mánadagur 2. mars 2015síða 37
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
NR. 2
I
2. MARS 2015
samstundis brúkar skeiv amboð, kann
úrs litið bert verða spekulasjónir, heldur
Jóannes Jacobsen.
– Eg haldi, tað er eitt skeivt uppáhald
at siga, at innlendska vinnan onki skapar.
Eg góðtaki ikki tann premissin. Allir aðrir
búskapar frøðingar, sum eg kenni og veit
um, vita, at innlendsk vinna eisini skapar
virðir, og tað er simpulthen onki grundarlag
fyri uppáhaldinum hjá Magna Laksáfoss í
búskapar vísindini yvirhøvur. Búskaparliga
er tað absolutt skilagott, at man viðhvørt
klippir hvørjum øðrum, málar húsini hjá
hvørum øðrum, passar børn hjá hvørjum
øðrum, leggur gips á beinið hjá hvørjum
øðrum o. s. fr. Tað er eisini virðisskapandi.
Nei, tað er rætt, at vit ikki kunnu liva av
klippa hvørjum øðrum, men vit kunnu
heldur ikki liva av bara at selja fisk. Tað er
ein spurn ingur um at hava tað rætta lutfallið
mill um ymisku vinnurnar, sigur hann.
Ein trúarspurningur
Adjunkturin á Fróðskaparsetrinum sigur seg
absolutt onki kunna brúka ella taka til sín í
kanningini hjá Magna Laksáfoss.
– Men møguleikin er sjálvandi, at hann
hevur fingið eina opinbering og funnið fram
til okkurt, sum búskaparvísindin ikki visti av
áðrenn, og sum er rættari enn tað, sum hon
annars sigur. Tað má man so gera upp við
seg sjálvan, hvat man trýr, Magna Laksáfoss
ella vísindini, og eg trúgvi vísindini, sigur
Jóannes Jacobsen.
- Hevði eg skula gjørt eina kanning av
samfelagstýdninginum av fiskivinnuni,
so hevði eg reint faktuelt hildið meg til
ta grundleggjandi uppteljingina av BFI.
Ta talvuna hevði eg kunna sett upp eftir
fáum minuttum, og tann uppteljingin
vísir støðuna, sum hon er. Síðani hevði
eg kanska boðið mær til at gjørt eina
konjunkturanalysu við útrokningum av,
hvussu sveiggj í fiskivinnuni hava ávirkað
búskapin, og hvussu møgulig komandi
sveiggj fara at ávirka hann, sigur hann.
Týdningarmikil vinna
Jóannes Jacobsen leggur dent á, at hann
við sínum kritikki av kanningini hjá Magna
Laksáfoss ikki roynir at undirmeta stóra
týdningin, sum fiskivinnan hevur í búskap-
inum og samfelagnum.
- Tað er ongin ivi um tað, at tað er hend
ein ógvuslig tøknilig menning í fiskivinnuni,
og at tann menningin er atvold til, at vit nú
kunnu fáa eina risastóra virðisøking burtur
úr fiskiríkidøminum, sum vit hava ræði á.
Tann virðisøkingin er jú vaksin øgiliga nógv
yvir eitt langt tíðarskeið, og tað er absolutt
ein høvuðsorsøk til, at føroyska samfelagið
er so ríkt, sum tað er í dag.
- Talið av teimum, sum arbeiða í
fiskivinnuni, minkar alla tíðina, men vit
fiska líka stór virðir fyri tað. Hvør einstakur
reiðari skapar ella fiskar nógv meira enn
fyrr, og tað er tað, sum tøknilig menning
er, at hvør einstakur arbeiðstími í vinnuni
skapar størri virðir enn árið frammanundan,
ella tey tíggju árini frammanundan.
- Men harfrá og til at tekna eina statiska
mynd, sum vísir, júst hvussu nógv fiskivinnan
ávirkar samlaða búskapin her og nú, tað ber
als ikki til í mínum eygum. Og als ikki, tá
tað samstundis verður sagt, at til dømis tey
virðini, sum verða skapt í handilsvinnuni í
Havn, hjá fysioterapøjtunum í Klaksvík og
annars øll tann innlendska vinnan, ikki eru
til sum sjálvstøðug virðisskapan, men bert
eksisterar orsakað av fiskivinnuni og øðrum
valutaskapandi virksemi. Tað kann ein bú-
skapar frøðingur als ikki kenna aftur í sínari
vísind.
Kongstankin um, at tær valutaskapandi vinnurnar einsamallar eru tær, sum alt
annað virksemi í landinum livir av, er burturvið, heldur Jóannes Jacobsen, adjunktur
í búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. – Hatta er ein søga, sum Magni Laksáfoss
hevur bryggjað uppi í høvdinum á sær sjálvum, tí har er í øllum førum absolutt onki
grundarlag fyri hasi søguni í altjóða viðurkendari búskaparfrøði, sigur hann.
Av tí, at avleidda innlendska vinnan sambært Magna Laksáfoss er til orsakað av eftirspurningi
úr øðrum vinnugeirum, er fyrsta stigið hjá honum at býta henda stabban út á hinar stabbarnar
(talvan vinstrumegin). Síðani ger hann tað sama við almenna geiran (talvan høgrumegin).
FISKIVINNAN ER HELVTIN
AV BÚSKAPINUM
SAMBÆRT NÝGGJARI KANNING, SUM MAGNI LAKSÁFOSS,
BÚSKAPARFRØÐINGUR HEVUR GJØRT FYRI FØROYA REIÐARAFELAG,
STAVAÐU 43 PROSENT AV FØROYSKA BÚSKAPINUM Í 2012 FRÁ
FISKIVINNUNI, OG SÍÐANI ALDARSKIFTIÐ HEVUR FISKIVINNAN
VERIÐ GRUNDARLAG UNDIR UMLEIÐ HELMINGINUM AV
ØLLUM TÍ BÚSKAPARLIGA VIRKSEMINUM Í FØROYUM
Ingolf S. Olsen – PRESS
prosent. So stórur
partur av tí saml aða
føroyska búskap-
inum stavaði í 2012
frá fiskivinnuni,
sambært nýggjari
kanning hjá
Magna Laksáfoss,
búskapar frøðingi.
Kanningin, sum
var almannakunngjørd 11. februar, byggir í
høvuðs heitum á 2012-tøl frá Hagstovu Føroya,
sum í ávísan mun eisini eru framroknað til
2013.
Beinleiðis virksemið í fiskivinnuni í 2012
– bruttofaktorinntøkan, BFI – var 1,9 milliard
krónur, men Magni Laksáfoss hevur við
sínum serliga myndli roknað seg fram til, at
fiski vinnan umframt hetta við sínum eftir-
spurningi eftir vørum og tænastum hevði eitt
avleitt virksemi í privata geiranum á 1,350
milliard krónur og fíggjaði alment virk-
semi fyri eina milliard krónur, sum so aftur
hevði avleitt alment virksemi fyri aðrar 900
milliónir krónur við sær.
Tilsamans gevur hetta 5,1 milliard krónur,
sum var fiskivinnunar lutur í tí samlaða
føroyska búskapinum á 11,95 milliardir krónur
í 2012.
Í frágreiðingini vísir Magni Laksáfoss á, at
búskaparstøddin á fiskivinnuni hevði verið
enn størri, um hann hevði talt alt við. Millum
annað staðfestir hann, at ein stórur partur
av virkseminum hjá føroysku arbeiðs megini
uttanlands er fylgivirksemi av føroysku
fiskivinnuni, og at útflutningur av til dømis
trolum, trollemmum og aðrari útgerð til
fiski vinnuna er ein ringvirkningur av eftir-
spurning inum frá heimligu fiskivinnuni.
Í samandráttinum í kanningini sigur
Magni Laksáfoss eisini, at útrokningar vísa,
at týdn ingurin av fiskivinnuni hevur ligið
millum 40 og 60 prosent av tí samlaða bú-
skap inum í tíðarskeiðnum 1999 – 2013.
43
Magni Laksáfoss, búskapar-
frøðingur, hevur brutto-
faktor inntøkuna, BFI, í
øllum búskapar høvuðs-
bólk unum sum grundar lag
undir sínum útrokningum.