mánadagur 2. mars 2015síða 41
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
frá miðlahúsinum til hvørt húsarhald í Føroyum
Ókeypis lýsingarblað
Mær dámar at
skriva sangir
tá eg eri burtur
Eivør Pálsdóttir byggir brýr við nýggjum
sangum, sum hon hevur skrivað á ferð
s18
vika 10
2. mars 2015
Lívbjarg
andi trygd
fyri starvs
fólk og
kundar
s4
vika 10 l 2. mars 2015
9
vikutema
Sjóvinna
Vilmund Jacobsen
Leygardagin 21. februar varð Thor
Magni – tað fyrsta av fýra nýggjum
skip um, sum reiðaríið Thor í Hósvík
hevur bílagt úr Turkalandi – flotaður
og doyptur á skipasmiðjuni Besiktas,
sum liggur uttan fyri Istambul.
Umboð fyri skipasmiðjuna, reiða
ríið, fíggingarog tøkniligar stovnar
og seismikkfelagið PSG vóru við til há
tíðarløtuna. Sambært oljan.fo eru tað
lang tíðar avtalur við PSG, ið gera tað
møgu ligt hjá Thor at lata hesi nýggju
skip byggja fyri einar 600 miljónir
krónur. Tá Thor Magni fer til verka fyri
PSG verða níggju mans umborð, har
av fimm føroyingar, tveir filipinar og
ein bulgari. Teir fimm, sum arbeiða á
brúnni og í maskinrúminum, eru allir
før oyingar.
Skipari á Thor Magna verður Fríði
Danberg. Oljan.fo veit at siga, at nógv
varð gjørt burtur úr navngevingini.
Reyða teppið varð lagt á bryggjuna,
og Merk ið veittraði millum turkiska,
norska og amerikanska flaggið, og
tjóð sang irnir vórðu spældir.
Tað var japanska konan hjá Per
Gulklett, sum er ein av eigarunum,
Ayami Gulklett, sum gav skipinum
navnið Thor Magni.
Nýggju Thorskipini eru serútgjørd
til at arbeiða fyri seismikskip og at
vera teimum til handa í nærum øll
um.
Thor Magni stendur í 150 miljónum
krónum, nú hann er liðugur, og kom
andi systurskipini verða øll liðug í
hes um árinum. Tá fer samlaða íløgan
í tey fýra skipini at vera umleið 600
miljónir krónur.
Nú verður riggað til at fara fyrsta
túrin, og fyrst verður farið til Hálands
eftir olju. Haðani gongur leiðin hjá
Thor Magna og manning inn á norska
landgrunnin.
Møguleiki er fyri, at skipið fer
til Kanada longu í mai, har stórur
eftir spurningur er eftir tænastum í
seismik vinnuni.
Fýra skip fyri 600 miljónir
Nýggjasta skipið hjá reiðarínum Thor í Hósvík, Thor Magni, stendur í 150 miljónum krónum, nú
skipið er liðugt. Tey næstu systurskipini - trý í tali - verða øll liðug í hesum árinum. Tá fer samlaða
íløgan í tey fýra skipini, sum Thor letur byggja í Turkalandi, at vera umleið 600 miljónir krónur
Myndirnar eru tiknar,
tá Thor Magni varð
doyptur í Besiktas
í Turkalandi næst
seinasta leygardag
Myndir: Jan Müller/oljan.fo
...heildarveiting til vinnuna
Elding Vinnuveitan · Hoyvíksvegur 65
Tel +298 529 000 · vinnuveitan@elding.fo
Elding Vinnuveitan er vinnuliga søludeildin hjá Elding
Elding Vinnuveitan bjóðar skjóta levering og sera góðar prísir
Vit hava góðkent hvítvøru-, teldu- og elektronikverkstað
Veri vælkomin at seta tykkum í samband við okkum
*Galdandi fyri vinnuna
Góðkent verkstað
Míele í FøroyuM
Døgntænasta*
20 90 00