Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum NR. 2 I 2. MARS 2015 Varislig nýskipan Hóast heimaflotin hevur flotið tungt í sjónum í fleiri ár, so heldur stjórin ikki, at tað endiliga er verandi fiskivinnuskipan fyri at lasta. – Tað er helst ikki nakað, sum ger nakran bilsnan, at tað ikki eru reiðarar, sum hava biðið um nakra fiskivinnunýskipan. Vit halda, at verandi skipan hevur skapt nógv virksemi og stór samfelagsvirði, og aktuella kanningin vísir eisini, at vit eru ein týðandi aktørur í sam felags búskapinum. – Men harfyri siga vit ikki, at alt er gott, og at onki nýtt skal gerast. Vit halda tó, at politikararnir skulu ansa eftir, ikki bara at gera broytingar í óðum verkum eitt nú við at tosa um stutttíðar rættindi umvegis upp- boðs sølu ella stutttíðarloyvi, sum gera, at ein samlað vinna, sum er so stórur partur av búskap inum, kanska byrjar at tódna, og aktørarnir kanska í størri mun fara at hugsa um, hvussu teir sleppa burtur úr hesi vinnuni heldur enn at gera íløgur í hana. Við øðrum orðum eigur ein nýskipan at vera soleiðis um- hugsað, at hon ikki verður eitt størri spill fyri samfelags búskapin enn til gagns fyri hann, sigur Herálvur Joensen. Stjórin í Reiðarafelagnum sigur, at hann eftirlýsir øðrum møguleikum enn eina einvísa fokusering frá núverandi skipan til eina upp- boðs sølu við stutttíðarrættindum. – Uttanum okkum verða aðrir møguleikar lýstir, millum annað fyrimunir við langtíðar- loyvum, sum loyvishavarin dyrkar og mennir í virði. Men slíkt hoyra vit ongantíð um her heima, hvørki frá búskaparfrøðingum ella fjøl miðlum. Møguliga tí at hesi ástøði stuðla undir, at okkum heldur tørvar tillaging av verandi skipan – til dømis við greitt ásettum kvotalykli og greiðum reglum fyri, hvussu leingi loyvishavarar kunnu liggja á óbrúktum veiðiloyvum – heldur enn eina koll velting. Upp boðssølan og tankin um árligu milliard- ina til landskassan tykist so lokk andi, at hon forðar fyri at aðrir og meira veru leika kendir møgu leikar verða umrøddir, sigur Herálvur Joensen. Loyvisskipan Reiðarfelagið dylir ikki, at tað á fundum við politikararnar altíð hevur gjørt greitt, at um eitt tilfeingisgjald av onkrum slagi skal vera, at tað so verður eitt ella annað útroknað gjald í einari kombinasjón við eina loyvisskipan líknandi henni, vit hava í dag. – Vit ávara ímóti at gera óumhugsaðar broytingar, til dømis at fara at selja rættindi á uppboðssølu, sum kunnu órógva tann vinnustrukturin, sum vit hava í dag, og vir ávara ímóti, at ov nógvur peningur verður tikin úr vinnuni sum gjald fyri rætt indi. Óumhugsaðar broytingar, sum ikki eru til rættis lagdar ordiliga, og sum vinnan í sam- bandi við eitt skifti ikki kennir avleið ingar nar av, kunnu í øllum førum lættliga føra til tað, at tað verður eitt fall í tí samlaða búskap- inum, sigur Herálvur Joensen. Hann sigur, at flestu reiðarar eru komnir til sættis við, at eitt ella annað slag av gjaldi fyri fiski rættindi er ein fortreyt fyri at vera í fiski- vinnuni. – Men vit mæla til at hava í huganum, at tekur tú ov nógv út úr vinnuni, so missir tú kanska í dynamikki og íløgum. Tað er ikki tað sama sum at siga, at vit als ikki vilja vera við til at rinda fyri samfelagsraksturin og gjalda til- feingis gjald, sigur stjórin í Reiðarafelagnum. Serrættur kostar Anfinn Olsen leggur eisini dent á, at talan ikki er um at sleppa fiskivinnuni á sjónum heilt undan at gjalda fyri at sleppa at fiska. – Tá ein fær ein serrætt, sum onnur ikki fáa, so má ein gjalda fyri tað. Men uppboðssøluna ræðast vit, tí hon skapar ótryggari karmar. Ótryggleikin liggur í, at tú fyri tað fyrsta ikki veist, hvussu nógv tú fært frá einum ári til annað. Og tá tú so bjóðar, so keypir tú heldur ov dýrt enn at risikera onki at fáa. Og tað verður eisini torført at manna skipini, tá tú ongan tíð veist, um ella nær tú sleppur at fiska og hvussu nógv, tí tá hevur tú onki trygt at bjóða einari manning, sigur hann. Samdir við Laksáfoss Aðra staðir her á síðunum er kanningin hjá Magna Laksáfoss fyri hørðum atfinningum frá einum øðrum búskaparfrøðingi, nevniliga Jóannesi Jacobsen, adjunkti á Fróðskapar- setrinum. Hvørki stjórin ella formaðurin í Reiðara- felagnum hava serligan hug at leggja seg út í eitt kjak um búskaparteoriir og –metodur, sum teir báðir halda oftast er ein trúarspurningur. Men báðir gera greitt, at teir frammanundan kendu hugsanirnar hjá Magna Laksáfoss og myndilin, hann brúkar í sínum greiningararbeiði, og at tað var við støði í hesari vitan, at júst hann var biðin um at gera kanningina. – Reiðarar eru generelt meira samdir við Magna Laksáfoss um, at nøkur ting hava meira týdning enn onnur sum keldur í samfelags- búskap inum, at nakrir sektorar í størri mun eru konjunktur skapandi enn aðrir, sum bara liva við í konjunkturbylgjunum. Vit vistu, at Magni Laksáfoss hevði gjørt kanningar av ávísum sektorum, og tí hildu vit tað vera áhugavert at fáa hann at gera eina meira samlaða kanning av fiski vinnuni eisini. Vit vistu væl, at allir búskapar frøðingar vóru ikki samdir við honum, sigur Herálvur Joensen. Anfinn Olsen hevur sjálvur lisið fiski- vinnubúskap á lærda háskúlanum í Tromsø, men hann leggur dent á, at hann ikki er samfelags-búskaparfrøðingur á sama støði sum teir, ið mynda almenna kjakið í Føroyum. – Eg hevði tað sum eitt fak av fleiri og eri ikki tann, sum kann fara inn og kjakast við teir teori ímóti teori, sigur hann. Ringvirkningar Tó hevur Anfinn Olsen ilt við at skilja, at Jóannes Jacobsen er so avgjørdur um, at tað ikki ber til at tosa um sonevndu multi- plikator effektina, tað er ringvirkningar, í eini støðu lýsing av einum búskapi. – Á universitetinum í Tromsø lærdi eg um hesar ringvirkningar – at tú hevur multi plikatorskapandi vinnu, og tú hevur multiplikator forleingjandi vinnu. Um eitt skip kom til dømis til Tromsø, so legði tað síni multi plikator skapandi evni í Tromsø, sum so skipanin í Tromsø bleiv forleingjari av. Um tað so valdi at fara ti Ålesund í staðin fyri, ja so flutti tað multiplikatorskapandi niður til Ålesund, og forleingingin bleiv har niðri í staðin. – Tað er tann sama mekanisman, sum Magni Laksáfoss staðfestir í sínum grein ingum. Fyri eitt land eru tað tær vinnurnar, sum skapa inntøkur til landið, sum eru multi plikator- skapandi. Men fyri eitt lokalt øki er tað ikki akkurát upp á sama máta. Eg havi ofta hugsað um Sandoynna og Vágoynna í tí sambandinum. Í Vágoynni hevur tú nøkur fiskiloyvi, tú hevur eina aling, og so hevur tú eitt fyri Vágoynna stórt multiplikatorskapandi aktiv, flogvøllin. Meðan Sandoyggin hevur øgiliga lítið av slíkum, og tí fær tann multiplikatorforleingjandi vinnan har ov lítið frá teimum multiplikatorskapandi vinn unum, sigur Anfinn Olsen. – Støddin á tí multiplikatorforleingjandi vinnuni er eisini tengd at fíggjarligu evnunum hjá tí multiplikatorskapandi vinnuni at eftir spyrja vørur. Og kanningin hjá Magna Laksáfoss er júst eitt amboð, sum kann brúkast, at siga nakað um, hvat hendir, um broytt verður upp á fíggjarligu evnini hjá fiskivinnuni at eftir spyrja vørur og tænastur – tað er, hvat hendir, tá henda ella hin upphæddin verður tikin úr vinnuni sum tilfeingisgjald, sigur hann. – Vit ávara ímóti at gera óumhugsaðar broytingar, til dømis at fara at selja rættindi á uppboðssølu, sum kunnu órógva tann vinnustrukturin, sum vit hava í dag, og vir ávara ímóti, at ov nógvur peningur verður tikin úr vinnuni sum gjald fyri rættindi, sigur Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag.