mánadagur 2. mars 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
NR. 2
I
2. MARS 2015
30 pct. Specielt de direkte og deraf afledte
efterspørgselsvirkninger i de bagved liggende
erhverv til fiskeriet må dog for modes at være
store, men der foreligger ingen oplysninger
herom. Samlet set må fiske sektorens direkte
og indirekte andel af BFI formodes at være
50 – 60 pct.«
– Við hesum kemur Gørtz-frágreiðingin til
á leið sama úrslit, sum eg komi til, mun urin
er bara tann, at teirra er ein meting, meðan
mítt er ein útrokning, sigur Magni Laksáfoss.
Eitt 13-tal
Erik Gørtz, sum frágreiðingin er upp kallað
eftir, var eisini vegleiðari, tá Magni Laksáfoss
skrivaði sína serritgerð í búskapar frøði í
1998. Hann fekk 13 fyri serrit gerð ina, har
hann eisini fyrstu ferð brúkti sín umstrídda
myndil, ið setir tær valuta skapandi vinnurnar
í eina serstøðu, tí alt avleitt virksemi sambært
Magna Laksáfoss í høvuðsheitum stavar frá
teimum.
Í hesum sambandi er tað, at sonevnda
multiplikatoreffektin – ringvirkningarnir –
koma inn í myndina, og sum millum annað
Jóannes Jacobsen so harðliga finst at, tí
eftir hansara tykki er tað ikki í samsvar við
búskapar vísindi at brúka multiplikatorar
í statiskum uppteljingum, men bara í
konjunktur analysum.
Men eisini hesum vísir Magni Laksáfoss
aftur.
– Eg skilji ikki, at ein búskapafrøðingur
kann koma við einum sovorðnum uppá-
haldi, tí eg kundi komið við einum hópi
av útlendskum frágreiðingum, har multi-
plikatoreffektin verður inn roknað júst
soleiðis, sum eg geri, og læru bøkurnar siga
tað sama. Ástøðið aftanfyri áður nevnda
Harrod’s foreign trade multiplier sigur
millum annað púra greitt, at tá út flutningurin
veksur í einari framleiðslu vinnu, veksa
inntøkurnar eisini hjá øllum teimum, ið
eru tengd at hesi vinnu, og hesi elva síðani
til størri eftirspurning eftir vørum. Soleiðis
virkar multiplikatoreffektin, tað eru ring-
virkningar av øktum útflutningi, sigur Magni
Laksáfoss.
BFI
Bruttofaktorinntøkan, BFI, er virðið á einari framleiðslu, frároknað føst gjøld sum
eitt nú mvg og møguligan studning. Í føroyskum høpi verður ofta sagt, at samlaða
BFI’ið fyri allar búskapargeirarnar er bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ, minus mvg.
BTÚ
Bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ, er virðið á allari framleiðsluni av vørum og tænastum í
einum landi, tá virðið av rávørunum, sum eru nýttar í framleiðsluni, er drigið frá.
FAKTA
Erik Gørtz
Erik Gørtz, professari, var ein kendur danskur búskaparfrøðingur, føddur í 1940,
sum frá 1981 til 1984 var formaður í danska búskaparráðnum, Det Økonomiske
Råd. Undan tí hevði hann eisini á yngri árum verið skrivari í ráðnum.
Samstundis, sum at hann tók við formanssessinum í danska búskaparráðnum,
gjørdist hann professari í samfelagslýsing við Københavns Universitet. Hann
var eisini formaður í danska kappingarráðnum 1990-1992, umframt at
hann hevði fl eiri onnur álitisstørv. Hann doyði 70 ára gamal í 2010.
Í 1994 var hann formaður fyri einum toymi, sum av landsstýrinum varð sett at
skriva frágreiðingina »Krisen i den færøske økonomi – herunder bankerne«, ið
oftast bara verður rópt Gørtz-frágreiðingin. Hini í toyminum vóru Gudmundur
Magnússon, professari og Eigil Waagstein, undirstjóri, meðan Michael Møller,
professari, og Niels Vestergaard, búskaparfrøðingur, vóru skrivarar.