mánadagur 2. mars 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
NR. 2
I
2. MARS 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
LAKSÁFOSS VÍSIR
ATFINNINGUM
AFTUR
agni Laksáfoss hevur áður
verið í hornatøkum við
aðrar búskaparfrøðingar,
tí hann stendur rættiliga
einsamallur her heima
við sínum sjónarmiðum
og vísindaliga hátta lagi,
tá hann ger búskapar-
greiningar sum hana,
hann júst hevur gjørt fyri
Reiðara felagið.
Í so máta undrar tað hann ikki, at Jóannes
Jacobsen, búskaparfrøðingur og adjunktur,
ið ofta er frammi í almenna kjakinum
um búskaparfrøðilig evni, gevur honum
av grovfíluni fyri nýggju kanningina um
samfelags týdningin av føroysku fiskivinnuni.
Men Magni Laksáfoss vísir øllum
atfinningunum aftur.
– Hann leggur meg undir at halda, at tær
innlendsku vinnurnar onki virði skapa. Tað
havi eg ongatíð sagt, tí sjálvandi hevur alt
virksemi í Føroyum virði í sær sjálvum, bæði
útflutningsvinnurnar, almenni sektorurin og
privata innlendska vinnan. Virði á teimum
kunnu vit rokna út og síggja í BFI- og
BTÚ-roknskapunum fyri tær ymisku vinnu-
greinarnar. Eg sigi bara, at tað er ein orsøk
til, at tær innlendsku vinnurnar, tær sum ikki
fáa beinleiðis inntøkur uttaneftir, eru har,
og orsøkin er útflutningsvinnurnar og annað
virk semi, sum fær pengar til landið úr út-
heim inum, sigur hann.
Ástøðið í lagi
Magni Laksáfoss er eisini fúsur at verja sín
umstrídda myndil, ið Jóannes Jacobsen sigur
vera skrambul:
– Myndilin hjá mær tekur støði í einum
alment viðurkendum búskaparfrøðiligum
ástøði, ið nevnist eksport-led growth
ástøðið – onkuntíð verður tað tó nevnt
Thirlwall’s law, onkuntíð Harrod’s foreign
trade multiplier og onkuntíð Balance of
Payment Constraint Growth Models. Og
hetta ástøðið er sera einfalt, tí tað sigur bara,
at støddin á útflutning inum, sum svarar til
inn tøkur nar á gjalds javnanum, avmarka
støddina á búskapinum. Hetta merkir, at skal
búskapurin vaksa, mugu inntøkurnar úr út-
land inum vaksa fyrst, tí búskaparvøksturin er
avmarkaður av okkara inntøkum úr útland-
inum. Ein annar møguleiki fyri vøkstri er tó,
nevniliga at minka um importkvoturnar.
Greiður samanhangur
Sambært Magna Laksáfoss vísa tey seinastu
50 árini ein greiðan samanhang millum
stødd ina á føroyska útflutninginum og stødd-
ina á føroyska búskapinum.
– Føroyska lutfallið millum inntøkur á
gjaldsjavnanum og BTÚ hevur ligið á 1,5
hesa seinastu hálvu øldina. Tað merkir,
at búskapurin í søguliga tíðarskeiðinum
javnt hevur verið hálva aðru ferð so stórur
sum inntøkurnar á gjaldsjavnanum. Hetta
lut fallið kann sjálvsagt broytast við at vit
broyta innflutningsmynstrið hjá okkum, men
søgu liga mynstrið vísir seg at vera rættiliga
støðugt, sigur hann og vísir á, at líknandi
útrokn ingar, sum tær, ið hann hevur gjørt,
eis ini eru gjørdar viðvíkjandi fiskivinnuni í
Íslandi og við líknandi úrsliti.
Gjøllig eftirkanning
– Í 2012 kom ein frágreiðing við heitinum
»The economic importance of the Icelandic
fisheries cluster — Understanding the role
of fisheries in a small economy«, sum er
skrivað av Thor Sigfusson, Ragnar Arnason
og Karyn Morrissey. Ragnar Arnason starvast
á búskapardeildini á University of Iceland.
Kanningin er eisini almanna kunngjørd í
vísindaliga tíðarritinum Marine Policy í 2012,
og fyri at fáa tílíkar greinar almanna kunn-
gjørdar í sovorðnum vísinda ligum tíðarritum,
mugu tær gjøgnum eina sera gjølliga og
atfinningar sama eftirkanning fyri at staðfesta,
at vísinda liga grundarlagið er í lagi.
– Í hesi kanningini koma teir fram til, at
fiskivinnan í Íslandi stendur fyri umleið 26
prosentum av búskapinum, men nevna sjálvir,
at teir helst undirmeta nakað av týdning-
inum, fiskivinnan í veruleikanum hevur.
Tað rætta er helst, halda teir, at fiskivinnan í
Íslandi stendur fyri umleið 30 prosentum av
samlaða búskapinum, sigur Magni Laksáfoss.
Gørtz-frágreiðingin
Hann vísir eisini á, at hann stórt sæð nýtir
somu vísindaligu mannagongd í sínum
greiningum, sum er nýtt í sonevndu Gørtz-
frá greiðingini. Henda frágreiðingin, hvørs
veru liga heiti er »Krisen i den færøske
økonomi – herunder bankerne«, var bíløgd av
landsstýrinum og kom út í august 1994.
Í henni stendur millum annað soleiðis um
týdningin av fiskivinnuni:
»Ud fra oversigterne over BFI’s fordeling
på erhvervsgrupper kan fiskeriets betydning
for Færøernes økonomi umiddelbart
ses. Ved en umiddelbar betragtning ser
betydningen ikke ud til at være så stor
som normalt antaget, idet andelen af BFI
stammende fra fiskeri, fiskeindustri og
havbrug i perioden har været mellem 25 og
M
MAGNI LAKSÁFOSS LEGGUR DENT Á, AT HANN ONGANTÍÐ
HEVUR SAGT, AT INNLENDSKA VINNAN OG ALMENNI GEIRIN
ONKI BÚSKAPARLIGT VIRÐI HAVA Í SJÁLVUM SÆR. MEN BÆÐI
ERU TREYTAÐ AV, AT EIN ELLA FLEIRI INNTØKUSKAPANDI
VINNUR ERU AT FÍGGJA TÆR, SIGUR HANN
Ingolf S. Olsen – PRESS
– Eg kundi komið við einum hópi av útlendskum frágreiðingum, har multiplikator-
effektin verður innroknað júst soleiðis, sum eg geri, og lærubøkurnar
siga tað sama, sigur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, millum annað
í sínum aftur svarið til atfinningarnar hjá Jóannesi Jacobsen.