Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-02, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mars 2015síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 10 l 2. mars 2015 18 vikutíðindi Leygardagin 14. mars 2015 verða Før­oysku Tónlistavirðislønirnar 2015 hand­aðar í Norðurlandahúsinum. Kringvarp Føroya, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið skipa í felag fyri stóra tónleikafagnaðinum, har bestu avrikini í føroyskum tónleiki farna árið verða heiðrað. Hetta er eitt savn­ andi tiltak, sum fevnir um alt slag av tónleiki. Fyrstu ferð Føroysku Tón­ lista­virðislønirnar vórðu latnar, var 14. mars í ár, 2014, tá 22 virðislønir vórðu handaðar. Tiltakið var serstakliga væl mót­ tikið – bæði av almenninginum og ikki minst av tónleikarunum sjálvum. Út­selt var til sjálva handanina í Norð­ ur­landahúsinum, sum varð útvarpað á Rás2 og í Útvarpinum, umframt at sendingin eisini varð sjónvarpað á net­ inum. Meira enn 5.000 fólk fylgdu við á netinum í senn, meðan til­takið varð stroymað. Hetta er met í Før­oy­um. Fyriskipararnir halda, at tað er neyðugt at fagna føroyskum tónleiki við einum árligum tiltaki, sum varp­ar ljós á og gevur føroyskum tónlista­ fólk­um ta virðing, tey hava uppiborið, og har føroyskur tónleikur og føroyskir tón­leikarar eru í miðdeplinum. Tónleikarar heiðrast Um smáar tvær vikur skulu Føroysku Tónlistavirðislønirnar latast Bryn­j­ olfur í góðum selskapi Brynjolfur á Heygum hevur sum DJ ella diskari, fyrr kall­ að plátuvendari, fingið fóta­ festi í Danmark. Hann hevur í nøkur ár verið DJ á klubbum og tón­ leikafagnaðum í Dan­mark, og hevur navn hansara vunn­ið meira og meira fram, og hann hevur við jøvnum millum­bilum verið umrøddur í donsk­um miðlum. Nú er hann í uppskoti til ársins Deejay. Tað er í ból­kin­ um Årets Danske Upfront- Deejay. Brynjolfur er í hesum bólkinum í kapping við Emil Lange, Flip, Fabian Mazur og DJ Er Du Dum Eller Hvad. Dagfinn kann vinna heiður Rocksangarin Dagfinn Joen­ sen úr Funningsfirði hevur nú møguleikan at vinna heið­urs­løn í donskum rock­ tón­leiki. Tilnevningar eru gjørdar til High Voltage Rock Awards, og har verður eisini besta “Jam Band” – tað er bólk­ur, sum spælir tónleik hjá kendum bólki – eisini heiðr­að. Ein av bólkunum, sum er upp á tal í hesum sambandi, er Black Sabbath Tribute, har Dagfinn Joensen er sangari. Teir spæla sum vera man tónleik hjá bretska rock­bólk­ inum Black Sabbath. High Voltage Rock Awards verður hildið 18. apríl. Dagfinn er eisini sangari í danska rockólkinum FATE, sum í ár heldur 30 ára jubi­ leum við fleiri framførsl­um.   Fremsta føroyska songkvinnan er nú aftur aktuell við nýggjari útgávu. Eivør Pálsdóttir hevur umvegis plátufelagið Tutl givið út Bridges, sum er tøk bæði sum fløga, LP pláta og sum talgilt download. Heitið Bridges eins og tekstirnir á nýggju útgávuni hava persónligan týdn­ing fyri Eivør. Nýggju løgini eru øll skrivað ávegis á konsertferð kring knøttin, og hava brýrnar - bæði tær millum støð eins og tær millum okkum sum menniskju - verið afturvendandi eitt evni, hugleiðir Eivør. – Tað hava verið tvey spennandi og hendingarík ár. Eg elskaði at gera hesa plátuna. Vanliga seti eg ávísa tíð av til at skriva løg og tekstir, men fleiri av nýggju sangunum komu til mín, meðan eg var á konsertferð við seinastu út­ gávuni. Typiskt fekk eg eitt hugskot um dagin, ið eg síðani arbeiddi víðari upp á um kvøldið í hotellrúminum, har eg altíð røkki eftir einum gittara ella ljómborði, greiðir Eivør frá. Føroyar er heima Sangirnir, sum eru skrivaðir á ferð, eru upptiknir í Føroyum. Eivør hevur brúkt Studio Bloch í Havn til upptøkurnar, og hóast ferðast verður kring heimin, so verður Føroyar altíð verandi tað staðið, ið ein kemur aftur til, staðfestir Eivør. - Tað er staðið, ið eg sakni, tá ið eg ferðist, eins og staðið eg rými frá, tá ið ferðahugurin ger um seg. Mær dámar væl at skriva, tá ið eg eri burturi, tí tú sært tingini frá einum øðrum sjónarhorni. Tú sært kanska ávísar sannleikar, ið tú ikki sært, tá ið tú ert mitt í tí heila. Fyri meg er hendan plátan er full av kærleiksváttanum. Stílurin er sonevndur 'folk­tronica,' har meiri traditionell løg við sang­ skrivara­elementum og streingja­ ljóð­førum verða blandað saman við eksperimenterandi rútmum, ið allar byrjaðu sum ljóðupptøkur av røddini hjá Eivør og eyðkendu hondtrummu henn­ara. Tilsamans myndar hetta eitt forkunnugt miks av fólka- og elek­t­ron­iskum tónleiki, sum Eivør hevur framleitt í samstarvi við Trónda Boga­son og Høgna Lisberg. Í henda mun er Bridges ein víðarimenning av stílin­um, sum Eivør tók upp á seinastu útgávuni, Room, frá 2012. Eftir mánaðarlongu evropeisku konsertferðina í mars verður kósin aftur sett ímóti Føroyum í apríl mán­ aði, tá ið Eivør heldur størri útgávu­ konsertir í Reinsarínum í Havn. Mær dámar at skriva sangir tá eg eri burtur Eivør Pálsdóttir byggir brýr við nýggjum sangum, sum hon hevur skrivað á ferð – Mær dámar væl at skriva, tá ið eg eri burturi, tí tú sært tingini frá einum øðrum sjónarhorni, sigur Eivør um nýggju útgávuna