjórin í Reiðara- felagnum. Og sambært Anfinni Olsen, formanni í felagnum, er lønsemið í vinnuni samlað sæð ikki í lagi. – Nei, við tí flota, vit hava, halda vit, at fiski vinnan skuldi kastað uppaftur meira av sær. Heimaflotin hevur jú havt hall í fleiri ár, meðan fjarfiskiflotin íroknaður upp sjóvarflotan hinvegin hevur havt stór avlop. Men endamálið er sjálvsagt, at báðir hesir bólkar skulu bera seg væl, og sæð í tí ljósinum átti samlaða íkastið frá fiskivinnuni í samfelagsbúskapin at verið størri, sigur hann. Kortini ásannar Anfinn Olsen, at tey 43 prosentini, sum Magni Laksáfoss hevur roknað seg fram til, at fiskivinnan við avleiddum vinnum og almennum virksemi vigar í búskapinum, er meira, enn hann frammanundan hevði roknað við. – Eg væntaði, at fiskivinnan stóð fyri umleið einum triðingi av øllum búskapinum, sigur hann. Gott grundarlag Bæði formaðurin og stjórin í Reiðarafelagnum halda seg nú hava fingið eitt gott grundarlag at arbeiða út frá, tá teir skulu royna at ávirka politikararnar, nú sett er út í kortið, at ein fiskivinnunýskipan skal gerast. – Vit hava verið kritiseraðir fyri at vera púra stillir og ikki tikið lut í kjakinum, sum hevur verið um fiskivinnunýskipan. Og atfinn ingarnar eru partvíst rættar. Men tá vit nú skulu út og taka lut í kjakinum, so vilja vit fegin gera eitt forarbeiði, sum hevur eitt vist støði. Tí vildu vit lýsa, hvussu stór fiski vinnan er í tí føroyska búskapinum nú, og vit vildu brúka somu tøl, sum verða brúkt í lands- búskap inum. Tað er gjørt við hesi kanningini, sigur Anfinn Olsen. Herálvur Joensen leggur dent á, at tað bæði fyri vinnuna og samfelagsbúskapin er um ráð andi, at allar broytingar verða gjørdar við skili, og at útgangsstøðið er væl útgreinað. – Tí vildu vit vita, hvat støðan er, hvat okkara lutur í samfelagsbúskapinum er. Tað er í sær sjálvum áhugavert at vita í sam bandi við, at ein fiskivinnunýskipan er á bredd- anum. Ein annar partur er, at vit halda, at tær broytingar, sum ein ætlar at gera, eiga at verða væl fyrireikaðar og gjørdar av eins- listum, sigur hann. F NÝGGJA KANNINGIN HJÁ MAGNA LAKSÁFOSS VÍSIR, AT STÓRT BÚSKAPARVIRÐI VERÐUR SKAPT VIÐ VERANDI FISKIVINNUSKIPAN, OG TÍ MUGU BROYTINGAR GERAST VIÐ STÓRUM UMHUGSNI. TAÐ HELDUR FØROYA REIÐARAFELAG, SUM LONGU ÁÐRENN ALMANNAKUNNGERÐINA HEVUR BRÚKT KANNINGINA Í SÍNUM SAMSKIFTI VIÐ POLITISKU SKIPANINA. BÆÐI FORMAÐURIN OG STJÓRIN Í REIÐARAFELAGNUM HAVA STØRRI ÁLIT Á BÚSKAPARLIGU METODUNUM HJÁ MAGNA LAKSÁFOSS ENN HJÁ HANSARA ARGASTU KRITIKARUM Ingolf S. Olsen – PRESS – Tá ein fær ein serrætt, sum onnur ikki fáa, so má ein gjalda fyri tað. Men uppboðssøluna ræðast vit, tí hon skapar ótryggari karmar, sigur Anfinn Olsen, formaður í Føroya Reiðarafelag.