Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 NR. 2 I 2. MARS 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum óannes Jacobsen, adjunktur í búskapar frøði á Fróðskapar- setrinum, fer ikki fram við mýkind- um, tá hann gevur sítt skots mál til nýggju kanningina um samfelags- týdningin av fiski vinnuni, sum Magni Laksáfoss, búskapar frøð- ingur, hevur gjørt fyri Føroya Reiðarafelag. – Hann hevur gjørt fleiri kanningar av hesum slagnum, fyri stuttum gjørdi hann til dømis eina fyri Antares og Skipara- og Navigatørfelagið um føroysku arbeiðs megina uttanlands. Og tað er tað sama konseptið hvørja ferð, at hann tvíheldur um, at tað eru tær valutaskapandi inntøkurnar, sum einsamallar blása lív í føroyska búskapin, sama hvørjar tær eru – um tað eru føroyingar, sum arbeiða og fáa løn í útlandinum, ella tað er fiski vinnan, sum selur síni ting uttanlands, ella ríkis veitingin, ella hvat tað nú kann vera, sigur Jóannes Jacobsen. Heilaspuni Hann skýrir bæði hesa seinastu kanningina hjá Magna Laksáfoss fyri Reiðarafelagið og tær undanfarnu av sama slag fyri at vera reinur heilaspuni. – Sambært Magna Laksáfoss livir alt tað, sum hendir innanlands í Føroyum – tað almenna og tað innlendska vinnuvirksemið – bara av teimum virðunum, sum hesar valuta skapandi vinnurnar skapa, uttan sjálvt at vera ment at skapa nakað. Altso ongin í Føroyum fer til arbeiðis, fyrr enn onkur danskari sendir okkum nakað av pengum fyri okk ara bláu eygu skuld, ella tí vit hava selt onkran fisk, ella tí ein føroyingur fær løn frá einum norskum arbeiðsgevara og sendir teir pengar nar til Føroya. Um tað ikki hendir, so dovna føroyingar og fara bara heim at leggja seg á sofuna. Tað er logikkurin hjá Magna Laksáfoss. – Trupulleikin er bara tann, at tað er ein fríur fantasiur, hatta er ein søga, sum hann hevur bryggjað uppi í høvdinum á sær sjálvum, tí har er í øllum førum absolutt onki grundarlag fyri hasi søguni í altjóða viður kendari búskaparfrøði, sigur Jóannes Jacobsen. Óbrúkilig maskina Tað er myndilin, sum er grundarlag undir út rokn ingunum hjá Magna Laksáfoss, ið sam- bært Jóannesi Jacobsen er óbrúkiligur. – Handan modellin ella maskinan, sum hann koyrir øll síni data ígjøgnum, er nakað skrambul, og úrslitið, sum kemur út í hinum endanum er tí eisini reint volapykk, sigur hann. Men hvussu kunnu tveir búskaparfrøð- ingar, sum hava lisið tað sama á sama universiteti, nevniliga búskaparfrøði á Københavns Universitet, hava so mót stríð- andi uppfatanir av, hvat er rætt og rangt í búskapar frøðini? – Grundleggjandi trupulleikin við kanningini er, at hon ikki stendur á búskapar- frøðiligum botni. Fyrsta tal-talvan í hansara frá greiðing er ein saman teljing av brutto- faktor inn tøkuni innan høvuðs bólkarnar í føroyska búskapinum. Tað er fínt, tí hetta eru bara hagtøl frá Hagstovu Føroya, sum hann hevur listað upp, men hatta er tað, longri er søgan ikki, tá tú skalt gera eina støðulýsing. – Hatta eru faktuellu tølini, tey røttu tølini. Men so koyrir Magni Laksáfoss tølini ígjøgnum sína maskinu, upp í fleiri ferðir enntá, og tú kanst fáa akkurát tað burtur úr, sum tú vilt, sigur Jóannes Jacobsen. Skeiv amboð Feilurin við myndlinum – maskinuni – hjá Magna Laksáfoss er sambært Jóannesi Jacobsen, at hann, umframt at sjálv fortreytin við teimum valutaskapandi vinnunum er skeiv, brúkar nøkur amboð, ið als ikki kunnu brúkast til greiningar av hesum slagnum, nevn iliga sonevndar multiplikatorar. Multi- plikatorar verða brúktir, tá metast skal um ávirkan ina á øll onnur búskapartøl, um tú broytir eitt teirra. – Tú kanst ikki brúka multiplikatorar í statiskum uppteljingum, sum ein útrokning av BFI er. Tú kanst brúka teir í konjunktur- analysum, tá tú skalt greina avleið ingar nar av sveiggjum í búskapinum. Til dømis hvussu tað hevði ávirka samlaða føroyska búskapin ella partar av honum, um fiskaprísirnir tvífaldaðust frá degi til dags. – Tá búskaparfrøðingar tosa um BFI, tosa teir um tríggjar framleiðslufaktorar – tí verður tað kallað faktorinntøka. Teir tríggir faktorarnir eru náttúrtilfeingi, arbeiðsmegi og kapitalur – og í øllum búskapargeirunum kanst tú seta tøl á hesar somu tríggjar fram leiðslu faktorarnar. Og so verður talt upp, hvussu nógva løn og avkast fáa hesir faktorarnir í teimum ymisku vinnunum, í fiski vinnuni, í alivinnuni, í almenna geir anum o.s.fr. Og tað er so tað, hatta er søgan, og longri er hon ikki. – Men so kemur Magni við sínari søgu um, at tað bara eru tær valutaskapandi vinn urnar, sum skapa innlendskt virksemi sum avleitt virksemi, meðan innlendska vinnan og almenni geirin sjálv onki skapa. Hann brúkar multiplikatormodellið til at siga, hvat hendir frá einum ári til næsta, og frá einum áratíggju til næsta, uttan at talan er um konjunktursveiggj. Fyrst tekur hann allan BFI-stabban í innlendskari avleiddari vinnu og deilir hann út á hinar stabbarnar. Síðani ger hann tað sama við BFI-stabban við almenna geiranum, og heldur soleiðis áfram við at koyra tølini ígjøgnum maskin una, petta BFI-tølini sundur og seta tey saman aftur eftir egnum høvdi, sigur Jóannes Jacobsen. Skeiv fortreyt Av tí at premissurin, fortreytin, fyri grein- ingini hjá Magna Laksáfoss er skeiv, og hann Soleiðis sær myndilin út, sum Magni Laksáfoss hevur gjørt, og sum er høvuðs- amboðið í hansara greining. Men Jóannes Jacobsen er bersøgin, tá hann lýsir dygdina á myndlinum: – Handan modellin ella maskinan, sum Magni Laksáfoss koyrir øll síni data ígjøgnum, er nakað skrambul, og úrslitið, sum kemur út í hinum endanum er tí eisini reint volapykk, sigur Jóannes Jacobsen. LAKSÁFOSS- KANNINGIN ER HEILASPUNI Jóannes Jacobsen J TAÐ ER ONKI BÚSKAPARFRØÐILIGT GRUNDARLAG FYRI AT SIGA, AT TAÐ BERT ERU TÆR VALUTASKAPANDI VINNURNAR, SUM SKAPA ØLL VIRÐINI OG ALT ANNAÐ VIRKSEMI Í FØROYSKA SAMFELAGNUM. TÍ BYGGIR KANNINGIN HJÁ MAGNA LAKSÁFOSS Á SKEIVAR FORTREYTIR, OG NIÐURSTØÐURNAR ERU FRÍUR FANTASIUR, SIGUR JÓANNES JACOBSEN, BÚSKAPARFRØÐINGUR Ingolf S. Olsen – PRESS